mánadagur 29. mai 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 101 - 29. mai 2006
Hóast studnings-
puljan til ellis- og
røktarheim er uppi,
er politisk semja um
at lata eyka studning
til eitt heim í
Norðoyggjum, skuldi
ein umsókn komið
haðani
Ellis- og
røktarheim
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Fríggjadagin
gjørdi
Almanna- og heilsumálaráðið
av, hvørjar kommunur
skuldi fáa studning úr lands
stýrinum til at byggja ell is-
og røktarheim og sambýli.
Tilsamans vórðu 151
milliónir játtaðar í stuðuli
til at byggja eldrabýli í
Suðuroy, Suðurstreymoy,
Norðstreymoy, Eysturoy og
í Svínoy.
Sostatt er øll upphæddin
brúkt, sum er sett av til
endamálið.
Einasta økið, har stór
ur tørvur framvegis er á
útbygging er í Norðoyggj
um.
Og Hans Pauli Strøm,
landsstýrismaður, sigur, at
hóast øll puljan nú er uppi,
er kortini politiskur vilji til
at játta stuðul til eitt heim
í Norðoyggjum, skuldi ein
umsókn komið haðani.
Hann sigur, at bæði sam
gongan og landsstýrið hevur
játtað, at kemur ein umsókn
um at byggja ell is- og røkt
arheim í Norðoyggjum,
skal tann umsóknin eisini
gangast á møti.
- Vit hava eina verklags
lóg, sum gevur okkum
heimild at at lata 151 mill
iónir í studningi úr lands
kassanum til at byggja
ell is- og røktarheim fyri tey
næstu trý árini og tær eru
longu brúktar.
- Men kemur ein umsókn
úr Norðoyggjum u mat
byggja ell is og røktarheim
til 20 pláss, eru vit samd um
at broyta verklagslógina, so
at eisini hon kann gangast
á møti.
Loysir ein stóran
trupulleika
Hans Pauli Strøm sigur, at í
løtuni er størstu trupull eikin
hjá eldrarøktini, at tað er so
stórt trot á røktarheimum.
- Trupull eikin er, at heim
arøktin noyðist at brúka
bróðurpartin av tíðini til
brúkarar, sum eru so røkt
arkrevjandi, at teir í ver
uleikaum áttu at verið á
stovni.
- Tað merkir so aftur, at
tað er ikki nóg nógvar tím
ar til tey fólk, sum heim
arøktin er ætlað til, nevn
iliga at hjálpa teimum, ið
bara krevja eitt sindur av
stuðuli, til at vera heima
sum longst.
- Og tá ið tey fáa so lítlan
stuðul, verða tey skjótari so
vánalig, at tey verða røktar
sjúklingar.
Hans Pauli Strøm sig
ur, at fáa vit bygt tey
røktarheim, sum nú eru í
umbúna, fáa vit lætt um hjá
heimarøktini, við tað, tey,
sum krevja ov nógva røkt,
fara á røktarheim. Sostatt
fær heimarøktin umstøður
at vira, soleiðis sum hon
varð ætlað, altso.
- Samstundis kunnu sam
býlini, sum nú eru mestsum
røktarheim burturav, í fram
tíðini virka, sum tey vórðu
ætlað til, nevniliga til tey,
sum so dánt klára seg
sjálvi.
Tørvurin nøktaður
Tað, sum stuðul annars er
latin til, er byggja ell is- og
røktarheim við Hoyvíkstjørn
til 24 búfólk, røktarheim
á Boðaneshamri til 24
búfólk, umframt reststuð
ul til røktarheimið Tjarnar
garð. Harumframt hevur
Tórshavnar Kommuna søkt
um stuðul til sambýlið í
Mattalág, men almanna og
heilsumálaráðið góðkennir
ikki tað til sambýli. Ístað
in verður stuðul latin til at
gera tað til eitt umlætting
arheim.
Í Suðuroy verður studn
ingur latin til at byggja eldr
asambýli á Tvøroyri til
16 búfólk og røktarheim í
Vági til 24 fólk.
Í Sørvági er studningur
latin til at byggja eldra
sambýli til 10 búfólk og
Vestmanna fær stuðul til at
byggja ell is og røktarheim
til 24 fólk.
Í Norðoyggjum hevur
Svínoy fingið stuðul til eitt
eldrasambýli til 8 fólk.
Í Eysturoy er stuðul latin
til at víðka eldrasambýlið í
Gøtu frá 10 til 16 fólk.
Landsstýrismaðurin
í
almanna- og heilsumálum
sigur, at kemur ein umsókn
úr Norðoyggjum, er sostatt
studningur latin til 166 pláss
á ell is- og røktarheimum og
á sambýlum hesi næstu trý
árini.
- Tá er tørvurin á eldra
býlum nøktaður, tí ein tørvs
kanning vísir, at tørvur er á
151 plássum í øll um land
inum, sigur hann.
Norðoyingar fáa eisini
ellis- og røktarheim
Miðflokkurin heitir
nú á Løgtingsfor
mannin at kalla
Løgtingið saman
at fáa kunning um
skuldsetingarnar
frá fyrrverandi
forkvinnuni í Fram
taksgrunnium ímóti
Bjarna Djurholm
og øðrum fólkafloks
monnum
politikkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Tað er neyðugt, at Løgtingið
kemur saman at viðgera støð
una, so at fólkaræðið kann
verða endurreist.
Tað siga teir báðir løg
tingsmenninir fyri Mið
flokkin, Jenis av Rana og
Bill Justinussen.
