fríggjadagur 26. mai 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 100 - 26. mai 2006 ]
Rógvi vann jubileumsdyst
Rógvi Jacobsen og liðfelagarnir í KR spældu
mikukvøldið triðja dystin í íslendsku landskappingini.
Dysturin var ímóti Fylki, og KR vann dystin 1–
0. Einasta málið í dystinum skoraði Trygvi Svein
Bjarnason, tá ið ein slakur hálvur tími var spældur.
Rógvi Jacobsen spældi allan dystin í álopinum hjá KR,
og hesin dysturin var nummar 50, sum Rógvi spælir
fyri íslendska felagið.
Tað er við síðuna av,
at týdningarmiklir
fótbóltsdystir verða
treiskaðir ígjøgnum,
tá ið tað er øllum
greitt, at tilvildin fer
at eiga stóran part av
úrslitinum
FORMULA DEILDIN
9. UMFAR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
So er fyrsti triðingurin av
kappingarárinum
2006
lagdur afturum. Í vikuskift
inum verður sjøtul settur
á næsta triðingin ella á ta
orduliga kappingina, sum
tað hevur verið tikið til.
Sipað hevur tá verið til, at
tað eru níggju tey fyrstu
umførini, sum eru komin
afturat gomlu kappingini.
9. umfarið varð merkt av
út av lagi vánaligu verður
líkindunum. Sunnudagin
vóru líkindini eftir øllum
at døma brúkilig í Vági og
í Gundadali. Á Skála, á
Toftum og í Klaksvík vóru
tað ikki líkindi at spæla
fótbólt. Á Skála tóku teir
skilagóðu avgerðina at
útseta. Í hinum báðum pláss
unum treiskaðust teir, hóast
líkindini versnaðu.
Í kjalarvørrinum av sunnu
degnum hevur skilst á tos
inum, at tað skal hava spælt
inn, tá ið dómararnir hava
umhugsað støðuna, at eitt
ella fleiri mál vóru komin.
Hetta er púra burturvið.
Um dómarin eftir t. d. 1.
hálvleik heldur, at tað ikki
eru líkindi at spæla, so eru
tað ikki líkindi at spæla.
Uttan mun til um støðan er
0-0 ella 4-0.
Í Føroyum er tað einki
nýtt í, at tá ið veðrið leikar
í ein dag, sum tað gjørdi
sunnudagin, so er tað púra
víst, at næsti dagurin ella
annar dagurin eftir verður
fínur.
Mánakvøldið vóru fín
fótbóltslíkindi á Skála,
og soleiðis var tað eisini
á Toftum og í Klaksvík.
Tað hevði verið ólíkað, at
HB vitjaði á Svangaskarði
mánakvøldið, og at GÍ vitj
aði í Klaksvík sama kvøldið.
So høvdu spælararnir havt
góðar fyritreytir at víst,
hvør dugur er í teimum.
Tað høvdu teir ikki sunnu
dagin.
Samferðslukervið er so
gott nú, at tað hevur ongan
týdning,
um
gøtufólk
skulu eina ferð eyka undir
Leirvíksfjørð, og at HB
legan eina ferð eyka skal
inn á Toftir.
Sunnudagin var veðrið so
vánaligt í Klaksvík undan
dystarbyrjan, at ábyrgdar
persónarnir mettu tað vera
beinleiðis óforsvarligt, at
bóltdreingirnir fóru út í
ódnarveðrið. Í 3-2 mána
kvøldið sá tað heilt burtur
við út, at spælararnir
skuldu standa og kroka und
an ættini, tá ið teir av røtt
um skuldu havt hitað upp
og savnað seg um stóru
avbjóðingina.
Nú verður fundast so
ofta og um so nógv. Her er
nakað, sum allur fótbólts
heimurin átti at havt meiri
skilagóða felags fatan av,
enn hon tóktist at vera
sunnudagin.
Óvanliga tætt
Stigatalvan bendir á, at
kappingin er sera tøtt. Frá
HB á næstfremsta pláss
inum og aftur til NSÍ á
sætta plássi eru trý stig.
EB/Streymur hevur stungið
seg trý stig framum HB og
KÍ. Sunnudagin skal EB/
Streymur spæla í Gunda
dali móti HB. Um heima
liðið tá verður omaná,
so verður tað púra javnt.
Um samansetta liðið aftur
sleppur úr Gundadali við
øllum stigunum (teir vunnu
3-2 á útivølli móti HB í 2.
umfari), so kann tað fara
at verða so skjótt, at EB/
Streymur fer at tiltuska sær
langt tjóður.
