mánadagur 29. mai 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 101 - 29. mai 2006
11
Hjá øllum teimum, sum
hildu, at vit høvdu ein hamp
iliga góðan fólkaskúla, kom
tað dátt við at hoyra nið
urstøðuna av PISA undan
kanningini 2005. Úrslitið
vísir, at okkara næmingar
liggja djúpt niðri á botninum
í nærum øllum teimum
kannaðu økjunum, sum við
víkja lesing, støddfrøði og
náttúrufrøði. Har eru næstan
eingir glottar at ugga seg
við.
Kortini er tað at frøast
um, at so gott sum allir
avvarðandi partar av skúl
anum hava givið til kennar,
at tey taka á seg sín part av
skyldini fyri, at úrslitið hjá
næmingunum var alt annað
enn gott. Hetta sigur nakað
um skelkin og álvaran,
sum tey flestu leggja í
málið. Í Føroyum líða vit
annars av einum køvandi
syndabukkasyndromi.
Í
staðin fyri at fara í kjarnan
á málinum at finna gongdar
leiðir út úr trupulleikanum,
fara vit heldur at spyrja,
hvønn vit kunnu heingja í
gálgan, og tá onkur er funn
in, halda vit, at so er málið
loyst.
Úrslitið av PISA 2006,
sum varð gjørd 30. mars,
fer at koma í desember
2007, og einki er, sum týðir
uppá, at tað úrslitið fer
at vera stórt frægari enn
undankanningin, tí nýggja
kanningin er gjørd, áðrenn
úrslitið av undankanningini
var kunnugt, og eingi tiltøk
eru sett í verk, sum kunnu
hava broytt avrikini til tað
betra. Haraftrat tykist, sum
at skúlarnir hava kunnað
næmingarnar ov illa áðrenn
kanningarnar.
Øll eru vit greið um,
at føroysku næmingarnir
hava lært ein heilan hóp í
skúlanum, í heiminum og
úti millum onnur, og sum
ikki kemur til sjóndar í eini
slíkari kanning. Men henda
kanningin hevur víst, at
tey ungu duga illa at brúka
sín kunnleika í sambandi
við avbjóðingar í teirra
gerandislívi, soleiðis sum
tað kann mátast við teim
um bestu testunum, sum í
løtuni eru tøkir.
Tann næsta PISA-kann
ingin verður um trý ár, og
skulu vit gera okkum vón
um at broyta gongdina
til tað betra, so mugu vit
ikki liggja sjóvarfallið av
okkum men fara í gongd
skjótast gjørligt við at
broyta atferð.
Hvat er so til ráða at taka?
Hvørji tiltøk kunnu bøta
um teir kunnleikar, fimi,
arbeiðshættir og málbúnar,
sum skúlin saman við for
eldrum skal fremja?
Tað ber til at bøta um
fortreytirnar:
Læraraútbúgvingin
Eftir at fleiri nevndir síð
ani fyrst í 1990unum
hava arbeitt við at gera
uppskot um broytingar í
Læraraútbúgvingini, tykist
nú at hómast ein skipan, sum
fer at leggja Læraraskúlan
saman við Fróðskaparsetri
num og skipa lesturin eftir
útbúgvingarfyrimyndini
hjá lærdum háskúlum. Fyr
imunirnir við eini slíkari
skipan kunnu vera fleiri,
men vansar eru eyðvitað
eisini í mun til verandi lær
araútbúgving.
Fakliga
støðið
kann
gerast munandi hægri í
teimum fáu fakum og fak
økjum, sum tey lesandi
velja at útbúgva seg í, men
undirvísingarførleikin verð
ur helst smalri, enn undir
verandi læraraútbúgving,
har lærarin kann undirvísa í
nærum øllum lærugreinum
skúlans. Hetta fer helst sum
frá líður at fáa avleiðingar
fyri teir smærru bygdaskúl
arnar, sum tá mugu lúta
fyri teimum fleiri og nógv
meira fjølbroyttu undir
vísingartilboðunum, sum
teir størru skúlarnir hava
møguleika fyri at veita.