Tað, sum teir sipa til,
eru skuldsetingarnar frá
fyrrverandi forkvinnuni í
Framtaksgrunninum, Dag
mar Joensen, ímóti landsstýr
ismanninum í vinnumálum,
Bjarna Djurholm og øðrum
fólkafloksmonnum.
Tier hava sostatt skrivað
Edmund Joensen, Løgtings
formanni, skriv, har teir
heita á hann um at kall a
Løgtingið saman sum skjót
ast at viðgera støðuna.
-
Fjølmiðlar
hava
seinastu
daganar
borið
ófrættatíðindi um, hvussu
landsstýrismaður og pol
itiskur flokkur beinleiðs
blandar seg upp í - og
leggur trýst á leiðslur í al
mennum partafelag, ell a fel
øgum, , fyri at fremja egin
politisk áhugamál, sigur
Miðflokkurin.
Harnæst tykist løgmaður,
sum ovasti mynduleiki hjá
landsstýrinum og lands
stýrismonnum, enn eina
ferð at velja lættastu loysn
ina, og letur umtalaða flokki
stýra
Føroyum,
heldur
flokkurin fram. - - Tá so er,
metir Miðflokkurin at løg
tingsmenn, valdir av Føroya
fólki at stjórna landinum,
mugu verða kunnaðir, fáa
høvið at viðgera støðuna og
taka neyðugar atgerðir fyri
at endurreisa fólkaræði, sig
ur Miðflokkurin.
Nú kommunurnar
í Suðuroy hava
heitt á landsstýrið
um at skipa ein
sernámsdepil í
Suðuroy, vóru
vágbingar skjótir at
lofta bóltinum
Sernámsdepil
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin
Vágbingar vóru skjótir á
sjóvarfall inum, nú all ar
kommunurnar í Suðuroy
hava heitt á landsstýrið um
at gera ein sernámsdepil í
Suðuroy.
Tað er ein vika síðani, at
kommunurnar í Suðuroy
handaðu landsstýrinum
eina umsókn um at fáa
ein sernámsdepil í Suð
uroy og nú hevur Vágs
Býráð eisini víst á, hvar
hann kann vera.
Ein sernmsdepil er
skipaður í Eysturoy og
kommunurnar í Suðuroy
heita nú á landsstýrið um
at Suðuroy til tað næsta
royndarøki í hesum sam
bandi.
Kommunurnar hava tí
boðað Jógvani á Lakjuni,
landsstýrismanni í skúla
málum frá, at tær eru
fúsar at samstarva um
eina royndarskipan og
tá ið landsstýrismaðurin
fekk umsóknina, lovaði
hann at viðgera hana við
vælvild.
Men eitt er at bjóða
seg fram at hava ein ser
námsdepil í Suðuroy, eitt
annað er at finna útav,
hvar hann skal vera.
Í hesum sambandi bóru
vágbingar skjótt at.
Á býráðsfundi í Vági
skeyt Dánjal Bjarkhamar,
býráðslimur, upp, at
Vágs Kommuna vísti
landsstýrinum á eini hús
í Vági til at húsa sernáms
deplinum í.
Og hann hevði eisini
uppskot um, hvar depilin
skuldi vera.
- Nú ætlanin er at
flyta miðnámsskúlan
til Hovs, fer húsið, sum
miðnámsskúlin í Vági
er í, at standa tómt.
Tí skeyt býráðslimur
in upp, at kommunan
vísti landsstýrinum á, at
sernámsdepilin kann fáa
innivist í miðnámsskúl
anum í Vági til sernáms
depil.
- Tað er eitt rúmligt
hús, ið er bygt til skúla.
Tað er eisini eitt hús, sum
er beint við Vágs Skúla
og tí er skjót atgongd til
fakhøli av ymsum slagi,
samstundis sum húsið er
í einum skúlaumhvørvi.
Tí hevði sernámsdepilin
fingið framúr góðar
umstøður har, segði
Dánjal Bjarkhamar.
- Júst atgongdin til
fakhøli av ymsum slagi,
varð stóru dentur lagdur
á, tá ið sernámsdepilin í
Eysturoy var skipaður,
vísti Dánjal Bjarkhamar
á.
- Tað er eisini eitt hús,
sum er nýliga høvuðs
umvælt og sostatt er tað
í góðum standi.
Og at enda vísti hann á,
at talan er um eitt hús, sum
Mentamálaráðið longu
eigur, so tað skuldi ikki
verið nakað í vegin fyri
at tikið tað til endamálið,
legði hann afturat.
Hetta hildu all ir býráðs
limir vera eitt gott hug
skot og sostatt tók bý
ráðið einmælt undir við
uppskotinum um at mæla
landsstýrinum til at leggja
ein komandi sernámsdepil
í Suðuroy í húsinum, har
miðnámsskúlin nú er.
Vilja hava sernáms
depil í miðnáms
skúlanum í Vági
Nú miðnámsskúlin verður fluttur til Hovs, hevur Vágs
Býráð mælt landsstýrinum til, at húsið, her skúlin
er í nú, verður brúkt til sernmámsdepilin, sum allar
kommunurnar í Suðuroy hava søkt landsstýrið um at
fáa í oynna. Mynd. Dagfinn Olsen
Krevur at Løgtingið verður kallað saman
Eldrarøktin hevur fingið eina rættiliga innspræning, og vilja norðoyingar, fáa teir eisini studning, og so er allur tørvurin nøktaður