fríggjadagur 26. mai 2006síða 31
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
– Tað var gamalt, at
føroyskir menn fóru í
aðra bygd at finna sær
eina konu. So sum so er
tað lítið nýtt ella løgið
í at brúka net-dating
at leita sær eitt sprund,
har fólk ikki kenna teg,
sigur Ólavur í Beiti,
sum í dag gevur út
bókina Tjatt, ið millum
annað er ein lýsing av
net-fríggjaríi í øllum
sínum fjølbroytni
Nýgg bók
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Høvundurin Ólavur í Beiti er
í dag aftur á gøtuni við eini
nýggjari bók, ið sum vanligt er
ein viðkomandi viðmerking til
okkara tíð og samfelag. Evnið
hesuferð er alnetið og serstakliga
nógv útbreiddi áhugin fyri
tjatt og net-dating, ella net-
fríggjaríi, sum tað kanska eitur
á føroyskum. Væl vitandi, at tað
finnast nógvir fordómar móti
hesum nýggja fyribrigdi, roynir
høvundurin at fáa tað niður á
jørðina, og geva eitt so sakligt
innlit í tað, sum til ber.
– Tjatt og net-dating eru bara
nýggir mátar. Tala á skrift, kanst
tú eisini kalla tað. Tað er ongin
grund til at yvirdramatisera
tað, og í øllum førum fær tað
ongantíð annað innihald, enn tað
vit menniskju sjálvi geva tí, sigur
Ólavur í Beiti.
Metið sjálvi
Bygnaðarliga er bókin sett saman
av hugleiðingum um alnetið og
longri og styttri útskriftum av
enskum tjatt samrøðum millum
Samfred Gunsbourgh og ymsar
dámur. Hugleiðingarnar snúgva
seg í stóran mun um royndirnar
hjá høvundanum sjálvum við
alnetinum, men royna ikki at
meta um, hvussu hetta nýggja
fyribrigdið hevur ávirkað okkum
menniskju. Ta kanningina hava
vit enn til góðar, sigur hann,
so ímeðan vit bíða, bjóðar
høvundurin lesararum eitt høvi
til sjálvi at meta um, hvat tjatt
og net-dating í grundini er fyri
nakað.
– Í mínum kanningararbeiði
havi eg lisið hópin av tjatt
samrøðum, har eg so havi tikið
nakrar við í bókini sum dømi.
Eg havi við vilja ikki týtt tær
til føroyskt, fyri at tær skulu
varveita sítt trúvirði. Eitt nú
net-dating gongur sum oftast
fyri seg á enskum, og tað hevði
jú verið rættiliga kunstigt, um
eitt tjatt millum Samfred og eina
filipinska dámu gekk fyri seg á
føroyskum, sigur Ólavur.
Hvørt Samfred og dámurnar
eru fiktivir persónur ella
ikki, heldur Ólavur ikki vera
viðkomandi ella áhugavert í
hesum høpi. Tí hevur hann
eisini valt, at skera burtur
allar persónligar upplýsingar,
ið møguliga kunnu avdúka
samleikan, hjá teimum, sum
tjatta.
– Bókin snýr seg um tjatt, ikki
um, hvør tað er, sum tjattar.
Tíverri hava føroyskir høvundar
tann trupulleika, at nógvir lesarar
sum eitt tað fyrsta royna at finna
út av, um bókin nú “passar” ella
ikki. Og tað er stórt spell. Ikki
bara tí tað eftir mínum tykki
kann vera fullkomilig líka mikið,
men serliga tí tað avmarkar
lesiupplivingina í ólukkumát,
sigur Ólavur.
– Hinvegin, ein bók skal altíð
fáa lesarar at trúgva, at tað, sum
høvundurin fortelur, er satt. Tað
krevur so aftur, at lesarin gongur
við uppá treytirnar, bókin setur. Í
hesum føri eru ikki aðrar treytir,
enn at lesarin smoyggir sínar
møguligu fordómar av sær eina
løtu og lesur og dømir sjálvur,
sigur Ólavur.