KÍ
hevur
framvegis
ikki tapt. Merkisvert er
tað, at bæði klaksvíkingar
og meistararnir úr B36,
sum leygardagin hittast
í Klaksvík, hava havt so
ilt við at fáa fulla úrtøku
á heimavølli. B36 hevur
vunnið ein av fimm heima
dystum, og KÍ hevur vunnið
ein av fýra heimadystum.
Í botninum er eisini tætt.
Við tveimum sigrum á rað
hevur ÍF prógvað, at tað
ber til at fáa úrtøku, hóast
tað leingi hevur gingið illa,
og hóast venjarin ikki er
skiftur út og nýggir spælarar
ikki eru komnir afturat. Tað
kann verða motivatión hjá
bæði Skála og B68, sum
sunnudagin fara at spæla
absolutta botnuppgerð á
Skála.
KÍ og B36 fara at spæla
leygardagin. Sunnudagin
sær skráin soleiðis út:
NSÍ-ÍF, Skála-B68, HB-
EB/Streymur og GÍ-VB/
Sumba. So er at vóna, at
veðrið verður til vildar. Um
tað ikki verður til vildar, so
eiga hyggjuráðini at vera at
útseta, inntil veðrið verður
betri.
Sunnudagin fekk KÍ í
hálvleikinum boð um, at
bóltdreingirnir
skuldu
út í ódnina. Sovorðið er
óðamannaverk. Felags fat
an eigur at verða av, at
undir sovornum umstøðum
verður eingin fótbóltsdystur
bríkslaður at byrja, og um
hann er tað, so eigur hann
at verða bríkslaður av, tá
ið veðrið er so vánaligt.
Uttan mun til um støðan er
0-0 ella um mál eru skorað.
Veðrið má sær sjálvum
ráða.
Formula-deildin
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 EB/S
9
6
-
2
-
1
19
9
10
20
2 HB
9
5
-
2
-
2
24
12
12
17
3 KÍ
9
4
-
5
-
0
18
9
9
17
4 GÍ
9
4
-
4
-
1
15
9
6
16
5 B36
9
4
-
4
-
1
12
9
3
16
6 NSÍ
9
4
-
3
-
2
18
12
6
15
7 ÍF
9
2
-
0
-
7
12
25
-13
6
8 VB/S
9
2
-
0
-
7
9
30
-21
6
9 Skála
9
1
-
2
-
6
11
13
-2
5
10 B68
9
1
-
2
-
6
8
18
-10
5
Veðrið má sær sjálvum ráða
Laudrup er niðurringdur
Michael Laudrup fer ikki at mangla arbeiðstilboð, nú hann gevst í danska
felagnum Brøndby. Feløg í hópatali hava ringt við tilboðum til danska
venjaran, men umboðsmaðurin hjá honum sigur, at tað er lítið sannlíkt, at
Laudrup fer til nakað annað felag beint nú.
– Eg havi fingið fyrispurningar frá so nógvum feløgum, at tað er næstan
ógjørligt at halda skila á tí. Feløg úr Týsklandi, Turkalandi, Grikkalandi
og nógv aðrastaðni hava spurt seg fyri, men Michael er ikki áhugaður, um
tað ikki er okkurt serliga spennandi tilgoð, sigur umboðsmaðurin Totumlu
við BT.
Tað serliga tilboðið kundi kanska komið úr Real Madrid, sum hevur
verið sett í samband við Laudrup seinastu tíðina.
Í Klaksvík varð spælt í
samfullar 90 minuttir,
hóast líkindini avgjørt ikki
vóru til fótbóltsspæl. Men
gøtumenn løgdu líka í vind
og vátasletting, tá tað í yvir
tíðini eydnaðist teimum at
javna
Mynd: Álvur
Dystir um vikuskiftið
Dagur Dystur
Dómari
27.05
KÍ-B36
Dagfinn Olsen
28.05
NSÍ-ÍF
Gerog N. Rasmussen
28.05
Skála-B68
Jens Petur Brattalíð
28.05
HB-EB/S
Eiler Rasmussen
28.05
GÍ-VB/S
Petur Reinert
1. deild
27.05
KÍ-B71
Lars Müller
27.05
SÍ-FSV04
Jón Sigurð Gleðisheygg
27.05
Royn-AB
Páll Augustinussen
27.05
VB/S-HB
Anton Skoradal
27.05
LÍF-TB
Dan Højgaard
2. deild
27.05
KÍ-B36
Jón K. Frederiksen
28.05
GÍ-NSÍ
Bárður Mortensen
28.05
B68-ÍF
Vinjard Dam
28.05
Fram-Skála
Bergleif Sólsker
28.05
MB-EB/S
Hentza Johansen
Steypakappingin, kvinnur
2. hálvfinalur
28.05
GÍ-KÍ
Johnleif Gerðisá
28.05
B36-AB
Kristoffur Vidtfeldt