Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. mai 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 101 - 29. mai 2006 22 tímar tók tað fimm ungum monnum at ganga teir 101 kilometrarnir úr Selatrað til Havnar. Tiltakið varð gjørt fyri at stuðla Føroya Felag móti Krabbameini SKÓTAR Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Teir fimm røsku mennirnir eru Bogi Sigurstein, Bárður Ellendersen, Trúgva Bech Árting, Karl Jóhan Midjord og Emil Dam. Teir eru allir skótar hjá KFUM & K. Ymiskar fyritøkur og feløg stuðlaðu við einari upphædd og fingu so eina lýsing á jakkarnar, sum teir fimm dreingirnir bóru á túrinum. Gongutúrurin byrjaði hós­ dagin klokkan 15, og teir gingu úr selatrað til Kol­beinagjógv og síðani upp­um til Strendur. Restina av teiginum gingu teir eftir høvuðsvegnum. Teir ungu mennirnir vóru útlúgvaðir, tá ið tíðindamaðurin hjá Sosialinum hitti teir. Teir hava slitið skógvarnar og eru sera glaðir fyri, at tað er yvirstaðið. At ganga meira enn 100 kilometrar er mestsum ein traditión hjá skótum. Onkur hevur gingið sama teig, sum teir fimm ungu mennirnir, men tá hevur tað verið úr Havn til Selatrað. Forkvinnan í for­eldra­ bólkinum hjá Krabba­ meins­felagnum tók ímóti kekkinum, sum var áljóðandi 35.000 krónur. – Vit eru sera takksom. Hetta er fyrstu ferð, at onkur setur seg í samband við okkum og bjóðar stuðul. Annars eru tað altíð vit, sum biðja um stuðul. Tað er lívgandi at vita, at onkur hugsar um okkum, sigur Inga Vang, forkvinna í for­ eldra­bólkinum. Foreldrabólkurin fer á legu við Gjógv í næstum, so pengarnir koma sera væl við. Búsetur Lützen eru lidnir við arbeiðið í ellisheiminum í Runavík. Allir partar eru sera væl nøgdir við úrslitið ELLISHEIM Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Búsetur Lützen hevur havt ábyrgdina av arbeiðinum í ellisheiminum í Runavík. Teir hava bygt uppí gamla ellisheimið, so at tað nú er pláss til 24 fólk afturat. Eisini er rúm gjørt til ergoterapi og til fysioterapi. Kømrini eru vælútgjørd við øllum hentleikum. Song­in kann stillast í øllum møguligum hæddum, og lesi­plátan kann stillast og vendast, so at tú fært best møguligu lesistøðu. Breiðband og útvarp er í øllum kømrunum. – Tað ber væl til at reka eina fyritøku frá einum av rúmunum, sigur Hallur Han­ sen, samskipari hjá Búsetur Lützen í Eysturoynni. Tordur Niclasen, sjúkra­ røktarfrøðingur sigur, at tey eru sera væl nøgd við arbeiðið. Kømrini er stásilig og nútímans. Ein stór kantina er komin og eitt flott kappel, sum eisini kann nýtast sum samkomuhøli. Tað síðsta av innrættingini manglar enn, men tey eru spent til at taka nýggja partin av ellisheiminum í nýtslu. Búsetur Lützen hevur gjørt ymisk stórarbeiði í Eysturoynni: Ellisheimið í Norðagøtu, bygningin hjá Leikabúðini og nú ellisheimið í Runavík. Vit eru høvuðs­entre­ pren­ørar til arbeiðini, og so keypa vit okkum serfrøði frá øðrum. Ofta fáa vit undirleverandørar at gera prosjekteringina og timburarbeiðið. Vit hava einans lokal fólk til at gera arbeiðið, so tað gevur virksemi í økinum, tá ið vit eru í holt við eina verkætlan. Í løtuni eru teir í holt við at gera Tofta Skúla. Tað er ein verkætlan, sum strekkir yvir tvey ár og verður mett at kosta 25-30 milliónir. Teknistovan í Gøtu hevur staðið fyri tekningunum til Ellisheimið. – Vit eru sera væl nøgd við arbeiðið, sigur Tordur Niclasen, fyristøðumaður á ellisheiminum. Í morgin klokkan 15 verður almenn móttøka, har fólk kunnu koma at síggja tann nýggja partin av ellisheiminum. – Í morgin verður tað tikið alment í nýtslu, men vit koma helst út í viku 24, áðrenn vit taka fólk inn, sigur Tordur Niclasen. Ellisheimið í Runavík latið kommununi Kuffar gingu úr Selatrað til Havnar Tordur Niclasen, fyristøðumaður vísir teimum útsendu frá Sosialinum køkin. Hæddin á vaskinum kann innstillast alt eftir hæddini á persóninum (Mynd Jens Kr. Vang) Kømurini hava allar hentleikar. Songin skal stillast í ymiskar hæddir, og lesiplátan kann flytast. Møguleiki er fyri at hava breiðband, síggja sjónvarp og hoyra allar tríggjar útvarpsrásirnar (Mynd Jens Kr. Vang) Teir fimm skótarnir, sum gingu av Selatrað til Havnar og Inga Vang, forkvinna í foreldrabólkinum hjá krabbameinsfelaginum standa við kekkinum