Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. mai 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 101 - 29. mai 2006 Í seinasta blað setir stjórin á Føroya Handils­ skúla eina heila røða av spurnarteknum við Visjón 2015. Sum kunnugt er dekkar hetta hugtak, at Føroyar á so at siga øllum økjum skulu vera millum fremstu lond í heiminum í 2015. Løgmaður hevur lagt sera stóran dent á hetta mál og eftir hvat hoyrist nýtir umsiting­ in nógva orku í at fáa hetta mál frá hondini sum frægast. Løgmaður má tí fyrihalda seg til atfinningarnar hjá handilsskúlastjóranum. Tað, sum funnist verður at, er, at Føroyar eru ikki nóg væl fyrireikaðar. Vit hava ov vánlig hag­tøl, vit hava ov vánaligar politikkarar og vit hava ov vánaligar vinnulívsmenn. Hartil kem­ur so, at vit hava ov vánligan fólkaskúla, ov vánalig hagtøl og í sum heild eru alt ov illa fyrireikað til Visjón 2015. Mælt verður til at bíða í trý ár og so nýta hesi trý árini til at fyrireika okkum til allar tær avbjóðingar, sum altjóðagerðin og tøkniligubroytingarnar bera við sær. Tað kann vera freistandi at geva høvundand­ um rætt og so bara útseta alt visjónsarbeiðið, tí hann hveur tí verri rætt í nógvum, sum hann skrivar, hóast vit halda, at hann er í so harðligur við hvørt. Spurningurin er bara, um tað hjálpir uppá støðuna at bíða. Hvørja vissu hava vit fyri, at vit um trý ár eru betur fyri enn í dag? Er ikki júst hugsjónin aftan fyri Visjón 2015, at vit beinanvegin skul fara undir at menna okkara førleikar á snøgt sagt øllum økjum. Vit vita rímiliga væl, hvar skógvarnir trýsta á flestu økjum. So spurningurin er um ikki vit gera ilt verri við at bíða. Vit skulu eisini ansa eftir, at vit ikki gera okkum verri enn vit eru. Vit eru góð til sera nógv ting. Tey ungu klára seg sera væl á arbeiðsmarknaðinum úti sum heima, so her kann ikki alt vera galið. Vit mugu ansa eftir, at vit nú ikki púrasta fella í fátt, tí vit fáa at vita, at vit einki duga til. Tað ræður um at ansa væl eftir sjálvsmyndini! Tað ræður um at styrkja sjálvsálitið og at fara til verka. Landsstýrið eigur at taka atfinningarnar í størsta álvara og umhugsa, hvørji skilabestu hyggjuráðini eru. DAGSINS MEINING Sosialurin Atfinningar og sjálvsálit Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Eg, og fleiri við mær mundu gleðast, tá ið nýggj, stásiliga »Norrøna« kom til landi. Nú hevði eitt føroykst felag enn einaferð megnað at víst, at enn vóru tað fólk her á landi, ið tordu og megnaðu at váða stóran pening fyri at fremja framburð. Stórar vóru tískil mínar vónir til skipið og reiðaríið, tá ið familja mín og eg fyri fyrstu ferð fingu høvi til at ferðast við »Norrønu« í apríl/mai mánaði í ár. Væl vitandi, at ein ikki skal vænta ov nógv av nøkrum, og tískil heldur ikki gjørdi mær nakrar ovurhonds stórar vónir, má eftir lokna ferð bara staðfesta, at tað eru nógv viðurskifti umborð á »Norrønu«, ið avgjørt ikki eru nær námind nøktandi. Velji at halda meg til serliga tvey viðurskifti, ið hava fingið meg til at velja omanfyri standandi yvirskrift: Tað fyrra er kioskin við teimum avgjaldsfríu vørunum: Har er úrvalið stutt sagt vánaligt, prísirnir alt annað enn kappingarførir við t. d. floghavnir í DK, har ið flestu føroyingar ferðast javnan, og sum um hettar ikki var nokk, so var uppfyllingin manglandi. Vørur sum vóru í »tilboðsblaðnum« vóru útseldar á veg til DK, og hygga síggj, um tær ikki eisini manglaðu á veg til FO eina viku seinni. (Tílíkt óskil hevði ikki havt langt lív lagað undir vanligum marknaðar-búskaparligum