Og spurningurin er, um so
nógv orsøk er til at harmast
ta gongdina. Burtursæð frá
nostalgiini.
Ein vinningur við at hevja
læraraútbúgvingina upp á
akademiskt støði er, at tá fer
at bera til at fremja veruliga
vísindaliga gransking í und
irvísingarverkinum, sum
vit so at siga púrt einki
hava havt av higartil. Hartil
kemur, at neyðugt verður
í nógv størri mun at knýta
at setrinum útlendskar und
irvísarar, sum við teirra
breiðari royndum frá størri
umhvørvum kunnu geva
neyðugan nýggjan íblástur.
Næmingatímatalið
Sambært Fólkaskúlalógini
er minsta undirvísingartíma
talið hjá næmingum í 1. og
2. flokki ávikavist 18 og 20
tímar um vikuna. Ein av høv
uðsgrundgevingunum fyri
hesum lága tímatali hevur
verið, at børnini skulu hava
loyvi at vera børn, so leingi
sum møguligt, t.v.s at tey
skulu sleppa at spæla frítt
úti í bø og haga og niðri í
fjøruni og ikki sita ov leingi
innibyrgd í eini skúlastovu.
Veruleikin er ein heilt ann
ar í dag, nú flestu børn
eru á ansingarstovni frá
barnsbeini av og til tey fara
í skúla, og eftir skúlatíð
standa ansingarfólk klár at
taka sær av at ansa smærru
børnunum, tað ið eftir er av
degnum, til foreldrini koma
heim úr arbeiði.
Flestu skúlar eru noyddir
at halda seg nær til mini
mumstímatalið, tí at játtanin
til fólkaskúlan verður hildin
niðri á hungursmarkinum.
Tað er eingin ivi um, at
ein munandi hækking av
tímatalinum í yngru flokku
num hevði givið ein stóran,
neyðugan vinning, ikki
minst hvat ið lesiførleika
viðvíkur. PISA-kanningin
avdúkaði, at 49% av kannaðu
føroysku
næmingunum
høvdu ikki funktionellan
lesiførleika, og bara 2%
liggja í besta endanum. Tað
staðfesti okkum millum
Mexiko og Brasilia. Fyri
Finnland eru tølini øvugt:
7% í neðra og 51% í erva!
Hetta má fáa avleiðingar
fyri raðfestingina hjá lands
politikarunum.
Undirvísingaramboð
Kommunurnar
hava
ábyrgdina
fyri
dagliga
rakstrinum av fólkaskúlu
num, t.v.s fyri íløgum og
viðlíkahaldi av bygningum
og játtanum til undirvís
ingaramboð til skúlarnar.
Í 2004 brúktu allar tær før
oysku kommunurnar 246
mió. kr. til rakstur og íløgur
til skúla- og mentamál.
Ikki ber til av tølunum frá
Hagstovuni at skilja sund
ur, hvussu nógv ið fer
til
undirvísingaramboð
til skúlarnar, men tað er
eingin ivi um, at í flestu
skúlum verður undirvísing
in nógv darvað orsakað
av ótíðarhóskandi og ikki
nøktandi undirvísingartil
fari.
PISA-kanningin sigur,
at meira enn helvtin av
næmingunum keða seg í
skúlanum. Ein av orsøku
num er heilt givið, at und
irvísingaramboðini, serliga
úrvalið av bókum er ov lítið.
Hetta kunnu kommunurnar
gera nógv meira við, enn
tær gera í dag.
Í flestu øðrum londum er
framleiðslan av undirvísing-
artilfari og serliga útgávan
av skúlabókum ein framúr
góð forrætning. Soleiðis er
ikki her hjá okkum, har
næmingatalið er so lítið.
Tað ber heilt einfalt ikki til
at gera undirvísingarbøkur
uttan (almennan) stuðul.
Um tað almenna vil bøta
um ella sleppa sær undan
landaskommini, so verður
neyðugt at raðfesta øðrvísi,
enn higartil hevur verið
gjørt.
