Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-26, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mai 2006síða 32

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 100 - 26. mai 2006 34 Hjálandaveldi Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Mynd: Álvur Haraldsen Kendir fyri at rópa hart um før­oyskt fullveldi og vantandi tol­semi, var tað kanska ikki so óvænt­að, at síggja bólkin 200 á listan­um yvir luttakarar á polit­iskt listarligu verkætlanini hjá NIFCA um norðurlendskt hjá­landaveldi. Men tað eru ikki bara nakrir áhoyrarar afturat, sum møguliga eru raknaðir við eftir luttøkuna hjá 200 í hesum høpi. – Verkætlanin hevur í øllum føri latið míni eygu upp fyri, at kolonialiseringin av føroyingum er eydnast munandi betri, enn tey flestu av okkum vilja vita av. Spurningurin er, um ikki tjóðin hevur tikið óbótaligan skaða, grun­ ar Niels Arge Galán, sangari í 200. “Besnissað” – At Føroyar er ein donsk koloni, vita vit væl, um vit vilja viðganga tað ella ikki. Trupul­ leikin er, at vit so leingi hava latið sum um, tað ikki passar, at vit ikki síggja tað longur, sigur Niels, sum lýsir trupulleikan sum eitt slag av ósjónligari sálarligari imperialismu. “Besnissað” er fyrsta orðið, Niels kemur í tankar um, tá hann verður spurdur, hvat eyðkennir hesa sálarligu imperialismuna. Tað var orðið, Ólavur Rasmussen, prestur, brúkti um homofobiska rákið, har oddafólkini vildu vera við, at tey elskaðu syndaran men hataðu hansara synd. Besnissaða sálarliga kolonialiseringin av føroyingum virkar uppá sama máta, tí snildið gongur út uppá, at fáa nakað vandamikið at síggja so fitt og harmleyst út, at offrið sjálvt til endan trýr uppá lygnina – nakað, ið Niels heldur er eydnast í ólukkumát í Føroyum. – Tí passar tað okkum eisini fínt, at sleppa at ganga her og spæla fólk í húsi við okkara føroysku pengaseðlum. Tað hava vit gjørt so leingi, at vit ikki longur leggja merki til, at pengaseðlarnir í veruleikanum ikki eru føroyskir. Og tí seta vit heldur ikki spurnartekin við sovorðið djúpt løgið sum, at keypir tú eina Pepsi í Havn, kanst tú vinna eitt atgongumerkið til eina konsert við Nick og Jay í Keypmannahavn og á veg út aftur úr handlinum sært eitt skelti við “Tak for besøget”. Hevur tú arbeitt nóg leingi á brennistøðini leggur tú heldur ikki merki til luktin longur, men tú andar hann í teg hvønn dag, sigur Niels, sum heldur tað vera naivt at billa sær inn, at sálarlig imperialisma av hesum slag ikki fær avleiðingar í longdini. Smá tekin – Sjálvandi ger tað okkurt við fólk, at teirra virði og samleiki systematiskt verða skúgvað til viks og endaligu avgerðirnar altíð verða tiknar onkra aðra­ staðni, sigur Niels, sum heldur tað vera eyðsæð, at hetta í síðsta enda fær fólk at halda uppat at trúgva uppá, at tey sjálvi duga at stinga sína framtíð út í kortið. – Gamaní er fullveldi fyrsta treytin fyri, at vit sleppa at liva sum føroyingar í egnum landi, men tað krevur eisini, at vit tora at traka fram og siga, hvat tað er fyri eitt samfelag, vit vilja hava. Eg havi í øllum førum ikki hug at liva í einum fullveldi, har tað er banna at vísa The Da Vinci Code í biografinum, og prestar sleppa at fordøma tey samkyndu, sigur Niels og leggur afturat, at tí eru upprópini frá 200 heldur ikki vend móti dønum, men móti føroyingum sjálvum um at rakna við og gera sær nakrar tankar um, hvat tey tað er fyri eitt samfelag, vit eru í ferð við at skapa. Sjálvt um kjaki um fullveldi og tolsemi beint nú er tagnað og føroyingar enn einaferð tykjast vera kropnir inn undir dýnuna aftur, heldur Niels glottar vera at hóma. Tekini eru kanska smá, men tað er so altíð nakað, at før­ oyingar nú tora at siga “samkynd” uttan at rodna, heldur hann. – Um ikki annað, kann mann ugga seg við, at tað hagtalsliga eru fleiri føroyingar, sum keypa fløgurnar hjá 200, enn ið atkvøða fyri Miðflokkinum. So nei, eg trúgvi ikki at fólk eru líkaglað, ella at vit hava rópt fyri deyvum oyrum, sigur Niels, sum kortini væntar, at 200 framyvir ferð at brúka minni orku uppá at rópa. – Burtursæð frá tónleikinum er okkara drívmegi áhugin fyri politikki og harvið fyri hvørji virði skulu leggja støði í okkara samfelag. Tí kann vænti eg eis­ ini, at okkara tekstir framyvir verða av einum meir grunandi Sálarlig imperialisma luktar – Politiska kolonialiseringin av føroyingum er líka besnissað, sum homofobiska rákið. Bæði snúgva seg um at fáa nakað vandamikið at sígga so fitt og harmleyst út, at offrið sjálvt til endan trýr uppá lygnina. Spurningurin er, um føroyska tjóðin ikki longu hevur tikið óbótaligan skaða, sigur Niels Arge Galán, sangari í bólkinum 200, ið er eitt av føroysku umboðunum í verkætlanini “Re- thinking Nordic Colonialism”