fríggjadagur 26. mai 2006síða 37
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 100 - 26. mai 2006
39
egnu børn arbeiðaran)? Hvar
er solidaritetskenslan hjá
Ingeborg við útlendingum, sum
royna at skapa sær eina tilveru
sum arbeiðarar í hesum landi,
samstundis sum teir tilføra
ein førleika, sum samfelagið
als ikki eigur frammanundan?
Hvar er solidaritetskenslan
við tey lágløntu á almenna
arbeiðsmarknaðinum. Umfatar
»stættastríðið« ikki tey? Eru
teirra livikor altíð nøktandi?
Ingeborg! Øll góð ynski til tín
sum samráðingarleiðara. Men
minst til at brúka títt vald til at
stuðla øllum útsettum, ikki bert
teimum í tínum egna fakfelag,
men eisini teimum, sum ikki
hava somu møguleikar fyri
javnbjóðis luttøku í hesum
samfelag, sum tey flestu. Hetta
í staðin fyri at krita strikur
upp og skapa mørk. Sum ein
týdningamikil aktørur í politiska
spælinum í Føroyum kanst tú
hava avgerandi týdning fyri
menningina og harvið, hvar vit
eru sum samfelag um nøkur ár!
Hesin konservativi longsulin
eftir einfaldni frá einari
farnari tíð er ikki vegurin
fram. Siðbundnu formarnir
fyri samhaldsfesti eru ofta
diskriminerandi og intolerantir
og virka við skipaðari útihýsing
av »hinum«. Bara at vísa sam
haldsfesti við »sínum« skapar
ikki sameining í einum fløktum
og samansettum samfelag sum
okkara, heldur tvørturímóti.
Nýggir ójavnar
Jóannes Eidesgaard vísir sam
bært Dimmalætting tann á, at
teir útstoyttu (marginaliseraðu)
bólkarnir í samfelagnum skifta
frá tíð til aðra. Arbeiðarin hevur
verið ein útstoyttur bólkur. Í dag,
metir Jóannes Eidesgaard, eru
tað t. d. einsamallar mammur og
fólk, ið bera brek, íð kunnu vera
tey »útstoyttu« í samfelagnum.
Ikki tilvitað, men sum ein
avleiðing av samfelagsskipanini.
»Øll« eru ikki longur
arbeiðararørslan í fatanini
arbeiðarafeløgini. Tað sentrala í
argumentatiónini hjá løgmanni
er, at Javnaðarflokkurin ikki
longur bara kann vera flokkurin
hjá arbeiðararørsluni, men
skal tryggja vælferð fyri øll
í samfelagnum. Í framtíðini
fer flokkurin í størri mun at
venda eyguni ímóti tí nýggja
ættarliðnum, sum nú nýtir
gott av rættindunum, sum
arbeiðararørslan bardist
fyri. Tørvurin hjá teimum er
útbúgving, góð ansingartilboð
til børnini, góð pensjón og
umsorganartilboð til tey eldru.
Tað snýr seg sostatt um tann
breiða miðalklassan. Møguliga
eitt hugtak, sum eisini er á veg í
søguna.
At Javnaðarflokkurin roynir
at fevna breiðari og appellera til
eina breiða, talsterka, miðalstætt,
er ikki eitt nýtt fyribrigdi.
Longu í 1930’unum fór danski
Javnaðarflokkurin frá at vera ein
arbeiðaraflokkur til at vera ein
fólkaflokkur, sum appeleraði til
fleiri bólkar í samfelagnum, fyri
at tekkjast fleiri veljarum. Skiftið
kom nakað seinni í Føroyum.
Siðbundna arbeiðarastættin hevur
í nógv áratíggju verið lutfalsliga
lítil í tali. Tó skapar tað eitt
slag av skizofreni í flokkinum
at skula taka avleiðingar av
veruligu samfelagsbroytingunum
í mun til søguligu missiónina
at frelsa arbeiðarastættina.
Realpolitiska støðan júst nú, har
Javnaðarflokkurin helst má slúka
nógvar kamelar fyri yvirhøvur
at hava ávirkan í verandi
samgongu, noyðist ikki at broyta
grundleggjandi hugsjónina,
men kann sjálvsagt skaka
ímyndina av flokkinum sum ein
flokk fyri inklusión og einum
samhaldsfastum samfelagi.
