fríggjadagur 26. mai 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 100 - 26. mai 2006
21
Petur Skeel Jacobsen um vikuskiftisveðrið:
Gott norðoyastevnuveður
Vikuskiftið byrjar
við regni, men endar
við sól. Soleiðis kann
ein taka samanum
vikuskiftisveðrið.
Veður
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Petur Skeel Jacobsen,
veðurfrøðingur sigur, at
við kunnu vænta okkum
eitt sindur av regni í nátt
og ímorgin ári, men at tað
síðani slítur í og verður turt
restina av vikuskiftinum.
– Sólin fer nokk eisini
at síggja, og tað verður eitt
sindur lýggjari, um 12-13
stig, sigur Petur.
Sunnudagurin
verður
turt.
– Hann er eystan í ættini,
so tað burdi verði gott í
Klaksvík.
Kunnu vit vænta meiri
kava?
– Tað veit man ongantíð,
um hann verður høgur í
ættini aftur. Tað er ikki
óvanligt, at fjøllini eru hvít
allan juni, sigur Petur Skeel
Jacobsen at enda.
Nr. 100 • fríggjadagur • 26. mai 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Í einum túni í
Sørvági stendur
ein partur av
gomlu Norrønu.
Tað er ein reyður
bjargingarbátur,
sum nú verður
gjørdur um til
fiskibát
Gamla Norrøna
Orð & mynd: Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Bjargingarbáturin er bygdur
í 1973 og varð vrakaður
áðrenn gamla Norrøna varð
seld av landinum. Sum
bjargingarbátur tók hann
heili 37 fólk.
Jan Jacobsen keypti bátin
í november 2005 og hevur
síðani tá arbeitt við at gera
bátin um til fiskifar.
– Eg havi keypt mær ein
gamlan føroyskan bát, sum
eg taki motor, pumpu, róður
og annað úr og seti inn í
hendan bátin, sigur Jan.
Hann er sjómaður og
arbeiðir sum stýrimaður
í reiðarínum ESvagt. Tað
inniber, at hann er burtur
ein mánað og heima ein
mánað. Mánaðin hann er
heima brúkar hann nógva
tíð upp á bátin.
– Hetta er eitt útmerkað
frítíðarítriv hjá einum
sjómanni, sigur Jan. Inni í
garaguni hevur hann teknað
eina mynd av, hvussu báturin
skal síggja út, tá hann verður
liðugur.
– Eg ætli mær at behalda
uppruna litin, sum er reyður,
sigur hann.
Á síðuni á bátinum stendur
tað við svørtum litum
»Norrøna, Tórshavn«, hetta
verður skift út við »Elsa«,
tá báturin er liðugur. Tað er
navnið á yngstu dóttur Jan.
Hann hevur júst nú fingið
húsið upp á bátin og vónar at
fáa hann á sjógv næsta ár.
– Eg fari nokk at brúka
hann mest sum fiskibát
og til stimitúrar út eftir
Sørvágsfirði, sigur hann at
enda.
Gamla Norrøna er enn í Føroyum
Bjargingarbáturin frá gomlu Norrønu verður nú bygdur um til fiskibát.
Soleiðis fer báturin at síggja út tá hann er liðugur.
Jan Jacobsen hevur tað sum frítíðarítriv at
byggja bjargingarbátin um til fiskifar