mánadagur 29. mai 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 101 - 29. mai 2006
Herviligi jarðskjálvtin
á oynni Java í
Indonesien hevur
higartil kravt eini
5000 mannalív.
– Føroyska deildin
av Reyða Krossi
sendir nú hjálp til
neyðhjálpararbeiðið
á oynni, upplýsir
formaðurin, Suni
Vinther
Neyðhjálp
Snorri Brend
Indonesien:
Omanfyri
200.000 fólk í Indonesien,
harav fleiri teirra eru børn,
standa í løtuni heimleys og
við eini ótryggari framtíð.
Jarðskjálvtin um viku
skiftið tók við sær tað tey
áttu, bæði familju og heim,
– snøgt sagt alt. Eftir standa
hesi
fólkini
einsamøll,
svong og illa fyri.
Mong menniskju liggja
eisini særd úti, og inni á
sjúkrahúsunum gera starvs
fólkini alt fyri at veita fólki
ta mest neyðturviligu hjálp
ina.
Tey vita, at pláss er ikki
fyri øllum sjúklingum inni
á sjúkrahúsunum á oynni.
– Líka so skjótt tey
koma inn, fáa tey viðgerð
og verða síðani løgd útum
aftur. Tað er sjálvandi ikki
forsvarligt, sigur Peder
Damm, sum er leiðari fyri
hjálpararbeiðið hjá Reyða
Krossi í Indonesien.
Í arbeiði sínum eru Peder
Damm og hansara fólk eis
ini komin til landsbýir, har
alt er javnað við jørðina.
Fólkini sita snøgt sagt uttan
fyri og hava savnað saman
allar ognir sínar.
– Støðan hjá teimum heim
leysu gerst ikki betri av at
tað regnar í økinum, sigur
danski umboðsmaðurin.
Hesi tíðindini eru eisini
komin til Reyða Kross í
Føroyum. Og á fundi í gjár
varð avgjørt, at lata 50.000
kr. til neyðhjálpararbeiðið á
oynni Java.
Tjald og peningur
Tað er tí ikki bert før
oyska deildin av Reyða
Krossi sum er virkin í hjál
pararbeiðinum eftir jarð
skjálvtan – og annars fylgir
við gongdini, nú vandi
somuleiðis er fyri at eitt
eldgos fer at goysa.
Danski Reyði Krossur
hevði í hesum sambandi
sett 300.000 kr. av um okk
urt álvarsligt skuldi hent í
samband við eldgosið. Nú
hevur ein so ístaðin avgjørt
at brúka hesar pengarnar
til hjálpararbeiðið eftir jarð
skjálvtan.
Norski Reyði Krossur
hevur havt eitt feltsjúkrahus
liggjandi í høvuðsstaðnum
síðan tsunami-flóðalduna.
Henda útgerð verður
nú útpakkað og latin indo
nesisku deildini av Reyða
Krossi. Umframt hetta ætla
norðmenn at senda seks fólk
yvir at hjálpa til við arbeið
inum í feltssjúkrahúsinum.
Hóast Reyði Krossur í
Føroyum hevur latið hesar
50.000 kr. til Indonesien, so
ber framvegis til hjá fólki at
stuðla arbeiðinum.
Hetta kann gerast við
stuðli umvegis onkran av
peningastovnunum, ella við
at ringja 905656, tá legg
ur Føroya Tele 100 krónur
omaná tygara telefonrokn
ing og flytur peningin til
Reyða Kross Føroya.
Mikukvøldið verður
ein forvitnislig
konsert í Kelduni í
Skálafirði, tá Rebecca
St. James vitjar her á
fyrsta sinni. Og tað er
nakað hon sær fram
til.
Konsert
Snorri Brend
Keldan, Skálafjørður: Í
kvøld hevur kenda song
kvinnan konsert í ungarska
høvuðsstaðnum Budapest.
Síðani verður leiðin løgd
móti
samkomubygning
inum hjá Kelduni í Skála
firði, her konsert verður
mikukvøldið kl. 20.
Henda konsertin er partur
av eini Europa-turne, har
hon altso hevur lagt leiðina
til Føroyar eisini.