“Veiku” næmingarnir
Líka mikið hvar í undir
vísing-arhierarkinum ein er
staddur, tað veri seg í einum
1. flokki í fólkaskúlanum
ella einum holdi á lærdum
háskúla, so er altíð ein
spjaðing frá tí veikasta til
tann intellektuelt sterkasta.
Munurin millum tann við
lægsta og tann við hægsta
avriki er kanska styttri long
ur upp í stigan, tú kemur.
Men fólkaskúlin er ser
merktur við tað, at hann
hevur lógarásetta skyldu at
hava øll børn at undirvísa
í 9 ella 10 ár. Hetta setir
størri krøv og avbjóðingar
til lærararnar enn á nøkrum
øðrum undirvísingarstovni
í landinum.
Við fólkaskúlalógini í
1979 fóru vit burtur frá
tí gomlu skipanini, har
lærararnir skuldu skilja
næmingarnar sundur, teir
“bestu” til at fara í real,
og “restin” máttu taka til
takkar við at fara í ein átt
anda flokk. Eingin lærari
ynskir at koma í ta støðuna
aftur at skula gera hetta
ómenniskjansliga sundur
býtið. Vit fingu í staðin
ein eindarskúla, har allir
næmingar fylgdust frá 1. og
til 9. og 10. flokk.
Nýggja skipanin kravdi
av lærarunum, at teir í staðin
fyri at differentiera næming
arnar skuldu differentiera
undirvísingina. Hetta krevur
nógv av undirvísarunum, at
teir skulu røkka øllum, bæði
teimum kvikastu og teimum
seinastu
næmingunum
í flokkinum. Tað krevur
optimalar umstøður, bæði
viðvíkjandi hølum, und
irvísingaramboðum, hjál
partiltøkum av sosialped
agogiskum slagi, lærara
førleika o.ø.
Størsta
hóttanin
fyri
einum góðum undirvísin
garumhvørvi í flokkinum
er, at lærarin eisini skal
taka
sær
av
teimum
“veiku” næmingunum, sum
lutfalsliga tekur alt ov nógv
av hansara tíð, og tað ger, at
teir kvikastu næmingarnir
verða við sviðusoðið og sita
og keða seg. Serundirvísing
og onnur sosialpedagogisk
tiltøk eru alt ov lágt raðfest
í skúlanum. Nógvum næm
ingum tørvar eisini eitt
øðrvísi tilboð, sum ikki er
til í føroyska skúlanum í
dag. Skal nøkur broyting
og ábót gerast á hesum øki,
so mugu landspolitikararnir
síggja í eyguni, at tað
krevur munandi øktar játt
anir. Her ber ikki til at
lyfta seg sjálvan upp við
hárunum, sum hevur verið
hyggjuráðini, sum skúlin
hevur fingið.
Eftirútbúgving
At kalla eingin verulig eftir
útbúgving av lærarum hevur
verið hesi nógvu seinastu ári
ni, og tað er ein gongd, sum
ikki kann annað enn koma
aftur um brekku. Fólkaskúlin
man vera eitt av teimum fáu
arbeiðsplássunum í landi
num, sum virðir sína mann
ing so lítið, at tað er líkasælt
um ta avrik, sum væntast at
koma burtur úr. Mytan um,
at tá tú hevur fingið eina
útbúgving, kanst tú klára teg
við hana, til tú fert frá við
pensión, er deyð fyri langari
tíð síðani.
Tey, sum rópa upp og
krevja størri faklig krøv,
strangari disciplin, meira
eftirlit, fleiri royndi heilt
niðri frá 1. flokki, at lærarar
og næmingar skulu metast
á hvørjum ári, aftur til
realskúlan, fleiri lektiur,
kappingarmomentið inn í
skúlan o.s.fr, tey áttu eisini
at hugsa um tær umstøður,
sum fólkaskúlin hevur havt
at virka undir seinastu
árini. Og tey skuldu ikki
minni hugsað um ta dygd
ararbeiðið,
sum
hvønn
dag hóast alt verður útint í
skúlanum.
