Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-26, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mai 2006síða 35

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 100 - 26. mai 2006 37 Stuttlig og góð konsert í Gøtu Í sambandi við kór­ stevnuna 2006, var konsert í Gøtu Kirkju. Millum annað sang Eivør Pálsdóttir tvey sololøg saman við felags­kórinum Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Felagskórið Gøta/Leirvík og Kórsamband Føroya skipaðu fyri kórstevnuni 2006. Hetta var fyrstu ferð síðan í 2000, at kórstevnan aftur verður hildin eftir gamla mynstrinum yvir fleiri dagar. Endabresturin í sam­bandi við kórstevnuna var í Gøtu Kirkju í gjár, tá einstøku kórini, Felags­kórið og Eivør Pálsdóttir høvdu konsert. Umframt felagskórið upptraðkaði eisini Felagskórið Gøta/ Leirvík, Glymur, Fugl­ firðingar, Ljómur, Kristi­liga Kórið og Kórið hjá Jóhan. Sambært Dáva Winth­er, vildi onkur vera við, at besta kórið vóru Fugl­firð­ing­ar­nir, sum ikki hava vant síðani á jólum – teir átta við menta­ mála­ráðharranum á odda. – Tá skal varða sagt, at kórstevnan snýr seg ikki um at vera best, sig­ur Dávur, sum eisini greiddi frá, at Samson í Lambanum undirhelt við, at teir dugdu bert jóla­sangir, og tí ætlaðu at byrja við sanginum Jóla­stjørnan. – Tað var somikið skemti­ligt í kirkjuni, at takið hevði hug at fara upp frá sum láturin rung­aði, sigur Dávur. Og hann heldur fram, at hetta var hóast deknurin las upp reglur fyri, at ikki var loyvt at klappa í kirkjuni. – Men hann nevndi einki um, at tað var loyvt at flenna hart, og tað bleiv tað í ríkiligt mát, tá ið Samson greidd frá teirra virki. Kórið sang Nánd og eisini eitt lag eftir Jógvani á Lakjuni við orðum av Victor Danielsen, sigur Dávur Winther at enda. fantastiska væl” Fuglfirðingar høvdu ikki vant siðani á jólum Eivør Pálsdóttir sang tvey løg