Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. mai 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 101 - 29. mai 2006 7 UTTAN ÚR HEIMI Stutt sagt Starvsfólk hjá norska hjálpar- felagsskapinum Kirkens Nødhjelp og einum fronskum felagsskapi verða løgd undir kynsligan ágang ímóti neyðstøddum kvinnum í Laos. Ágangur Árni Joensen fartekst@mail.dk Fleiri vitni hava greitt mannarættindafelags- skapinum UWIP frá, at starvsfólk hjá Kirkens Nødhjelp og Action Contre de Faim hava framt kynsligan ágang ímóti kvinnum í Laos. Á bandupptøkum greiða fólk frá, at tey hava sæð starvsmenn hjá Kirkens Nødhjelp og Action Contre de Faim hótta við at sláa kvinnurnar, um tær ikki ganga við til at veita teimum kynsligar tænastur aftur fyri neyðhjálpina. Í einari bygd greiða fólk frá, at teir fremmandu starvsmenninir koma javnan til bygdina, og at teir krevja kynsligar tænastur frá ungum gentum, sum ikki tora at siga nei, tí hjálparfólkini verða mett at hava stórt vald. Hini í bygdini tora heldur ikki at gera nakað. Aðalskrivarin í Kirkens Nødhjelp, Atle Sommerfeldt, sigur við Aftenposten, at hann er ikki skelkaður av tíðindunum, tí tað er væl kent, at slíkt hendir í altjóða hjálpararbeiði. Atle Sommerfeldt sigur, at tey frættu um ágangin fyri einum mánað síðani, men at tey hava ikki funnið nakað prógv fyri, at skuldsetingarnar eru sannar. Tað eru ikki norðmenn ella fransmenn, sum eru skuldsettir fyri kynsligan ágang, men laotiskir starvsmenn hjá felagsskapunum. Smalir og vánaligir vegir gera tað trupult at útvega teimum neyðstøddu frá jarðskjálvtanum í Indonesia hjálp. Jarðskjálvti Árni Joensen fartekst@mail.dk Tey væntaðu eina vanlukku, tí í seinastuni hevur gosfjallið Mawati gjørt um seg, men brádliga skalv øll jørðin - ikki av gosi, men av einum hørðum jarðskjálvta, sum var 6,2 á Richterstiganum. Tað var mitt á nátt, og tí lógu tey flestu ov svóvu. Oyðileggingarnar eru øgiligar. Fyrrapartin kom talið á deyðum upp í 5.115, onnur 20.000 hava fingið skaða, og meiri enn 200.000 eru vorðin heimleys. Av teimum eru meiri enn 50.000 børn. Indonesisku myndugleikarnir viðganga, at tølini eru ikki neyv, tí fleiri vóru rýmd heiman orsakað av vandanum fyri einum gosi. Altjóða samfelagið hevur boðið Indonesia alla hjálp, men tað ringa vegasambandið hevur seinkað hjálpini nógv. Ikki fyrr enn í morgun kom tann fyrsta neyðhjálpin hjá ST vegin fram. Skjálvtin fór serliga illa við gamla høvuðsstaðnum Jogjakarta, men indonesiski forsetin, Susilo Bambang Yudhoyno, hevur kortini valt at flyta sína skrivstovu til býin, so hann kann standa fyri hjálpararbeiðinum. Nógvir skjálvtar Asia og serliga tann syðri parturin verða javnan rakt av jarðskjálvtum, og tá fleiri øki eru rættiliga tætt bygd, er talið á deyðum ofta lutfalsliga stórt, sum hesi dømini vísa: 8. oktober í 2005: Ein harður jarskjálvti í pakistanska partinum av Kashmir kostar 70.000 mannalív, og onnur 70.000 fáa skaða. 26. desember í 2004: Meiri enn 300.000 fólk doyggja, eftir at ein harður jarðskjálvti í Indiska Havinum elvir til flóðaldu, sum leggur stór øki undir í sjógvi. 26. januar í 20001: Minst 19.700 fólk doyggja í einum hørðum jarðskjálvta í India. 17. august 1999: Ein jarðskjálvti í Turkalandi krevur minst 15.000 mannalív, og meiri enn 200.000 verða heimleys. 