Vegleiðing
Sjálvur dylir Ólavur ikki yvir,
at hann heldur tað vera spell at
net-dating hevur fingið so ringt
orð á seg. Tað finnast hópin av
menniskjum, sum hava funnið
eydnuna og fingið ein nýggja
møguleika í lívinum umvegis
net-dating, og slíkt eiga vit onnur
ikki at háa ella seta okkum sum
dómara yvir, heldur hann. Ikki
tí, hann dugir væl at síggja
vandarnar, og lýsir eisini væl og
viðiliga, hvussu ein kann royna
at verja seg fyri teimum.
– Í so máta kann bókin brúkast
sum ein vegleiðing til, hvussu
ein best kann stýra runt í hesum
ofta fløkta netheimi. Net-dating
er framvegis ikki nakað, vit tosa
serliga opið um. Tí kann tað utta
iva eisini verða kærkomið hjá
onkrum, sum hevur hug at royna
seg, at sleppa at seta seg í frið og
náum við bókini og finna út av,
hvussu ein ber seg at.
Spurdur um, okkurt ikki er
galið, tá fólk brúka so nógva tíð
uppá slíkt tjatt, sigur Ólavur, at
hatta kanska sigur meir um tann,
sum spyr, enn um tann, sum
tjattar.
– Tað finnast so nógvar ymiskar
orsøkir til, hví fólk tjatta. Kanska
er tað dreymurin um at finna
eydnuna, forvitni, einsemi ella
bara ganska vanligt tíðsfordrív.
Sum sagt er hetta bara ein
nýggjur máti at hitta onnur fólk
ella kanska finna
sær ein maka. Satt
at siga skilji eg
ikki rættiliga, hví
net-dating ofta
verður hildið bara
at vera ein kaldur
og kyniskur máti at
skora sær eina dámu.
Tað fær so illa verið
kyniskari, enn at tú
fert í dans, drekkur teg hamrandi
skít og vaknar upp morgunin eftir
og ikki hevur hóming av, hvør
tað er, sum liggur við síðuna av
tær, sigur Ólavur.
Fragmenterað
endurspegling
Umframt at lýsa net-dating,
roynir bókin at geva eina
sera breiða mynd av øllum
møguleikunum, netið hevur at
bjóða. Í so breiða, vil onkur
kanska halda, við tað at bókin
ofta hevur lyndi til at leypa frá
einum evni til eitt annað uttan
samanhang. Men møguliga
er hetta nettup ein roynd hjá
høvundanum at lata bókina
endurspegla tað eyðkenda
fragmenteraða alnetið.
Um ein skal leita eftir onkrum
slagi av niðurstøðu í hugleiðandi
partinum av bókini, má tað
verða, at alnetið provokerar mest
sum allar okkara siðbundnu
hugsunarhættir. Ikki bara tí
alnetið setir øll vanlig mørk úr
gildi, men eisini tí tað letur upp
fyri nøkrum møguleikum, okkara
siðbunda samfelag als ikki
hevur fyrireikað seg uppá. Sum
dømi frá veruleikanum nevnir
høvundurin ein ungan svenskara,
sum á síni sjálvuppgávu hevði
upplýst, at hann vann sær 23
milliónir svenskar krónur árið
fyri umvegis sína heimasíðu.
At talan var um ein nýggjan
vinnuveg á alnetinum, hevði
skattavaldið onga hóming av,
og mátti fáa sær serkøna hjálp,
áðrenn tey vórðu sannførd um,
at ungi svenskarin ikki var ein
brotsmaður av ringasta slag.
Tjatt er útgivin á forlagnum
Grønhólmur og kemur í
bókahandlarnar í dag.
Nýggj bók um tjatt:
Lesið og dømið sjálvi
Millum mangt annað bjóðar høvundurin Ólavur í Beiti lesararum eina vegleiðing í net-dating í nýggju bók síni,
Tjatt, sum kemur út í dag
Nr. 100 - 26. mai 2006