fríggjadagur 26. mai 2006síða 36
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 100 - 26. mai 2006
STÆTTASTRÍÐ
Fróði Jacobsen og Jóhann Lützen
skriva serritgerð í sosialvísund
og samskifti á Roskilde
Universitetscenter
Søguliga týdningin av skipaðu
arbeiðararørsluni – fakfeløg
unum og politisku sosialistisku
flokkunum – í stættastríðnum
og menningini av vælferðar
samfelagnum munnu tað helst
vera fá, sum ivast í. Fyri tað
kann tað tykjast løgi fyri okkum,
sum eru ung í dag, at stætta- ella
klassastríð framvegis kann vera
grundleggjandi hugtak í almenna
kjakinum, tá tað snýr seg um
politisk mál og mið, nú liðið er
væl um annað túsundáraskiftið.
Á aðalfundinum hjá Føroya
Arbeiðarafelag í mars 2006
ákærdi Ingeborg Vinther løg
mann fyri ikki at hava innlit
í viðurskiftini hjá vanliga
arbeiðaranum, tá ið hann
á landsfundinum hjá Javn
aðarflokkinum á heysti 2005
segði, at stættastríðið er av, tí
arbeiðarafjøldin hevur vunnið tey
grundleggjandi rættindi, sum hon
hevur stríðst fyri.
Tey fýra stóru arbeiðarafeløg
ini funnust í felag at løgmanni
fyri hesa áskoðan í lesarabrævi
tann 7. desember 2005 og
vístu samstundis á, at korini
hjá vanliga arbeiðaranum enn
als ikki vóru nøktandi. Vanligi
arbeiðarin er eftirbátur, tá talan
er um løn undir sjúku og tá talan
er um sosialar veitingar annars,
ljóðar atfinningin.
Javnaðarflokkurin má
hyggja frameftir og koma
víðari í sínum politikki, sigur
Jóannes Eidesgaard, og heitir
á arbeiðarafeløgini um at
gevast við at »halda lív í einum
fiktivum stríðið, sum er liðugt«.
Henda áheitan frá formanninum
í flokkinum, sum traditionelt
hevur umboðað verkafjøldina,
sýnist at hava skelkað arbeið
arafeløgini.
Fyri Ingeborg er er stætta
stríðið als ikki av. Stórur
stættamunur er, eftir hennara
tykki, í føroyska samfelagnum;
og vanligi arbeiðarin er við
sviðusoð.
Hvussu kunnu formaðurin í
gamla arbeiðaraflokkinum og
forkvinnan í størsta fakfelag
num í landinum vera so grund
leggjandi ósamd? Tað er hesin
spurningur, sum fekk okkum at
tríva í pennin og geva okkara
hugsan til kennar.
Stætt
Ósemjan millum tey bæði,
Jóannes og Ingeborg, hevur
eftir okkara tykki sína grund
í einum sera avmarkaðum
stættastríðshugtaki. Fyri
Jóannes er stættastríðið av, tí
arbeiðarastættin hevur vunnið
tey grundleggjandi rættindini,
meðan arbeiðarastættin, eftir
áskoðan Ingeborgs, enn hevur
nógv at stríðast fyri. Semja tykist
vera teirra millum um, hvør
arbeiðarastættin er, nevnliga
limirnir í arbeiðarafeløgunum.
Arbeiðarastættin verður
soleiðis reduserað til limir í
arbeiðarafeløgum.
Innan sosiologi’ina er tað
eitt framhaldandi kjakevni, um
stættir yvirhøvur finnast, og
um stættahugtakið yvirhøvur
kann brúkast til fatanina av
dagsins samfelag. Nýggjari
sosiologisk ástøði vísa á, at tað
sum eyðkennir umskiftið frá
modernaða samfelagnum til
sein-modernaða samfelagið er
individualiseringin. Individið,
einstaklingurin, gerst minni og
minni bundin av stætt, familju,
kyni o. t. Økta vælferðin,
vunnin rættindi, betri livikor og
atgongd til útbúgvingar hava
við sær størri møguleika hjá
tí einstaka at skapa sítt egna
lív. Individualiseringin merkir
tó ikki økt individuelt frælsi
rætt og slætt, men hevur økta
»institutionella« binding sum
fylgisvein. Binding av peningi,
forbrúki, sosialari trygd, osfr.
Ein avgerandi avleiðing
av individualiseringini er, at
gomlu stættastrukturarnir frá
ídnaðarsamfelagnum fara í
upp loysn. Týski sosiologurin
Ulrick Beck tosar um, at
vesturlendsku samfeløgini
eru ella hava verið í eini
broytingartíð, har einstaklingurin
so líðandi slepp ur undan teim
sosialu bindingunum at stætt,
familju og kyni, sum hoyrdu
ídnaðarsamfelagnum til og í
staðin sjálvur má/kann leggja
sítt lív tilrættis og velja sín
egna samleika gjøgnum val av
karrieru, lívsstíli og forbrúki.
Samstundis kann hin einstaki
á lívsleiðini stilla ella broyta
sína lívskós. Seinmodernaða
samfelagið gerst soleiðis stigvíst
til eitt avtraditionaliserað og
individualiserað post-stætta
samfelag.
Brotakenda stættastríðið
Samfelagsbroytingarnar merkja
tó ikki, at sosiali ójavnin hvørvur.
Ójavnin broytir harafturímóti
skap og missir líðandi sítt
stættaaeyðkenni. Ein annar
navnframur sosiologur, Anthony
Giddens, vísur á somu gongd.
