fríggjadagur 26. mai 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 100 - 26. mai 2006
25
Nógv fólk hava vitjað í Norðurlandahúsinum seinastu
vikurnar til ymsu tiltøkini har, og í tí sambandi hava
mong leitað sær innar at síggja framsýningina við
blaðtekningum. Avgjørt er at hava framsýningina
hangandi til 5. juni.
Framsýning
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Framsýningin í Norðurlandahúsinum ”Blaðtekning og demokrati” hevur
nú verið opin í góðar 3 vikur. Framsýningin, sum fevnir um tekningar hjá
tilsamans 9 norðurlendskum blaðteknarum, lat upp 22. apríl og verður opin til
5. juni. Tá verður hon tikið niður aftur og goymd til hon verður sett upp aftur í
Norðurlandahúsinum í Reykjavík
og á Bryggjuni í Keypmannahavn.
Áhugin fyri at síggja tekningarnar
hevur verið stórur verður sagt úr
Norðurlandahúsinum , og tey hava
tí gjørt av at lata framsýningina
hanga uppi í góðar tvær vikur
aftrat. Tvs. at hon verður eisini at
síggja, tá Mentanarnáttin verður
hildin 2. juni.
Stórur áhugi fyri
blaðtekningunum
Útlendsk bløð hava
gjørt nógv burtur úr
tekniframsýningini í
Norðurlandahúsinum,
eitt nú størsta blaðið
í Íslandi, sum brúkti
eina heila litsíðu
uppá upplatingina av
framsýningini.
Hannis Egholm, sum eisini telist millum frægu teknararnar í landinum, gjørdi hesa tekningina av luttakarunum á
tekniframsýningini , tá hon lat upp fyri einum mánað síðani.
Frá framsýningini í
Norðurlandahúsinum,
sum er opin til 5. juni