Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-26, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mai 2006síða 33

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 100 - 26. mai 2006 35 Hjálandaveldi Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Mynd: Álvur Haraldsen – Tú kanst bara læra av søguni, um tú kennir hana. Millum nógv annað er hendan verk­ ætl­anin ein roynd at skriva eina hjálandasøgu, sum ongan­tíð bleiv skrivað, tí vit lótu sum um, hon ikki var til, siga Tone Olaf Nielsen og Frederikke Hansen, kuratorar og samskiparar, um orsøkina til, at Norðurlandastovnurin fyri samtíðarlist, NIFCA, fór undir stóru verkætlanina “Re- thinking Nordic Colonialism”, sum í løtuni hevur Føroyar sum leikpall, áðrenn hon fer víðari til Finlands komandi mánað. Minnismissur Sambært stigtakararnum er norðurlendska hjálandasøgan ein døkkur kapittul, sum tykist at verða gliðin út úr minninum á summum norðurlendskum tjóðum. Hvussu tilvitaður hesin minnismissur er, kunnu vit bara gita um. Í øllum førum kunnu vit staðfesta, at meðan eitt nú bretska hjálandasøgan er neyvt og samanhangandi lýst í eini røð av útgávum, finnast tað bert hissini og leysrivnar lýsingar av norðurlendskari hjálandasøgu, vísa Tone og Frederikke á. – Eitt er, at tað stórt sæð ikki verður undirvíst í hesum í skúlum í norðurlondum. Men tað finnast faktiskt eisini væl útbúgvin fólk, sum meina, at tað ikki er neyðugt at taka hendan partin av okkara søgu upp til nýggja umhugsan, sigur Frederikke, sum undrar seg yvir, at tað ber til at billa sær inn, at fleiri hundrað ára ágangur móti hjálondum ikki hevur havt sínar avleiðingar – eisini fyri nútíðina. – Sjálvandi er tað svárt at standa andlit til andlit við hendan partin av okkara søgu, men tað frítekir okkum ikki fyri ábyrgdina at læra av henni. Tað er ongin ivi um, at nógvir av teimum trupulleikunum, norðurlendsk samfeløg standa við í dag, eitt nú vantandi tolsemi, fremmandahatur og blind nationalisma hava røtur aftur í hjálandasøguna. Um vit læra okkum at skilja, hvørjir dynamikkir stýra eini slíkari gongd, ber tað kanska til at broyta hana, sigur Frederikke. Kjakið mátið fyri succes Tankin aftanfyri “Re-thinking Nordic Colonialism” er ikki at finna fram til ein endaligan sannleika um norðurlendskt hjálandaveldi. Ein slíkur finst neyvan, og eftir-hjálandastøðan, vit nú eru í, er ein áhaldandi og broytilig gongd, sum tað illa ber til at gera niðurstøður um. Kortini ella kanska júst tí kann ein fjølbroytt listaverkætlan, sum hendan, bjóða seg fram sum eitt slag av søguskriving í mátanum, hon fær hýst so nógvum vinklum, sum til ber, halda Tone og Frederikke. - Hjálandasøga kann sigast uppá so nógvar mátar. Styrkin við eini listarligari tilgongd er, at listin brýtur niður mørk, bæði millum vitanarøki, lond og fólk, og letur upp fyri, at tú kanst deila tínar royndir við onnur. Tað er ongin ivi um, at hetta hevur givið teimum sera ymisku luttakararnum eina serliga kenslu av solidariteti, sigur Frederikke, sum, eins og Tone er sannførd um, at politikkur og list eru tvær síður av somu søk. – Listarliga dimensiónin fær samstundis flutt hjálandakjakið av politiska pallinum og út millum tey, tað rakar og snýr seg um. Og okkum øll, fyri tann skuld. Tí máta vit heldur ikki okkara succes við verkætlanini eftir, hvussu nógvir áskoðarar koma til tey eisnstøku tiltøkini, men eftir hvat kjak hon megnar at skapa, siga tær báðar. Skriva hjálandasøgu Okkara minni um norðurlendskt hjálandaveldi er eyðkent av blindum blettum. Tað er hesar, heldur enn ein endaligan sannleika, verkætlanin “Re-thinking Nordic Colonialism” hevur sett sær fyri at avdúka, siga Tone Olaf Nielsen og Frederikke Hansen, samskiparar – Tað er ongin ivi um, at nútíðar trupulleikar sum fremmandahatur, blind nationalisma og vantandi tolsemi hava røtur aftur í hjálandasøguna, siga Tone Olaf Nielsen og Frederikke Hansen, kuratorar í verkætlanini “Re- thinking Nordic Colonialism” og hugsunarsomum slag, sigur Niels. Um 50 ár At søgan endurtekur seg, plagar sjáldan at boða frá nøkrum góðum. Men í stríðnum fyri at sleppa at liva í eini sjálvstøðugari tjóð, er tað kanska júst hetta, vit skulu seta okkara álit á, heldur Niels, og sipar til ein av sangunum hjá 200, ið hevur heitið “Um 50 ár”. Sangurin snýr seg í stuttum um, at sjálvt um hvørt einasta stig á sjálvsstýrisleið hevur verið fyri sterkari mótstøðu, tykjast allir føroyingar taka undir við tí, tá tað umsíðir er framt. – Vit skulu minnast til, at afturhaldskreftir hava stríðst minst líka inniliga ímóti, at føroyingar skuldu hava sítt egna mál og flagg, sum tær í dag stríðast ímóti at blokkstuðulin verður tikin burtur. Men í dag fært tú ongan at siga, at vit heldur átti at tosa danskt og flagga við Dannebrog. Og soleiðis er tað allan vegin ígjøgnum. Fyri fimm árum síðani vóru tað fá onnur enn fullveldisfólk, sum tosaðu um at yvirtaka fólkakirkjuna. Í dag sært tú sambandsmenn ganga á odda í tí stríðnum, sigur Niels og leggur afturat, at tað er ikki bara tað, at fólk ikki kundu droymt um at skrúva tíðina aftur í sjálvstýrisgongdini. Løgið nokk tykist tað ikki, sum at nakar yvirhøvur vil kennast við støðuna, sum hon var áðrenn. – So um søgan endurtekur seg, mugu vit ganga út frá, at ongir sambandsmenn eru til um 50 ár. Tá so børnini hava hoyrt okkurt graml og fara at spyrja, hvat ein sambandsmaður er fyri nakað, fara sambandsabbarnir at biðja tey fara út at spæla og ikki spyrja so nógv, sigur Niels, við sínum eyðkenda 200-skálkabrosi. ikki –Innast inni vita vit væl, at Føroyar er ein donsk koloni. Vit hava bara latið sum um, tað ikki passar so leingi, at vit ikki síggja tað longur, sigur Niels Arge Galán, sangari í 200 – Eg havi í øllum førum ikki hug at liva í einum fullveldi, har tað er banna at vísa The Da Vinci Code í biografinum, og prestar sleppa at fordøma tey samkyndu ”