Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. mai 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 101 - 29. mai 2006 5 Forkvinnan á sinnisbata er forfard av ætlanini um at gera ein psykiatriskan økisdepil í tilknýti til ætlaða ellis-og røktarheimið í Vági. Tað er heilt langt úti sigur hon Psykatriskur økisdepil Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað kemur fullkomiliga ó­vart á Soffi Egholm, at ætl­anin nú er at byggja ein psykiatriskan økisdepil í Suð­uroy. Sum tað sæst longur niðri á Portalinum, sig­ur Hans Pauli Strøm, lands­ stýrismaður í al­mann­a­mál­ um, at bæði landsstýrið og samgongan hava tikið undir við eini ætlan hjá honum um at byggja ein psykiatriskan øk­isdepil í Suðuroy Og hann sigur, at depilin skal byggjast í tilknýti til ætlaða ellis-og røktarheimið í Vági. Tað ger forkvinnuna í Sinn­isbata púra forfarda. Soffi Egholm sigur, at hetta er heilt langt úti og hon skilir púra onki. Hon sigur, at hon situr í eini bygginevnd, sum skuldi vera við í viðgerðini av hesum máli, men hon er ikki innkallað í hesum sambandi og tí veit hon onki um ætlanina. Hon sigur kortini, at hon hevði hoyrt eitt graml um hetta, men at hon hevur spurt hans Paula Strøm, men hann avsannaði tað. Tí kemur tað heilt óvart á hana, at landsstýrið set­ir eitt slíkt tiltak í verk utt­an­ um yvirhøvur at spyrja tey, sum skulu brúka hesa tæn­ ast­una. -Tað er átaluvert, leggur hon afturat. Hon vísir á, at tað ljóðar bæði undarligt og sum at blandingur er komin í, tá ið Hans Pauli Strøm sig­ur, at endamálið við depl­i­num er at sam­skipa bæði sosialpsyki­ atrisk bú­stað­ar- og virknis­ tilboð og økispsykiatriskar fyribyrgjandi og eft­ir­við­ ger­andi tænastur fyri sinn­ is­veik. - Sosialpsykiatri er til tey, sum eru útskrivað av sjúkr­a­ húsið, men sum hava brúk fyri stuðuli og eftirlitið. Men økispsykiatri er fyri fólk, sum eru verða brádliga sálarliga sjúk og sum hava brúk fyri eini sjúkrasong, har tey kunnu fáa heilivág. Hetta eru fólk, sum hava brúk fyri sjúkrahúsi, sum kann taka blóðroyndir og ann­að. Endamálið við tí er, at fólk, sum verða sálarliga sjúk, kunnu koma í skjóta viðgerð, so at tey koma skjót­ ari fyri seg aftur. - Eg dugi slett ikki at hugsa mær, at ætlanin er at leggja eina slíka tænastu upp at ein­ um ellis- og røktarheimi. Tað besta er tvørturímóti, at ein slík tænasta er tætt við eitt sjúkrahús. - Tað, sum ætlanin nú er at gera, er ikki eitt kval­i­fi­ s­erað tilboð til tey fólkini, sum hava brúk fyri hesi tæn­ast­uni, sigur Soffi Eg­holm. Og eg skilji ikki, at landsins myndugleikar vilja gera slíkt ímóti einum bólki í samfelagnum, sum er rættiliga veikur. - Tað er syndarligt at leggja slíkt upp at einum ellis- og røktarheimi, leggur for­kvinnan í sinnisbata aft­ ur­at. Soffi Egholm púra paff Tað er tann politiski myndugleikin, sum tek­ur avgerðina, men fyri tað hevur Sinn­is­ bati ein týðandi leik­ lut, sigur Hans Pauli Strøm Psykiatriskur økisdepil Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Soffi Egholm má hava misskilt okkurt grund­leggj­ andi. Tað er svarið frá hans Paula Strøm, landsstýrismanni í al­manna- og heilsumálum, til atfinningarnar frá for­kvinn­ uni í Sinnisbara til ætlanina at byggja økispsykiatriskan økisdepil í Vági. Hann staðfestir, at tað er altíð politiski myndugleikin, altso landsstýrismaðurin í al­manna- og heilsumálum, sum taka tað politisku og fyr­i­sitingarligu avgerðina, grund­að á eitt fakligt ti­l­ mæli frá psykiatriska sakkunnleikanum, um í hes­um føri er leiðslan fyri psyk­i­atriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, um­framt deildin fyri sinn­is­ veik í heimarøktini og ser­ for­sorgin. - Sinnisbti er ikki ein partur í polit­iska mynd­ug­ leik­anum, ella í teirri fak­ ligu fyrisitingini og tí er Sinnisbati heldur ikki av­gerð­ armyndugleiki. - Sinnisbati er eitt á­hug­a­ felag. Men tí er tað sjálvandi týdningarmikið, at felagið er við í arbeiðnum at útgreina ætlanina og at leggja hana í­tøkiliga til rættis. Men tað er altíð