fríggjadagur 26. mai 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 100 - 26. mai 2006
23
skelkað av Pisa-kanningini. Tað
eri eg ikki, tí hetta hava verið
sjónligir trupulleikar í nógv
ár. Hetta eru eisini trupulleikar,
sum øll hava vitað um, men
ábyrgdarhavararnir hava bara
latið staðið til.
– Verður visión 2015 ikki rætt
fyrireikað og framd í verki, kann
henda lættliga seta Føroyar enn
fleiri ár aftur í tíðina.
Reidar Nónfjall sigur, at í
nýggjari tíð hava vit dømi um,
at stórar og visjonerar politiskar
ætlanir, hava steðgað arbeiðinum
við framtíðini hjá Føroyum, tí
politiski førleikin og evnibi at
seta slíkar verkætlanir í verk
vóru ikki til staðar.
Hann sigur, at í hesum sam
bandi hugar hann ikki minst um
fullveldisætlanina hjá undan
farna landsstýri.
Onki kom burturúr og
onki kemur burturúr
Reidar Nónfjall minnir á, at
herfyri vóru føroyingar í India á
vitjan.
– Tá setti eg spurnartekin við
endamálið og úrslitið, sum fór at
koma burturúr. Eg spurdi, hví
løgmaður og vinnan ikki vitjaðu
OECD fyrst, og har fingu innlit
í, hvørja idealstøðu Føroyar og
vinnan skulu liva upp til.
Hann sigur, at enn er púra
ógreitt, hvat vit skulu liva upp til
í Føroyum, eitt nú tí at heimsins
fremstu lond í OECD eru so
ymisk búskaparliga og eru í
ávísum førum eisini heilt øðrvísi
samfelagsliga.
– Í skjótt eitt ár, hava vit ikki
hoyrt annað enn, at vit skulu
samanbera okkum við heimsins
fremstu lond í OECD. Men
politiski myndugleikin hevur ikki
gjørt sær greitt, hvat tað veruliga
inniber.
– Tað hevði verið ógvuliga
náttúrligt fyrst at avstemma
Føroyar við heimsins fremstu
lond í OECD og síðan vitja
fjarðskotin lond um eitt ella tvey
ár.
– Seinastu tíðina er so Pisa-
kanningin komin, har Føroyar
kunnu gera samanberingar
við onnur lond. Úrslitið bara
staðfestir, at tað var burturvið at
vitja India, áðrenn vit hava fingið
skil á okkara heimliga umhvørvi.
– Onki ítøkiligt er heldur
komið burturúr ferðini og onki
fer at koma burturúr, sigur
Reidar Nónfjall.
– Nú er at tora at vitja fram
komin lond í OECD, har summi
eisini eru okkara næstu grannar,
og gera enn fleiri samanberingar
og síggja sannleikan í eyguni.
– Skulu vit gera okkum nakrar
vónir um at bjóða okkum fram
sum strategiskir samstarvsfelagir
ella at selja okkara framleiðslu,
mugu vit gera eitt sera umfatandi
og professionelt heimaarbeiði hjá
tí almenna og í vinnuni.
– Tað er í roynd og veru hetta,
sum, tað ræður um hesi komandi
trý árini, sigur Reidar Nónfjall.
Hann staðfestir, at tað er onki
galið í, at føroyska samfelagið og
vinnan royna at leggja seg uppat,
hvat hendir á altjóða stigi og at
vit vilja samanberast við onnur
framkomin lond.
– Men vit hava vitað um
vánaligu støðuna í skúlunum
í fleiri ár og tað er skeivt og
ábyrgdarleyst at lata standa
til, inntil vit hava fingið “lík
á borðið” ella til ein OECD-
kanning sker støðuna út í papp
fyri okkum.
– Hetta er at flýggja undan
ábyrgd og tað sigur seg sjálvt, at
slíkur passivitetur, hevur við sær,
at vit verða langt afturútsigld á
flestu økjum og tann, skaði, sum
er hendur, bøtist ikki aftur.
Reidar Nónfjall heldur ikki, at
hetta er í andsøgn til, at hann vil
hava útlendskar stovnar at gera
eina støðulýsing av føroyska
samfelagnum, tí skal tann
strategiska menningin eydnast,
mugu vit taka samanum, finna
útav, hvar samfelagið stendur og
hvørjir trupulleikarnir eru, so at
vit kunnu loysa teir í felag.