At formaðurin í Javnaðarflokk
inum júst nú, hann er í eini
borgarligari samgongu,
proklamerar eina uppgerð við
avmarkaðu hugsjónina um,
hvat ein sosialistiskur flokkur
er, er ikki so løgið. Kroystur
av samgongufeløgunum ella
ikki, so er tað hugstoytt at
síggja, at hvussu lítið flokkurin
higartil hevur fingið burturúr á
sosialpolitiska økinum, meðan
hann hevur sitið í samgongu. Tó
sær tað út til, at fólkaheilsan
fær breiða undirtøku. Eisini
fólksliga sæð. Men fólkaheilsa
handlar um nógv meir enn
ókeypis frukt til skúlabørn og
statsskipaðum rennidøgum.
Fólkaheilsa handlar eisini
um at tryggja fólkið neyðuga
búskaparliga rásarúmið til at
liva sunt. Kanningar vísa, at tey
sum eru vælbjargaði fíggjarliga
og útbúgvingarliga eisini eta og
liva sunnari, enn tey fátøku og
tey uttan útbúgving, tí tað krevur
yvirskot í gerandisdegnum, at
liva eitt sunt lív.
Sum víst var á omanfyri, so
hevur moderniteturin ymiskar
avleiðingar. Tað seinmodernaða
samfelagið og serliga post-
ídnaðar arbeiðsmarknaðurin
virkar útveljandi innan verka
fjøldina. Einstaklingurin, sum
ikki frá náttúrunar hond ella av
sosialum grundum er tillagaður
treytirnar í seinmodernitetinum,
verður frákoblaður týdningar
miklum samfelagsligum
stovnum og skipanum, ikki
minst arbeiðsmarknaðinum.
Broytingarnar í arbeiðsmarknað
inum krevja samansettar og
nógvar førleikar, sum skapa
nýggjar úrvalsformar. Menningin
hevur við sær nýggjar sosialar
ójavnar og býti av sosialum
ágóðum.
Eitt av aðalmálunum (fyri
bæði Javnaðarflokkin og allar
hinar flokkarnar) í dag má vera
at skapa val og møguleikar fyri
allar borgarar at menna førleikar,
sum krevjast fyri at luttøku í
teim samfelagsskipanum, sum
vit kunnu semjast um, eru
konstuktivar. Altavgerandi er
tá ein politikkur, sum tryggjar,
at materiellu viðurskiftini ikki
forða fyri luttøku – eitt nú
sum avleiðing av, at fólk ikki
megna/tíma/orka at innrætta
seg borgaraligt, sum fólk flest,
men liva einsamøll við børnum
t.d. Ella at einhvør likamlig
ella sálarlig forðing ikki
útihýsir fólki, sum annars hava
ressursur, frá luttøku í arbeiðs-
ella samfelagslívi yvirhøvur.
Útbúgving hevur stóran týdning,
ikki bara fyri komandi ættarlið,
men eisini verandi, sum áhald
andi má útbúgva seg, fyri at
kunna luttaka í samfelagnum,
sum broytist við rúkandi ferð
og gerast alt meiri samansett og
torgreitt.
Mest av øllum kemur før
oyski ófaklærdi arbeiðarin
at merkja avleiðingarnar av
samfelagsgongdini, serliga
globaliseringini. Ikki bara tí at
fólk koma hendavegin uttanífrá
og skapa órógv í Ingeborg´sa
rekkjum. Men serliga tí
globaliseringin tendentielt
útihýsur føroyska arbeiðaran,
soleiðis sum hann brúkar sína
arbeiðsmegi í dag. Føroyski
arbeiðarin kann ikki kappast við
arbeiðaran í láglønarlondunum
eystanfyri. Tí mugu vit
menniskjansliga satsa upp á
dugnaskap og menningargleði og
vinnuliga sæð upp á nýskapan,
øðrvísi dygd og betri góðsku
fyri at vera við. Tað krevur íløgu
í menniskja. Staturin skal vera
ein sosialur íleggjari, sum styrkir
tær menniskjaligu ressursurnar.
Bæði fyri at hjálpa vinnuni, men
eisini fyri at brynja fólk við
teimum neyðugu kompetansum,
sum krevst fyri luttøku í
seinmodernaða samfelagnum.
Tað skuldu veri felagsmál
hjá arbeiðarafeløgunum og
Javnaðarflokkinum, heldur enn
klandur um, um høvuðsmálið á
dagsskránni er stættastríð ella ei.
Bókmentir:
Kontinuitet og Forandring (2000),
Jørgen Elm Larsen et.al;
Sociologiske visioner (2003),
Michael Hviid Jacobsen;
Modernitet, velfærd og solidaritet
(2002), Søren Juul;
Anthony Giddens (2000), Lars Bo
Kaspersen.
Sosialurin og Dimmalætting.
stættastríðið