fríggjadagur 26. mai 2006síða 34
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 100 - 26. mai 2006
36
Rókur Jákupsson Jakobsen
rokur@sosialurin.fo
Kórsangurin trívist
í Føroyum
Sigvør Laksá er ein av fyri
reikarunum til Kórstevnuna. Í ár
var tað felagskórið Gøta/Leirvík
ið saman við Kórsamband
Føroya ið skipaðu fyri stevnuni.
Sigvør Laksá syngur við
Felagskórinum Gøta/Leirvík,
og hevur verið við at fyriskipað
tiltakið.
“Tað kann vera, at fólk ikki
hava so góða tíð longur. Fyrr
góðu fólk sær kanska betur tíð
at syngja, men nú tykist tað sum
um mynstri broytist. Tey smáu
bygdakórini missa kanska sínar
bestu sangarar til tey størru,
betru kórini, og hetta merkir
helst, at nøkur smá kór ikki
hava lív laga longur. Hetta vil
tó vera við at hækka um støðið
á føroyskum kórsangi”, sigur
Sigvør við Sosialin. “Nógv av
kórunum eru eisini upptikin
við nógvum virksemi. Onkur
kór eru úti og ferðast, og onkur
eru kanska upptikin av øðrum
tiltøkum”.
Sigvør greiðir eisini frá, at
fyrireikararnir høvdu avgjørt
frammanundan at Kórstevnan
skuldi strekkja seg yvir fleiri
dagar.
“At enda vóru tað ikki fleir
enn 80 fólk ið høvdu meldað seg
til stevnuna, og hetta er als ikki
nógv. Tískil høvdu vit gott kunna
valt at avlýst Kórstevnuna, men
vit vildu gjarna royna at hava
hana”, sigur Sigvør.
“Hóast Kórstevnan ikki hevur
verið líka stór seinastu árini, so
er hon hóast alt ein týðandi táttur,
ið hoyrir føroyska kórsanginum
til. Stevnan hevur bara einaferð
verið heilt avlýst, og tað var í
2001 ella 2002”, sigur Sigvør.
Heimskendur kórleiðari
kom á vitjan
Sigvør sigur við Sosialin, at tá
ið tey settust at leita eftir einum
kórleiðara ið skuldi hava tað
stóra felagskórið undir leiðslu,
fall valið skjótt á svian Robert
Sund.
“Robert Sund er ein av teimum
heilt kendu. Hann er tiltikin
um allan heim, og hann hevur
áður verið á vitjan í Føroyum í
samband við Kórstevnuna. Vit
eru sera glað fyri, at tað lat seg
gera at fáa Robert hendan vegin.
Nakað sum var heilt serligt til
hesa Kórstevnuna var, at hesaferð
var partur av tónleikinum, sum
felagskórið framførdi, skrivaður
av einari lokalari gentu. Felags
kórið framførdi nøkur løg hjá
songfuglinum Eivør Pálsdóttir,
við útsetingum sum John Høybye
hevur snikkað til. John Høybye
hevur áður útsett føroyskan
popptónleik til kórsatsir, m.a.
hevur hann fyri nøkrum árum
síðan snikkað eina vakra útseting
av “Um Eg Kundi Kvøðið”
hjá Stanley Samuelsen. Fyri at
krydda konsertina enn meira,
høvdu tey fingu Eivør Pálsdóttir
at luttaka á konsertini. Eivør
sang solo til tvey løg, men
áhoyrararnir vildu hoyra eitt
sindur meir frá henni, og fryntlig
sum Eivør er, sang hon okkurt
eykalagið.
“Felagskórið hevur ikki langa
tíð at venja tilfarið til konsertina.
Saman við Robert Sund høvdu
vit fríggjadagin og ein part av
leygarmorgninum at venja í, so
tað er ikki long tíð. Afturat tí var
tilfarið eisini rættiliga torført at
læra”, fortelur Sigvør.
“Men framførslan riggaði heilt
fantastiska væl”, sigur Sigvør.
“Bæði áskoðarar og Robert Sund
lata sera væl at konsertini og
tiltakinum sum heild. Konsertin
var sera glað, og hetta er nakað
sum áskoðarunum dámdi væl”.
Jubileum komandi ár
Kórstevnan 2007 verður heilt
serlig. Tá hevur hon 40 á baki.
Ólavur Hátún og hansara kór
hava bjóðað seg til at taka sær av
henni tá.
“Vónandi verður áhugin
stórur fyri at luttaka á komandi
kórstevnu. Flest øll av teimum
sum vóru við hesaferð munnu
heilt leita aftur komandi ár, tí at
stevnan riggaði sum heild heilt
fantastiska væl í ár”, sigur Sigvør
at enda við Sosialin.
“Kórstevnan riggaði heilt
Eitt sum plagar at hoyra føroyska várinum til, er árliga Kórstevnan. Men
seinastu fimm árini hevur kórstevnan verið nakað minni, enn vit eru von
við. Men í ár strekti hon seg aftur yvir fleiri dagar, júst sum hon plagdi at
gera. Vit spurdu ein av fyrireikarunum um hví so var
Kórstevnan er ikki líka stór sum hon plagdi at vera