Fyri hana verður hetta
ein serstøk uppliving, tí tað
er ikki á hvørjum degi at
hon leggur leiðina til slík
fjarlagin støð sum okkara.
Henni dámar hinvegin væl
at hava konsertir á støðum,
har stórar konsertir vanliga
ikki verða fyriskipaðar.
Mongu útlendsku við
haldsfólk hennara vita helst
ikki hvar Føroyar liggja.
Tí hevur hon gjørt ein link
á heimasíðu sínari til eina
føroyska heimasíðu, har
fólk kann fáa alt at vita um
vakra land okkara.
Henda vakurleikan fer
Rebecca helst eisini at
uppliva, tá hon kemur higar
í morgin.
Í kvøld verður møguleiki
at lurta eftir eini samrøðu
við Rebeccu á Rás2. Kl. 22
fer Heini Lützen nevniliga at
skifta orð við hana í andaligu
tónleikasending síni við
heitinum“Halleluja”.
Havn: Tórshavnar komm
una hevur fingið 12 mió
kr í stuðli til bygging av
einum ellisheimi uppí
Tjarnagarð.
Hetta heim er undir
bygging, og skal hava 24
búpláss. Kostnaðurin er
mettur til 29 mió kr.
Samstundis er greitt, at
kommunan eisini fær 12
mió krónur til 24 pláss á
einum ellis- og røktarheimi,
sum skal byggjast undir
Boðaneshamri. Nú verður
farið undir fyrireikingarnar
til hetta heim, sum hevur
bíðað eftir játtan frá land
inum.
– Við hesum báðum
játtanum fær Tórshavnar
kommuna 48 búpláss aftrat
á ellis- og røktarheimum,
upplýsir Jógvan Arge, for
maður í byggi- og býar
skipanarnevndini.
Men sum hann tekur
til: – Hetta hjálpir væl,
men nøktar neyvan allan
tørvin!
sb.
24 mió til ellisheim
Nýtt reinsiverk
í komandi mánaði
Sørvágur: Umsíðir er
líkt til at íbúgvararnir í
Sørvági kunnu verða vísir
í, at vatnið teir drekka er
fullkomuliga reint.
Í farnu viku fóru menn
nevniliga undir at seta
upp tað nýggja reinsiverk
ið, sum skal tryggja bygd
arfólkinum reint vatn.
Arbeiðið, sum menn frá
Nomatek og Hanna Olsen
gera, fer at taka einar tvær
vikur aftrat.
sb.
Betri tænastu til
tele-kundarnar
Skopun: Í farnu lat upp
nýggj handilshøll, nevnd
Lonin í Skopun. Umframt
matvøruhandil og salong
er eisini ein telebúð í
høllini.
Tað er Føroya Tele, sum
við hesum stiginum ynskir
at koma nærri kundunum.
Soleiðis kunnu teir vísa
fram eitt breitt úrval
av øllum tí, sum hevur
við telefonir at gera og
samstundis veita nýggjum
og gomlum kundum eina
betri tænastu.
Her verður m.a. hugsað
um tey rørslutarnaðu og
fólk við barnavognum,
sum her hava góðar møgu
leikar fyri at vitja høllina.
Nevnast kann eisini, at
nýggja telebúðin hevur
víðkað munandi um upp
latingartíðirnar. Nú kunnu
fólk fara til handils hvønn
dag millum kl. 10 og 17.
sb.
Stutt sagt
Reyði Krossur: 50.000 kr.
úr Føroyum til Java
Neyðin er stór á Java, og fólk í neyðhjálparørindum gera eitt
stórt arbeiði. Her eru tey við eitt av teimum raktu fólkunum
Mynd: Reuters
Rebecca: – Spennandi
at vitja Føroyar
Rebecca St. James ferðast í
hesum døgum kring Europa á
konsertferð. Mikukvøldið fer
hon á pall í Skálafirði
Sørvingar fáa nú reint drekkivatn
Skopuningar hava nú fingið eina nýggja handilshøll og eina
nýggja telebúð á sama staði