Onkrir landsstýrismenn
hava fyri nøkrum árum
síðani optimistiskt prokla
merað, at vit skulu hava
heimsins besta skúla. Tað
er eisini vert at stremba
fram ímóti, men enn tykist
tíverri at vera langur vegur,
til vit røkka so langt. Hetta
landsstýrið hevur eisini sagt,
at teir raðfesta undirvísing
og mentan høgt í hesum
skeiðinum. Higartil mugu
vit siga, at vit hava sæð lítið
til hetta í verki.
Alt gott at siga um und
irsjóvartunnil til Sandoyar,
sum vit “ikki hava ráð at
lata vera við” at gera beinan
vegin. Eru politikarar fúsir
til í óðum verkum at rinda
500 - 800 milliónir næstu
4-5 árini til eina slíka ætlan
av ótta fyri nøkrum fáum
atkvøðum, so mátti kortini
skilið kunnað vakna, og
at teir aftan á Teistan og
Smyril, Vágatunnilin og
Klaksvíkstunnilin fóru at
ásanna, at samferðsluøkið
tolir ein steðg upp á nøkur
fá ár, og at undirvísingar-
og mentunarøkið nú eigur
at fáa hægstu raðfesting,
og raðfesting uttan pening
er einki.
Hvat bleiv av heimsins besta skúla?
VIÐMERKINGAR
Eilif
Samuelsen
Til Heðin
Mortensen, og
Teknisku Deild
Petur
Hermansen
Eg eri sera fegin um at tú
ert borgarstjóri í Tórshavn
og at tað allatíðina hendur
naka í Havnini, og at
Havnin altsamt fríðkast.
Eg havi stórt álit á, at
so fer at verða framyvir.
MEN!! Nú í fleiri ár
hevur Havnin sæð út sum
eitt róthol, frá APRÍL TIL
SEPTEMBER mánað,
VEGIR stongdir, vegir
uppgravaðir, innkoyring
bannað, Havnin næstan
óframkomilig og í bestu
summartíð, tá mest er av
útlendingum, HETTA
MÁ halda uppat. Tá
summarið er um at verða
liðugt, so verður farið at
strika upp vegirnar, alt
klárt til PÍKARNAR at
slíta avaftur.
HETTA SKILIÐ MÁ
FÁA EIN ENDA.
Um tekniska deildin
ikki er før fyri at Havnin
skínur til summarið, so
kann alt gera tað sama,
so er Havnin bara eitt
RÓTHOL um summarið
og størsta RUNUDÝKIÐ
um veturin.
Hvat gerða vit so??
Jú sjálvandi, Brúka vet
urin til at gera Havnina
klára
til
summarið,
soleiðis at tá 1. mai er,
er Havnin klár til okkum
havnarfólk og arðar gest
ir at hugna sær í, og
vit kunnu verða stolt
av
HØVISTAÐNUM
TÓRSHAVN.
Vit hava ikki havt vet
ur nú í mong ár, so her
hevur Tekniska Deild
ongar forðingar í at gera
alt vanligt arbeiði, tað
snýr seg BARA um at
planlegja við skili, tað
kundi eg klára við einum
eyga.
Um vit hyggja at Mið
býnum í dag, sær hann
alt annað en hugnaligur
út, skitin og tvitin av
arbeiði, og Gudhjálpi
mær er arbeiði sett í
verk á J. Patursonargøtu
og havi skilt, at hetta
skal gerast petti fyri
petti. soleiðis at alt
hetta summarið verður
størsta fersluaðr ein ruð
uleiki, og sum longu nú
er ruðuleiki. Bilar skilja
ikki skiltingina, sum var
skeiv frá byrjan, men
sum nú er rættað.
Eg kundi nevnt feiri
ting í eru illa fyriskipa,
men eri troyttur av at
ár eftir ár sær Havnin
farlig út.
Vælsignaði tit, borgar
stjóri og restin: GERIÐ
ARBEIÐIÐ
LIÐUGT
ÁÐRENN SUMMARIