Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-26, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mai 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 100 - 26. mai 2006 Visjón 2015 Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað er alt ov stórur vandi fyri, at visjón 2015 hjá landsstýrinum endar í fiasko Tað metir Reidar Nónfjall, stjóri á Føroya Handilsskúla. Hóast hann er stjóri í Føroya Handilsskúla, er tað mest við sínum 10 ára leiðsluroyndum í viðførinum, at hann setir eitt stórt spurnartekin við visjónsætlanina hjá landsstýrinum. Og hann metir rætt og slætt ikki, at føroyska samfelagið hevur tann neyðuga grundvøllin at byggja visjón-2015 omaná. Tí mælir hann staðiliga til, at landsstýrið parkerar visjónsætlanina í eini trý ár. Hesi trý árini skulu so brúkast til at fáa tær grundleggjandi fortreytirnar í rættlag til at byggja eitt framtíðar samfelag omaná. Við hesum hevur hann sostatt ikki sagt, at tað er høpisleyst at hava eina visjón fyri føroyska samfelagið. – Tað eiga vit at hava. Men skal visjón 2105 hava ein veruligan møguleika at eydnast, verður fyrst neyðugt at fáa nøkur grundleggjandi viðurskifti í føroyska felagnum í rættlag, sum vit síðani kunnu byggja víðari á. - Hevur tú eina fyritøku, har nógv ikki riggar, og har onki skil er á framleiðsluni, fert tú ikki at gera eina ætlan fyri, hvussu hendan fyritøkan kann verða nummar eitt í verðini. – Tú mást fyrst fáa tey innan­ hýsis viðurskiftini í rættlag fyri at hava eitt grundstøðið at standa á, áðrenn tú fert víðari og ger eina ætlan fyri at menna fyritøkuna til at verða heimsis bestu. – Eg kenni eina fyritøku, har ongin tordi at taka telefonina tá ið hon ringdi, tí tey stúrdu fyri klagum. Og tú fert altso ikki at leggja eina ætlan fyri at gera hesa fyritøkuna til heimsins bestu, fyrrenn tey grundleggjandi innanhýsis viðurskiftini eru fingin í rættlag! Betur at liggja í songini Og stjórin á handilsskúlanum nevnir eitt annað dømi: Fert tú til lækna, verður tú fyrst gjølliga kannaður fyri at vita, hvussu standurin er, áðrenn læknin skrivar reseptina, sum skal til fyri at grøða sjúklingin. – Í øllum strategiskum arbeiði er tað vanligt at gera eina støðulýsing fyrst. Tá ið hon er gjørt, hevur tú ein pall, har visjónin kann lagast omaná. Men visjónin má verða lagað til støðuna, sum hon veruliga er. Og Reidar Nónfjall metir, at tað er akkurát tað sama, sum skal til í føroyska samfelagnum, áðrenn vit kunnu stinga eina visjón út í kortið. – Áðrenn vit stinga eina visjón út í kortið, mugu vit vita, hvussu støðan er, bæði fíggjarliga, vinnuliga, innan lóggávu og innan ymsar samfelagsligar skipanir. – Tá ið vit hava fingið eina fullgreiða mynd av tí, vita vit, hvat skal rættast og hvat útgangsstøðið fyri visjónini skal vera. Men sjálvur er hann ikki í iva: – Føroyska samfelagið hevur í løtuni so stórar innanhýsis leiðsluligar-, bygnaðarligar- og fyriskipanarligar trupulleikar og veikleikar, at visión 2015 eigur at verða parkerað. Eitt, sum hann hugsar um í hesum førum er, at vit hava so nógvar kommunur, at tað er ómøguligt at skapa eitt veru­ ligt innihald í tí kommunala arbeiðnum. Hann vísir eisini á, at vinnan verður spjaðað sundur í alt ov smáar eindir við nógvum, smáum flakavirkjum og øðrum virkjum. Samstundis hava vit stuðuls­ skipanir, sum binda vinnuna fasta í mynstrið sum er og sum sostatt forða vinnuni í at laga seg til