treytum!) Tað seinna, ið er er langt tað vánaligasta, eru umstøðurnar til børnini umborð. Tit vilja fegin selja tykkum sum eitt felag, har ið familjur kunnu njóta hvíld og hugna, sum dømi kann nevnast allar teir føroyingarnar, ið tit flyta til t. d. Danland frítíðarstøðini, og har nokk størsti parturin eru barnafamiljur. Men, tað ið tit hava at bjóða er í stuttum hettar: Eitt »kúlubað«, lítið frægari enn eitt miðalstórt nátthús, har ið skelti vísir, at tað er aldursmark upp til 7 ár. Her man so meiningin verða, at øll yvir 7 á skulu fara inn til spælimaskinurnar, ið óiva munnu verða eitt munagott íkast til árúrslitið hjá Smyril Line. Men enn eru ikki allar súður syftar. Okkara børn eru 1,3 og 11 ár til aldurs, og tá ið so tann elsta er »innlagdur« til spælimaskinurnar, so kunnu tey yngru royna at yvirliva sum frægast í kúlurokinum millum størri børn, ið sjálvandi eisini eru í sínum góða rætti, til at verða har. Ergo hava vit foreldur eitt fulltíðarstarv við at verða 100% ansandi; einki ringt um tað, líka burtursæð frá, at hettar ikki er heilt í trá við lýsingar tykkara, har barnakrókurin verður lýstur sum eitt »mini-tivoli«. Túrin, ið vit vóru við, vóru ikki tað nógva av fólki við, men tað var sera trongt hjá børnumun, og vóru tað nógv foreldur, ið vóru sera ørg inn á umstøðurnar, og tey klóku høvd, ið høvdu ábyrgdina av hesum. Tit hava bygt eitt skip til stóran pening, flott og stórbært, men, sum sagt, so er tað nógv umborð ið ber brá av, at tit, enn, hava einastøðu á sjóleiðini úr FO. Starvsfólkið umborð skal hava rós fyri beinasemi og tænastuvilja. Síggið skriftina á vegginum, bindið um heilan fingur, og fá skil á óskilið. Smyril Line manglar kapping Ein dugnaligur persónur í leiðandi almennum starvi verður blakaður út í kuldan, skuldsettur fyri óreglusemi, lagdur undir trýst og útsettur fyri telefonterror. Í hesum føri er tað aftur ein kvinna, og tankarnir leita til filmin"Prinsessan", sum varð vístur í Sjónvarpi Føroya fyri kortum. Tann søgan var eitt skúladømi um, hvussu ráðaríkir persónar bera seg at við at happa og niðurgera tey, sum ikki blint akta harraboð men hugsa sjálvi - ofta konufólk. Málið er at fáa tey at hoykna so mikið, at tey aldri reisa seg aftur. Eg kenni bara tíðindini um Dagmar Joensen úr fjølmiðlunum, men bara tað, at Dagmar sjálv vágar sær at koma fram við sínum trupulleikum, sigur mær, at hon hevur eina góða søk. Tað er altíð keðiligt við peningaligum óreglusemi. Í hesum føri var óreglusemið kanska eins lítið tilvitað, sum tað var tær ferðirnar, tá menn, sum nú sita á ovastu rók í Føroyum framdu onnur sløg av óreglusemi. Meðan pilatusarnir sita kúrrir og tváa sínar hendur, verður ivi sáddur um Dagmar Joensen, hennara trúvirði og persónsmensku. Vit eru nakrar, sum av heilum huga veita henni okkara fulla stuðul í stríðnum fyri rættvísi. So hendi tað aftur Tórshavn Oddvør Johansen Djóraverndarfelagið Ikki skuldi verið neyðugt at lært fólk at hildið fingr­ arnar frá fuglaungum, sum eru í reiðrum, sum tey koma framá. Vit hava altíð lært, at um tú nertir við ein fugla­unga, so vilja foreldrini ikki hava hann aftur. Hetta er ein teori, sum vit eiga at góðtaka uttan nak­að prógv. Onki menniskja er so nógv vert, at ein fuglaungi kanska skal lata lívið, tí hann skal takast úr reiðrinum og vís­ast fram. Vit eiga at lata reiður fáa frið og heldur verja ungarnar móti kensl­u­ leysum fólki. Vit eiga at gera sum drongurin í sangi­num og ikki siga nøkrum frá. Eg veit eitt spógvareiður... Heiðavegur Norðskáli Michael Dalbø