Ov nógvar
bulldog-skipanir
Í hesum sambandi sipar Reidar
Nònfjall eisini til eitt enskt
orðatak, sum sigur: Don´t
give a bulldog lipstick, ella á
føroyskum: Gev ikki einum
bulldog varrasmyrsl.
– Hetta verður sagt um tað at
sminka nakað andskræmuligt,
sum heldur eigur at verða
grundleggjandi broytt ella
nútímansgjørt.
– Vit hava ov nógvar bulldog-
skipanir í Føroyum, staðfestir
stjórin í Handilsskúlanum.
Men hann staðfestir eisini,
at ein støðulýsing av øllum
tí føroyska samfelagnum
og vinnuni eigur at gerast av
óheftum fakfólkum á einum
útlendskum stovni, so at
landsstýrið og aðrir týðandi
áhugabólkar ikki hava nakra
ávirkan á úrslitið.
– Síðan eigur landsstýrið og
vinnan at syrgja fyri at rudda
verður upp í øllum teimum
trupulleikum, sum eru í
samfelagnum og vinnuni
Hann sigur, at tástaðni er klárt
at stinga eina politiska visión-
2020 úr í kortið.
– Hvussu kunnu vit í Føroy
um gera okkum galdandi
í kappingini um tøkniliga
nýskapan, íverkseting og
framleiðslu í vitanartungum
vinnum við einum tali av
verkfrøðingum, sum er 0,7%
av arbeiðsmegini, har talið
á verkfrøðingum í Danmark
er 2,5% av arbeiðsmegini og
har verkfrøðingarnir í OECD-
londunum í miðal eru 4% av
arbeiðsmegini, spyr Reidar
Nónfjall.
– Og hvussu kunnu Føroyar
gerast heimsmeistarar um níggju
ár við vánaligasta fólkaskúla í
OECD, spyr hann eisini.
Og hann spyr víðari:
– Hvussu kunnu Føroyar gerast
best í OECD uttan professionella
politiska toppleiðslu og
professionella leiðslu í vinnuni.
Tá ið hann tosar um politiska
toppleiðslu, hugsar hann um
landsstýrið.
– Hvørji krøv seta vit til
landsstýrisfólk? Krevja vit, at
tey skulu hava vinnuligar og
leiðsluroyndir? Nei, tað gera vit
ikki, tí í Føroyum kunnu fólk
koma inn av gøtuni og beint í
landsstýrið. So lætt er tað ikki
at gerast ráðharri í londunum
rundanum okkum, tí í fram
komnum londum verður roynt at
fáa ordiligar profilar í landsins
stjørn.
– Hvussu kunnu Føroyar gerast
best í OECD, sjálvt um nógv í
Føroyum framvegis gongur út
uppá at røkja egin áhugamál og
vina- og kenningarpolitikk?
Hann staðfestir, at vina- og
kenningapolitikkur blomstrar í
hesum landi og í nógvum førum
eru vit sum ein stór familja.
– Vit eru altso bara sløk
50.000 fólk í hesum landi,
men kortini hava vit einar 230
kommunalpolitikarar, 32 løg
tingslimir, umframt øll hini, sum
onkusvegna fáast við politikk.
Tað ger, at vit møta politikarum
við fótbóltsvøllin, í svmijihøllini
og í náttklubbanum og tí er
óneyðugt at kjakast so leingi um,
hvussu vanligur vina -og kenn
ingapolitikkurin er í hesum landi.
– Hvussu kann føroyska
samfelagið og vinnan gerast
best í OECD við leiðslum og
starvsfólkum, har nøkur í dag
liga arbeiðnum stríðast við rús
drekkatrupulleikum og ringari
uppmøting.
– Hetta seinasta sigi eg ikki av
ongum, tí hetta havi eg upplivað
fleiri ferðir.
Hann vil ikki nevna dømi, men
hann hevur fleiri ferðir verið úti
fyri, at rúsdrekka hevur verið
uppi í, tá ið føroyingar hava
umboða okkara vinnulív og
myndugleikar í útlendskum høpi.
– Kanska er hetta lítisvert at
nevna, men at slíkt yvirhøvur
kemur fyri nú á døgum, sigur eitt
sindur um skeivan hugburð og
manglandi professionalismu og
her skal broyting koma í, skulu
vit gera okkum nakrar vónir um
at vinna fram á leið.