broyttar tíðir og broyttar umstøður. – Vinnupolitikkurin í dag er framvegis ein leivd frá fortíðini, tá ið vinnupolitikkur var sosial­ politikkur, bygdapolitikkur og vina- og kenningapolitikkur. Men tað vísir seg ikki sum um at vit ikki rættiliga vilja royna at koma burturúr hesi støðuni fyri at hugsa meiri vinnupolitiskt og rationelt. – Vit eru greið yvir, at før­oysk­ ar fyritøkur eru í kapping við útlendskar fyritøkur. Men sum samfelag eru Føroyar eisini í kapping við onnur samfeløg. Hendir tað seg, at føroyingar ikki trívast í Føroyum og ikki fáa avbjóðandi størv í Føroyum, flyta teir í onnur lond at búgva. Vit skulu ikki taka tað sum ein sjálvsagdan lut, at føroyingar vilja búgva í Føroyum fyri einhvønn prís. Og mangan vísir tað seg, at tað eru tey við góðum útbúgvingum, sum rýma og teimum taka onnur samfelag ímóti við opnum ørmum. Stór vandi fyri fiasko – Hesi komandi try árini eiga vit sostatt ístaðin at brúka orku og tíð upp á at fáa hesar trupulleikar í rættlag og at fáa tey grundleggjandi fortreytirnar í rættlag. Hann sigur, at við teimum trupulleikum og veikleikum, sum bæði landið, kommunurnar og vinnan hevur í løtuni, er vandin sera stórur fyri, at øll verkætlanin um visjón 2015 endar í fiasko. – Í løtuni er tað sum um, at landsstýrið ætlar sær at klintra upp á ein høgan fjallatind saman við leiðslum og starvsfólkum hjá tí almenna og úr vinnuni, men uttan at hesi hava neyðuga førleikan og royndirnar at fara undir ferðina. Harafturat verður farið avstað, hóast nógv útgerð manglar. Og tann útgerð og tey amboð, sum er til taks, virkar fyri tað fyrsta ikki, og fyri tað næsta er talan um útgerð og amboð, sum ongin hvørki torir ella dugir at brúka. – Og tað er púra greitt, at vand­ in fyri fiasko veksur munandi, jú verri førleikin er hjá teimum, sum skulu lyfta uppgávuna at gera Føroyar til heimsmeistarar og jú hægri málini eru og jú skjótari tey skulu røkkast – og jú truplari sjálvskaptu fortreytirnar eru. Reidar Nónfjall sigur, at eitt dømi um tað, er, at vit mangla hagtøl í Føroyum á nógvum økjum og tað hevur Hagstovan eisini gjørt vart við ferð eftir ferð. – Hvussu kunnu vit stýra einum samfelagi við ongum hagtølum, tí við ongum hagtølum kenna vit ikki støðuna og kenna vit ikki støðuna, ber ikki til at stýra frameftir, tí vit kenna ikki útgangsstøðið. – Við mínum royndum sum leiðari í skjótt 10 ár, er tað mítt páhald, at vórðu fleiri kanningar, sum PISA-kanningin, gjørdar um onnur viðurskifti í føroyska samfelagnum og í vinnuni, var úrslitið nógva staðni líka skelkandi. – Tað mest skelkandi er, at nú eru øll samd um, at tey eru Stórur vandi fyri at Visjón – Visjón 2015 hjá samgonguni byggir á kyksendi og tí eigur hon at verða parkerað. Heldur arbeiðið við visjónini fram, sum støðan er nú, er tað sum at noyða ein veikan sjúkling fram á gólv, áðrenn ein grundleggjandi grøðing er farin fram, sigur Reidar Nónfjall eftir 10 ára ára leiðsluroyndir í føroyska samfelagnum Í løtuni er tað sum um, at landsstýrið ætlar sær at klintra upp á eitt høgt fjall saman við leiðslum og starvsfólkum frá tí almenna og vinnuni, hóast vit vita, at hesi ikki hava neyðuga førleikan og royndirnar. Og tað verður farið avstað við vánaligari útgerð og vánaligum amboðum, sum ongin dugir ella torir at brúka ” Fantastum, droymarum og tosi, hava vit nokk av. Tað sum nú krevst, er at taka nakrar prinsippiellar avgerðir og at handla ”