Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. mai 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 101 - 29. mai 2006 - Seinasta tíðin hev­ur prógvað, at samgongan er rúk­ andi ósamd um okk­ara samstarv við EFTA og ES og tí fær løg­maður ikki annað enn trivla seg fram uttan at hava nakað sum helst grundarlag fyri tí í samgonguni, staðfestir Her­geir Nielsen í Tjóð­veldis­ flokkinum Føroyar og umheimurin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Tað, sum løgmaður roynir at billa okkum inn, er ov blá­ oygd. Hergeir Nielsen, løg­tings­ mað­ur og framsøgumaður tjóð­veldisfloksins í EFTA og ES málum, sigur, at tað fer aldrin at spyrjast nakað gagnligt fyri samfel­ag­ið burt­urúr tí sonevnda ev­rop­ apolitikkinum hjá Lø­g­ manni. Hann sigur, at hendan sein­ asta tíðin hevur prógvað so staðiliga, at samgongan er rúkandi ósamd um, hvørja evropastrategi, vit skulu hava. Sambandsflokk­ur­in er meiri ES sinnaður og vil hava samráðingar um ES- limaskap. Hinvegin vilja Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin heldur sam­ ráðast um limaskap í EFTA og so samstundis royna at fáa betri samstarvsavtalur við ES. - Hetta er bláoygt. Eg skilji ikki, hvussu løgmaður kann royna at billa fólki inn, at hann kann fara í EFTA og ES og heinta tað besta niður av øllum hyllum, uttan at be­tala við kassan. - Tað ber ikki til at bara at samráðast um fyrimunirnar uttan at vera til reiðar at átaka sær onkran vansa eisini, sig­ ur Hergeir Nielsen. Samgongan sab­o­ter­ aði eini avkláring Hann sigur, at mótstríðandi útsagnirnar hjá Jørgen Nic­l­ a­sen, Jóannes Eidesgaard og Jo­han Dahl seinastu dagarnar prógva, at samgongan í ver­u­ leikanum ikki hevur hóming av, hvønn evropa politikk, vit skulu føra. - Fyri at fáa eina avkláring, løgdu vit uppskot fyri Løg­ ting­ið um at samráast við EFTA um limaskap og at yv­ir­taka tey málsøki, sum skulu til. - Men vit gjørdu eisini púra greitt, at spurningurin um yvirtøkurnar skuldi ikki vera nøkur forðing. Tí játtaðu vit at taka yvirtøkurnar úr upp­ skotinum kundi tað føra til, at uppskotið varð samtykt. Men Hergeir Nielsen sig­ ur, at samgongan saboteraði uppskotið við at forða fyri, at tað yvirhøvur kom til við­ gerðar og tí datt tað burtur. - Orsøkin til, at samgongan ikki vildi hava málið til við­gerð­ar, er, at tað hevði avdúkað tað grundleggjandi ósemjuna í samgonguni. Tað endaði ístaðin við, at Løgmaður bað utt­an­lands­ n­evndina um heimild at samráðast um EFTA-lim­ askap. Annars er Hergeir Nielsen púra samdur við Løgmanni í, at tað ber ikki til at gera sum sambandsflokkurin vil og biðja um samráðingar. - Men avleiðingin av hes­ um er, at nú Løgmaður fer út í Evropa, er tað ikki við eini løgtingssamtykt í rygginum, men bara við eini heimild frá eini nevnd og tað er sjálvandi mun­ur á. - Men orðadrátturin sein­ asta dagarnar ímillum pol­ i­tikarar úr samgonguni, vís­ir fullvæl, at hemildin frá uttanlandsnevndini er ikki verd tað pappír, hon er skrivað á. - Hetta sigur mær eisini tað, at samgongan hevur ong­an evropapolitikk, sum hon er samd um. Tað heldur hann er ó­met­ aliga óheppið, serliga hjá eini samgongu, sum ætlar at Føroyar skulu vera heimsins bestu lond av búgva í. - Hvat Løgmaður so kann finna uppá at fáa tíð­ ina at ganga við, er ikki gott at vita, men tað harm­ i­liga er tann, at við at sa­b­otera okkara uppskot, mistu vit møguleikan at fáa greiði á, hvat meiriluti er fyri á Løgtingið og hvat tann politiski viljin í veruleikanum er - um løg­ting­ ið vil, at vit skulu samráðast um limaskap í ES, í EFTA ella ongastaðni. - Samstundis minnast vit rokið um íslandssáttmálan og alt í alt er onki at ivast í, at okkara vinnulív er meiri ørkymlað enn nakrantíð um framtíðarmøguleikarnar. Tjóðveldisflokk­ur­in held­ur, at vit eiga at gerast fullgyldugur limur í EFTA, sum eisini hevur nógv sam­ starv við ES. Flokkurin er samdur, at vit skulu ikki vera limur í ES, sum støðan er nú. - Samstundis hava vit ikki ráð at vera uttanfyri og tí er einasta gongd leiðin at verða limur í EFTA, tí onki land hevur ráð at verða uttanfyri handilsfelagsskapirnar og tað hava vit heldur ikki. - Sjálvandi kann EFTA fara í søguna, men lat fel­ags­ skapin so tá, men tá hava vit eina nýggja støðu. Løgmaður út í Evropa við bindi fyri eyguni Yvirtøkurnar Hetta eru tær yvirtøkurnar, sum tjóðveldisflokkurin skeyt upp at yvirtaka í sambandi við føroyskan EFTA- limaskap 1. Flogferðsla 2. Fíggjarøkið, herundir fíggjareftirlit – tó ikki realkreditt- og tryggingarvirksemi og eftirlit við hesum 3. Ídnaðarhugverksrættur 4. Upphavsrættur 5. Útlendingaøkið og marknaeftirlit 6. Ársroknskaparøkið 7. Elektronisk undirritan 8. Felagsskapsrættur og grunsrættur 9. Fíggjarrættur 10. Mát og vekt 11. Sakførarastarvssemi 12. Sjórættur - Orðadrátturin hesar seinastu dagarnar hevur prógvað, at samgongan hevur ongan uttanríkispolitikk og tí er tað í blindum, at løgmaður arbeiðir, uttan at hava ánilsi av, hvat hann hevur undirtøku, sigur Hergeir Nielsen