– Eg skal ikki skera øll yvir ein
kamb, verri enn so, men bara
tað, at slíkt ikki er óvanligt, er so
skaðiligt fyri umdømið okkara
uttanlands at tað er ikki til at
sleppa av aftur við slíkt umdømi.
Samstundis vísir hann á, at vit
hava havt hall á fíggjarlógini í trý
ár á rað, og tað enntá í hampiliga
góðum tíðum og tað skal so
fíggjast antin við lántøku ella við
innistandandi.
Visjónir eru fyri
sunn samfeløg
Reidar Nónfjall sigur, at onkur
vil kanska halda fast um, at júst
hetta vánaliga útgangsstøðið
og skelkandi úrslitið frá Pisa-
kanningini er prógv um, at vit
eiga at fara undir visjón 2015.
– Men her má eg vísa til eina
gamla sannroynd, sum er, at
visjónert arbeiði og strategisk
menning eru bara fyri eitt sunt
samfeløg, sunnar stovnar, og
sunnar vinnur og fyritøkur.
– Hetta merkir í myndatalu, at
er sjúklingurin veikur og illa fyri,
er frægast at lata hann liggja í
songini, tí verður hann noyddur
fram á gólv, er alt ov stórur vandi
fyri, at hann doyr.
– Tað skal ein grundleggjandi
grøðing til, áðrenn sjúklingurin
kann fara á føtur aftur og taka
eitt tak.
Føroyar liva ikki upp
til minstukrøvuni
Reidar Nónfjall sigur sostatt, at
á nógvum økjum liva Føroyar í
løtuni ikki upp til minstukrøvuni
fyri at reka eitt væl skipað og
demokratiskt samfelag og ein
professionellan almennan sektor
og eina pofessionella vinnu.
– Fantastum, droymarum og
tosi hava við nokk av – tað
sum nú krevst, er at taka nakrar
prinsippiellar avgerðir og at
handla. Politiskar visjónir og
politiskur kreativitetur uttan
handling, kann gerast enn
skaðiligari fyri samfelagið og
vinnuna, enn tað vit hava sæð
higartil.
– Eitt tað fyrsta, sum má
gerast, er, at vit sjálvi skifta
inkompetentar leiðslur og
starvsfólk út, bæði hjá tí
almenna, í politisku skipanina og
í vinnuni.
– Tað verður ein harður kostur,
men hann er lívsneyðugur, sigur
Reidar Nònfjall.
– At fara undir at profilera, ella
at “branda” Føroyar og føroyska
vinnu, er eitt vandamikið spæl at
fara undir, tí ið vit vita, hvussu
veikar og óprofessionellar
skipanir nógv byggir á.
– Tað má tí ikki henda, at
farið verður út í stóru verð við
einum branding av Føroyum og
føroyskari vinnu, sum byggir á
nakað óektað, falskt ella fupp,
sigur stjórin á handilsskúlanum.
– Áðrenn nakra branding,
má ruddast upp og altjóða
standardir setast fyri dygd og
professionalismu allastaðnis í
samfelagum og vinnuni, leggur
hann afturat.
2015 endar í fiasko
Gev ikki einum bulldog varra
smyrsl. Vit hava ov nógvar
bulldog-skipanir í Føroyum
”
Visiónert arbeiði og strategisk menning eru bara fyri eitt sunt
samfeløg, sunnar stovnar og eitt sund vinnulív. Hetta merkir í
myndatalu, at er sjúklingurin veikur og illa fyri, er frægast at
lata hann liggja í songini og ikki noyða hann fram á gólv
”
Eitt tað fyrsta,
sum má gerast,
er, at skifta út
inkompetentar
leiðslur og starvsfólk,
bæði hjá tí almenna,
í politisku skipanina
og í vinnuni. Tað
verður ein harður
kostur, men hann er
lívsneyðugur
”
- Áðrenn vit fara undir eina
visjón 2015, mugu vit fyrst fáa
tey innanhýsis viðurskiftini
í Føroyska samfelagnum í
rættlag. Men her manglar nógv
í og vit hava rætt og slætt ikki
tann neyðuga grundvøllin at
byggja visjón-2015 omaná.
Tí er tað neyðugt at parkera
visjónsætlanina í eini trý
ár, sigur Reidar Nònfjall um
visjón-2015 ætlanina hjá
landsstýrinum