Hann heldur upp á, at siðbundni
felagskapurin í arbeiðarastættini
er niðurbrotin. Stættir eru til
enn, men vera ikki longur bara
defineraðir í mun til ogn av
framleiðslutólunum. Tí er stætt
ikki longur ein kollektiv lagna.
»Stætta«-munir upp livast meiri í
mun til lívsleið hins einstaka enn
í mun til stættaupp runa.
»Stættastríðið« í vesturheim
inum í dag snýr seg um treytir og
møguleikar hjá einstaklinginum
fyri luttøku í samfelagsins
sosialu skipanum. Tað er eitt
stríð um inklusión – at hoyra
til, vera við – í samfelagnum.
Treytirnar fyri somu inklusión
verða alt meiri individualiseraðar,
og í flestu londum hevur
niður- ella avreguleringin av
marknaðinum havt stórar ójavnar
við sær. Ójavnar millum tey, sum
hava eftirspurdu ressursurnar
við sær, og tey, ið ikki hava
tær. Og júst henda sosiala
sundurskiljingin og menniskjans
ymisku tørvir og møguleikar fyri
inklusión spjaðir og splintrar
felags málið, sum var tað upp
runaliga í stættastríðnum. Stutt
sagt so eru fólk í seinmodernaða
samfelagnum so ymisk, hava
so ymiskt at takast við og vera
upp tikin av, at tað er ógjørligt
hjá arbeiðararørsluni at savna
ein felags front við einum felags
endamálið.
Fyri at venda aftur til kjakið
millum Jóannes og Ingeborg,
so hevur stríðið hjá arbeið
ararørsluni søguliga sæð
verið eitt stríð um tað sosiala
samborgaraskapið – eitt stríð
fyri borgaralig, politisk og sosial
rættindi og størri búskaparligan
javna og harvið møguleikanum
hjá arbeiðarunum at luttaka á
øllum økjum í samfelagslívinum.
Hetta var endamálið hjá
arbeiðararørsluni. Í góðum tíðum
við búskaparligari framgongd
og lítlum arbeiðsloysi gerst
meiri sjónligt, hvussu torført
tað er at hjá arbeiðararørsluni
at eyðmerkja felags áhugamál
fyri eina sindraðari fjøld
av menniskjum við heilt
ymiskum áhugamálum, lívsstíli,
politiskum identiteti o.s.fr.
Serliga tá kann tað tykist at kalla
komiskt av Ingeborg Winther
at tvíhalda um »stættastríðið«
sum felagsnevnara í stríðnum
um størri part av samfelagsins
úrtøku. Tí tey grundleggjandi
rættindini eru vunnin, tað hevur
Jóannes Eidesgaard púra rætt
í, og fíggjarligu reguleringarnar,
sum forkvinnan í Føroya
Arbeiðarafelag eftirlýsir, hoyra
heima á samráðingarborðinum
við Føroya Arbeiðsgevarafelag,
ikki sum eitt neyðarróp fyri
stættina í fjølmiðlunum.
Góðar grundir eru tó hjá
Ingeborg Winther at varðveita
stættastríðið sum hugtak og
snúningsdepil í almenna
kjakinum. Sum fakfelagsleiðari
umboðar Ingeborg nógvar
limir, sum kenna seg aftur
í stættini. Við at fasthalda
fatanina av einum umfatandi
stríði millum stættir, fáa krøvini
um batar størri tyngd. Tað
skal røra hjartastreingir hjá
arbeiðarafjøldini. Søguliga
sæð hevur arbeiðarastættin
verið bókstaviliga sæð »pínd
og týnd«. Ingeborg heldur lív
í hesi ímyndini av útasaða og
tránýtta verksmiðjuarbeiðaranum
frá ídnaðarsamfelagnum, tá
hon brúkar hugtakið stætta-
ella klassastríð. Samstundis
legitimerar Ingeborg sína makt
(og starv) sum fakfelagsleiðari
við at røkta barnatrúnna
um solidaritetskensluna í
stættini. Samráðingar- og
undirtøkutaktikst er tað nokk
útmerkað.
Men kann tað hugsast, at
henda ímyndin um kúgaðu
stættini eisini kenst stigmati
serandi og niðrandi fyri stóran
part av limunum í fakfelagnum
hjá Ingeborg? Kenna limirnir
í stættini hjá Ingeborg, sum
eru rímiliga væl fyri, bæði
materielt og mentanarliga
breitt sæð, seg aftur í einum
stættasamleika, sum byggir á
mótsetningin ímillum »okkum
og hini«, sum ein mótsetning
millum arbeiðsfólk hjá tí
privata og hjá tí almenna (ofta
Løgmaður, Ingeborg og
Ingeborg Winther noktar at blása av stættastríðið,
tí enn hevur arbeiðarastættin nógv av stríðast
fyri. Jóannes Eidesgaard sigur, at stríðið er av, tí
arbeiðarin hevur vunnið tey grundleggjandi
rættindini. Bæði Ingeborg og Jóannes eru
týdningamiklir aktørar í tí politiska spælinum, og
tey bæði nýta hugtakið »stætt« í einari roynd at
legitimera og halda fast um sína maktstøðu í einari
broytingartíð við nýggjum avbjóðingum, sum krevja
breitt samstarv heldur enn orðadrátt
Fróði
Jacobsen
Jóhann
Lützen