tann politiski mynd­ug­ leikin, sum hevur avgerðina, slær hann fast. Landsstýrismaðurin í al­manna- og heilsumálum, sig­ur, at tað, sum ætlanin er at gera í Vági er bein­leiðis eftir tilmæli frá hægsta psykiatriska ser-kunnleik­a­ num, eitt nú psyk­i­atriska depl­ i­num á Landssjúkrahúsinum, deildini fyri sinnisveik og leiðsluni fyri økisterapiini. Hans Pauli Strøm sigur, at tað er ikki fyrrenn nú at tann politiska og fyrisitingarliga avgerðin er tikin, at Sinnisbati kem­ur inn í myndina, tí nú skal ætlanin útgreinast og ítøkiliggerast og nú skal stovn­urin innrættast, so at vit fáa greiði á, hvørji rúm skulu vera í honum, hvussu tey skulu síggja út, hvørjir hentleikar skulu vera o.s.fr. - Til at gera hetta arbeiðið, fari eg nú at innkalla eina bygginevnd, sum eisini er sett at fyrireika ein annan psykiatriskan stovn í Suð­ur­ streymoy. Í hesi bygginevndini eru umboð fyri Sinnisbata, psyk­i­atriska depilin á Lands­ sjúkr­a­húsinum, deildina fyri sinnisveik, almanna- og heilsu­málaráðið og Lands­ verk. Hans Pauli Strøm sigur, at tað er í hesi bygginevndini, at Sinnisbati fær gjørt sína ávirkan galdandi. - Og tað er tann rætta mann­agongdin, leggur hann afturat. Landsstýrismaðurin í al­manna- og heilsumálum, sigur, at tað, sum ætlanin er at gera í Vági er bein­ leið­is eftir tilmæli frá hægsta psykiatriska ser­ kunn­leik­anum, eitt nú psyk­ i­atriska deplinum á Lands­ sjúkrahúsinum og deildini fyri sinnisveik. - Hetta er nakað nýtt í Føroyum og sostatt ný­skap­ andi. Tí kann talan verða um, at hetta fer at vera brúkt sum fyrimynd fyri líkn­andi stovnar aðrastaðni í landinum Men hann leggur dent á, at hóast stovnarnir verða bygdir sam­an, er talan um tveir stovnar, eitt røktarheim og ein økisdepil fyri psykiatri. Soffi Egholm misskilt okkurt grundleggjandi Tilmæli um psyk­i­at­r­iskan økisdepil í Suðuroy Hetta er tilmælið, sum avgerðin at gera ein psykiatriskan øki­s­ depil, byggir á. Tilmælið er so­ljóð­ andi »Viðvíkjandi sos­i­al­ psykiatriskum bú­stað­ ar- og virknishúsi í Vági« Undirritaðu hava, eftir áheitan lands­stýr­ i­smansins, viðgjørt ætl­anina um at byggja sosialpsykiatriska eind í tilknýti til ætlaða røkt­ ar­heimið í Vági. Vit halda at styrkin við ætlanini liggur í, at tað við hesi nýbyggjan verður bygt beinleiðis til endamálið. Hetta gev­ur sera góðar mø­g­ uleikar til at samskipa ym­isk sosialpsyki­atrisk og økispsykiatrisk til­ boð. Møguleiki verð­ur at byggja sos­i­al­psyk­ iatr­iskar búeindir og virkn­istilboð saman, og at hetta soleiðis kann verða ein sosi­al­ psyk­i­atriskur depil úti í økinum, og meta vit hetta vera eina gongda leið. Út frá teimum met­ ing­um, sum eru gjørdar av tørvinum, bæði av økispsykiatriskari tæn­astu og sos­i­al­psyk­ i­atr­iskum ­ bústaðum, vilja vit mæla til, at gjørdir verða 8 sos­i­al­ psykiatriskir bústaðir og 2 umlættingarpláss á staðn­um. Harumframt er sera umráðandi at hava rúm fyri virkn­is­til­ boðum, bæði til bú­fólk­ ini, men eisini til onn­ur sálarsjúk, sum búgva í Suðuroynni. Sera umráðandi er eis­ini, at hetta kann ger­ast ein miðstøð hjá stuðulsskip­ an­ini fyri sinnisveik og ein samskipandi eind av teimum tilboðum, sum eru til sálarsjúk í økinum. Vit hava eisini um­røtt viðurskift­ini við at byggja aftr­a­t ein­um røktarheimi, sum serliga rúmar eldri fólki. Vit meta fyr­imunirnar við sam­ bygg­ingini vera størri enn vansarnar. Sostatt fara vit at við­ mæla, at arbeitt verður víðari við hesi ætlan. Regin Johansen, virkandi stjóri í Heimarøktini og serforsorgini Bergit Weihe, leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur, Psykiatriski Depilin Tormóður Stórá, læknafakligur depilsleiðari, Psykiatriski Depilin ” - Eg skilji ikki, at landsins myndugleikar kunnu bera seg soleiðis at ímóti einum bólki í samfelagnum, sum er rættiliga veikur, sigur Soffi Egholm, forkvinna í Sinnisbata Sinnisbati er ikki ein politiskur myndugleiki, men eitt áhugafelag og tað er ikki fyrrenn nú, avgerðin er tikin, at Sinnisbati kemur inn í myndina, sigur Hans Pauli Strøm