fríggjadagur 26. mai 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 100 - 26. mai 2006
Blaðtekning
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tær báðar donsku kvinnurnar,
Louise C. Larsen og Amalie
Foss, tann fyrra kunsthistoriker,
mag. art. og hin tekstrithøvundi
eru í hesum døgum við at skriva
eina bók um blaðtekningina í
Norðurlondum. Amalie Foss
er abbadóttir kenda danska
blaðteknaran Hans Bendix.
Í hesum sambandi hava tær
víst stóran áhuga fyri fram
sýningini við blaðtekningum
í Norðurlandahúsinum.
Framsýningin hevur givið
teimum íblástur til eisini at fáa
teknarar úr Føroyum og Íslandi
við í komandi fyrsta stórverk av
sínum slag um norðurlendskar
blaðteknarar og sera ríku
søguna hjá blaðtekningini í
Norðurlondum.
Sosialurin hitti tær báðar
á Café Norden í Kjøpinhavn
herfyri fyri at umrøða framsýn
ingina, sum seinni í ár ella
komandi ár verður sett upp á
Bryggjuni í Keypmannahavn.
Tað er í hesum sambandi, at tær
eisini vilja seta ljóskastaran á
Óla P og hansara teknilist.
Heitið á bókini verður
”Stregens Nødvendighed – Kritisk
bladtegning i Norden”Bókin
verður gjørd í samstarvi við
Teckningsmuseet i Laholm
og Fiinish Comics Society i
Helsinki.
Tær báðar siga m.a. við
Sosialin: - Den nordiske blad
tegning er en uhyre vigtig del
af Nordens mediekultur og unik
ved at vægte den kunstneriske
linje. Et samarbejde på tværs af
hele Norden vil være en meget
vigtig manifestation for vores
fælles kulturarv.
For den nordiske bladtegning
er unik ved at forene kunst med
kritik. Gennem at insistere på
kunsten formår den at skabe
synteser af dagens diskussioner,
der bliver så centrale for vores
forståelse af disse, at tegningerne
siden bliver uundværlige i vore
historiebøger.
Men hvad det er den gør,
bladtegningen, og hvordan den
får sin betydning, har ingen taget
op til diskussion til nu – og da
slet ikke i nordisk regi.
Det er grunden til, at vi plan
lægger et bogværk over den
nordiske bladtegning nu som
før, der vil være rettet mod
undervisere, journalister og alle
andre interesserede siga tær
báðar kvinnurnar.
Teir hava so eisini eitt ynski
um at kunna geva bókina út um
somu tíð, sum framsýningin
”Blaðtekning og demokrati”
letur upp á Bryggjuni í Keyp
mannahavn, helst á vári 2007.
Óli P við í bók um blaðteknarar
í Norðurlondum
Louise Larsen og Amalie Foss, sum eru við at skriva eina bók um norðurlendskar blaðteknarar, harímillum Óla Petersen og íslendska
starvsfelagan Sigmund Jóhannesson. Her í Norðurlendskum umhvørvi í Keypmannahavn
Mynd: Jan Müller