Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-26, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mai 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 100 - 26. mai 2006 ] Íslendingur fer úr Chelsea Íslendski álopsspælarin Eidur Smári Gudjohnssen heldur ikki fram í Chelsea. Hetta boðar pápi hansara, Arnor, frá, eftir at hann hevur verið á fundi við leiðsluna í Chelsea. Ætlanin um at gera nýggjan sáttmála við Chelsea er slept, og nú fer Gudjohnssen at leita eftir nýggjum felagið. Tað verður neyvan nakar trupulleiki, tí íslendski álopsspælarin er høgt í metum í fleiri stórfeløgum kring Europa. – Tað einasta, sum eg kann siga í løtuni, er, at Eidur rýmir úr Chelsea. Hvagar hann fer at spæla nú, er ikki avgjørt. Fleiri møguleikar eru, og Barcelona kundi verið ein, sigur pápin, sum eisini er umboðsmaður hjá honum. Eftir at hann fyri tað mesta hevur sitið á beinkinum var evnaríki KÍ spælarin við tveimum málum ein av høvuðs­leikar­ unum, tá ið KÍ spældi seg í hálvfinaluna, hóast gøtumenn leingi vóru leikliga omaná Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Veðrið var fínt, lagið var gott, og hóast tað við ferð­ ini og poleraða fótbólts­ spæl­inum ikki var so ógvu­ liga sannførandi, so vóru tættleikin og nógvu málini orsøk til gott undirhald, tá ið GÍ vitjaði KÍ í fjórð­ ingsfinaluni. Klaksvíkingar vunnu 4-2 eftir longda leiktíð. Eftir vanliga leiktíð stóð 2-2. Miðskeiðis í 1. hálvleiki legði Sinisa Jovanovic KÍ framum, tá ið hann við høvdinum stýrdi innleggi frá Kristoffuri Jakobsen úr høgru í handara síðunetið. Eingin ivast í fótbólts­ evnunum hjá Kristoffuri. Men ungi maðurin hevur í ár havt ilt við at fáa pláss á KÍ liðnum. Hesa ferð var Iulian Florescu skaddur, og Kristoffur tók av, tá ið hann fekk møguleikan á høgra vongverja. Hann javnaði til 2-2, tá ið stórt korter restaði. Tá hevði hann eina løtu verið miðvallari í høgru, meðan Harley Bertholdsen røkti bakkplássið. 2-2 málið var sera gott. Hjalgrím Elttør slepti bóltin inn móti brotsteigarmarkinum í høgru, Kristoffur høgdi til, og bólturin streyk inn við handara stólpanum. Í longdu leiktíðini av­ gjørdu klaksvíkingar bein­ an­­vegin. Fyrst var Kristoff­ ur aftur upp á spæl. Eftir dia­gonala sending úr vinstru gjørd­ist hann leys­ ur innan ­ fyri í hesum før­ in­um merki­liga tungu GÍ verjuna, og ungi maðurin hevði góðar stundir at lyfta upp um annars stinna GÍ málverjan. Minutt seinni slapp Sinisa Jovanovic mitt fyri at temja eftir flatt innlegg frá Heðini á Lakjuni úr vinstru og úr stuttari fjarstøðu at skjóta mál. Aftur ein minutt seinni varð Jovanovic rikin av vøllinum fyri býttisliga hevnisøku mitt úti á vøllin­ um, men KÍ megnaði at halda tætt. Tætt við At talan gjørdist um longda leiktíð skuldu teir á heima­ liðnum prísa seg lukkuligar fyri. Gamaní høvdu teir, áðrenn tað eydnaðist at javna til 2-2, havt bóltin bæði á tvørtrænum og á stólpanum. Men í evstu løtu var tætt við, at GÍ fekk sigursmálið. Eftir upp­ spæl í høgru og innlegg frá Gunnari Nielsen, fekk Hanus Jacobsen tveir møgu­ leikar. Í fyrra førinum varð blokerað, og í seinna før­ inum endaði bólturin á stólpanum! GÍ var góða løtu leikliga omaná. Eftir fyrsta KÍ málið tóku teir yvir og hildu fram, inntil teir tíðliga í 2. hálvleiki høvdu fingið tvey mál. Niclas Niclasen stýrdi við handara stólpan og eftir horna bóltinum í málið til 1-1, og Hans Jørgen Djurhuus, ið sum næstfremsti maður var sera eyðsýndur, legði GÍ framum við fløtum langskoti, sum Meinhardt Joensen átti at havt vart fyri. Men klaksvíkingar eru boysnir. Teir hava ikki tapt higartil í ár. Og hóast hetta var fjórða ferðin á rað, at teir spældu javnt í vanligu leiktíðini, og hóast spælið ikki var nakað at rópa hurrá fyri, so er veruleikin tann, at KÍ er á triðja plássi í landskappingini, og at teir eru partur av hálvfinaluni í steypakappingini. Tað kann ikki sigast annað enn at vera gott avrik! Klaksvíkingar droyma framvegis um ólav­ søkufinalu eftir skrivi­borðs­ kiksaran í fjør. Gøtufólk staðfestu sunnudagin, at hvat fótbóltinum viðvíkur verður ólavsøkan ikki so spennandi hesa ferð, sum hon var í fjør, tá ið GÍ vann finaluna. B68-B36 0-1 (0-1): Gestirnir sótu á tí mesta Hóast bara eitt mál var á muni, so var talan um ein hampuliga tryggan sigur, tá B36 spældi seg í hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið Fóttbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Føroyameistararnir úr B36 spældu seg víðari uttan stór­ vegis hóvasták, tá teir hósdagin vitjaðu á Toftum. Serstakliga vóru gestirnir oman á fyrra umfarið, men tað gingu tó 40 minuttir, áðrenn mál spurdist burturúr. Hetta kom, tá Johan V. Gunnarsson varð sendur avstað í vinstru. Ungi spælarin, sum veruliga hevur tikið kjansin á besta B36-liðnum í ár, legði neyvt inn til Sylla, sum ikki hevði trupulleikar við at beina bóltin í kassan til 1-0. Eftir steðgin dovnaði spælið nakað. Gestirnir hugsaðu mest um at binda fyri, soleiðis at teir eisini spardu upp á orkuna, og vertirnir megnaðu sjáldan at leggja nakað veruligt trýst á. Einstakar møguleikar gjørdist talan tó um, men Magnus Poulsen, sum vardi málið fyri leikbannaa Jákup Mikkelsen, varð ongan tíð kroystur til at fremja nakrar veruligar bjargingar. Henrik Larsen gevst í Holbæk Fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin í fótbólti, Henrik Larsen, verður ikki verðandi venjari hjá danska 2. deildarliðnum Holbæk. Stóri tók fyrr í ár við starvinum í felagnum, sum manglaði venjara, og ætlanin var ongantíð, at hann skuldi halda fram í eitt longri tíðarskeið. Henrik Larsen heldur fram til endan av hesum kappingarárinum, tá ið Jesper Pedersen tekur við í sessinum. Tað hevur misjavnt hjá Holbæk, síðani Henrik Larsen tók við, men felagið liggur framvegis fremst í donsku 2. deild eystur. KÍ-GÍ 2-2 (1-0) 4-2 eftir longda leiktíð: Kristoffur vísti at dugur er í honum Aftur hesa ferð endaði javnt millum KÍ og GÍ, men í umdystinum vóru vertirnir tó stinnari savnsmynd Stutt sagt B68 roynir nýtt krút Botngysari verður á Skála sunnudagin. B68 og Skála eru niðast á støðutalvuni við fimm stigum í part. Hjá báðum pørtum tykj­ ast nýggj perspektiv at vera í liðunum, nú tað verður farið undir annan triðingin av kappingini. Móti NSÍ hósdagin vísti Skála, at tað kann roknast við betri tíðum, enn tað higartil hava verið hjá silvurvinnarunum frá í fjør. Burtursæð frá Alexanduri Johansen eru skaddu menninir við at koma fyri seg, og nú eru skipanin, fatanin og hugflogið, sum tað leingi hevur bilað við, um at koma upp á pláss. Bogi Gregersen var á beinkinum móti NSÍ. Einasti spurningurin tykist vera, um hann enn eina ferð skal sita á beinkinum, ella um hann aftur fer at fáa møguleikan. B68 hevur bara vunnið eina ferð í ár. Tað var í fjórða umfari, tá ið teir vunnu heimadystin móti Skála 1-0. Í fjórðingsfinaluni móti B36 vóru sammett við tað, sum er farið av hesum árinum, tveir nýggir spælarar á liðnum hjá B68. Annar var Julian Johnsson, sum hevur verið krossbandsskaddur síðani í juni í fjør. Hin er Mustapha Kamal Ndaaw úr Gambia. Hann var ein part av 2003 kapp­ ingarárinum á Sandi. Nú hava toftamenn fingið skjóta álopsspælaran henda vegin at hjálpa til. Kamal kom til Toftir miku­ dagin, og hann verður sunnu­dagin á Skála álops­ makkari hjá Súna Fríða Barbá. jh So løgið tað ljóðar, so virkaði 6-1 tapið í Runavík fyri trimum vikum síð­ani sum startskotið til lítla upptúrin, sum ÍF hev­ur havt seinastu umfør­ini. Hóast stóra tapið, so var innsatsurin hjá spælar­ unum tá heilt góður, og tað gav bæði venjara og spælarum nakað at arbeiða við. Tað er tó einki at ivast í, at fuglfirðingarnir hesa ferð ætla sær eitt betri úrslit. Manningin verður tann sama, sum seinastu tvey umførini hevur vunnið seks stig. Eisini á málverja plássinum, har ungverski Andras Dango annars skuldi koma til land­ið í dag. Hjá heimaliðnum verður sagt, at allir mans eru tøkir. So er spurningurin, hvørt teir megna at reisa seg, eftir at teir í gjár mistu rættin til víðari lut­ tøku í kappingini um Løg­ manssteypið. -mørk Fuglfirðingar aftur við Løkin Hóast teir helst eru nak­að moyrir eftir 120 minutt­ir í Klaksvík hós­dag­in, so skerst ikki burt­ur, at gøtu­ menn eru stór­favorittar, nú VB/Sumba kemur á vitjan. Gøtumenn eru full­mann­ aðir til dystin, og við einum sigri kann liðið vinna seg upp á heiðursmerkjapláss. Og – alt eftir úrslitinum í Havn – kanska eisini heilt nær toppinum. Hartil kemur, at VB/ Sumba hevur nøkur ivamál kring lyklaspælarar. Ser­ stakliga er tað ein smeitur, at Evrard Ble hevur ein skaða at dragast við, Eisini hevur Christian Solbaerg havt trupulleikar, men rokn­að verður tó við, at hann verður tøkur kortini. -mørk GÍ sum stórfavorittur