30. september 1993: Í India doyggja næstan 10.000 fólk í einum jarðskjálvta, og 150.000 missa hús og heim. 26. januar í 1990: Næstan 50.000 fólk lata lív í einum hørðum jarðskjálvta í útnyrðingspartinum av Iran. 200.000 fáa skaða, og 500.000 verða heimleys. Meiri enn 5.000 funnin deyð Tveir indonesiskir læknar royna at staðfesta, hvørji tey deyðu eru. Neyðhjálparfólk løgd undir kynsliga misnýtslu Oljan gevur ov lítið Vandi fyri borgarakríggi Hermenn rýma úr herinum Harmaðist Auschwitz Eftir semjuni, sum danska stjórnin gjørdi við A.P. Møller og hini oljufeløgini um oljuna í Norðsjónum, skuldi ríkiskassin havt fingið 21,9 milliardir krónur eyka tey bæði seinastu árini, tí oljuprísurin hevur verið væl oman fyri tað, sum semjan bygdi á. Men nú vísir eitt loyniligt notat, sum blaðið Informatión hevur fingið fatur á, at ríkiskassin fekk bara 16,8 milliardir krónur eyka í 2004 og 2005. Tað vil siga, at 5,1 milliardir krónur resta í. Tað loyniliga notatið hava Christian Jensen, skattamálaráðharri og Flemming Hansen, flutningsmálaráðharri skrivað, og tann seinni er nú boðsendur at greiða orkunevndini hjá Fólkatinginum frá málinum, sigur DR. Teir seinastu dagarnar eru 2.250 hermenn úr Avstralia, Ný Sælandi og Malaysia komnir til tað lítla landið Eystur-Timor, har teir skulu forða fyri, at bardagar ímillum vápnað harkalið og deildir av herinum og løgregluni skulu enda við veruligum borgarakríggi. Kortini hava bar- dagarnir breitt seg, sigur BBC, og í gjár segði uttanríkisráðharrin í Eystur-Timor, Jose Ramos- Horta, myndugleikarnir fáa einki gjørt uttan størri útlendska hjálp. Tí hevur avtsralska stjórnin játtað at senda nakrar hundrað hermenn afturat hagar, soleiðis at landið fer at hava fleiri hermenn í Eystur-Timor enn í Irak. Í gjár vóru kirkjurnar í Eystur-Timor fullar av fólki, sum komu saman at biðja fyri friði. Men uttanfyri helt ófriðurin fram, og ein tíðindamaður hjá Reuters greiddi frá, at hann hevði sæð einar tjúgu ungdómar leypa á ósek fólk í gøtunum. Teir ungu høvdu skotvápn, knívar og øksir. Samstundis boðaði Reyði Krossur frá, at minst 50.000 fólk eru flýdd frá húsi og heimi undan ófriðinum. Eystur-Timor fekk sjálvsstýri eftir eina fólkaatkvøðu í 1999. Síðani kríggið í Irak byrjaði fyri trimum árum síðani, eru meiri enn 1.000 hermenn rýmdir úr bretska herinum, skrivar BBC. Tað samsvarar illa við upplýsingar hjá verjumálaráðnum, sum sigur, at bara nakrir fáir menn eru rýmdir úr herinum tey seinastu 15 árini. Men BBC heldur uppá, at 377 hermenn rýmdu úr bretska herinum í fjør, og at eingin teirra er funnin aftur. BBC vil eisini vera við, at higartil í ár eru 189 hermenn rýmdir. Støðin sigur seg eisini hava upplýsingar, sum vísa, at umleið 900 av teimum, sum eru rýmdir tey seinastu trý árini, eru ikki funnir aftur. Bretska stjórnin hevur skotið upp, at hermenn, sum rýma úr herinum, kunnu dømast lívlanga fongsulsrevsing, men uppskotið hevur fingið harða mótstøðu í parlamentinum, skrivar BBC. Tá Benadikt 16. pávi var á alemnnari vitjan í Pólandi um vikuskiftið, nýtti hann høvi til at vitja gonlu týningarleguna í Auschwitz. – Tað er næstan ógjørligt at tala á einum ræðslunnar staði sum hesum, her óhugnalig brotsverk vórðu framd ímóti mannaættini og Guði, og tað er serliga torført hjá einum kristnum og hjá einum páva úr Týsklandi, segði Benadikt pávi í røðuni, sum hann helt í Auschwirz. Pávin fekk eina stórfingna móttøku í Pólandi. Tá hann helt messu í býnum Krakow, vóru næstan 900.000 fólk og lurtaðu eftir honum.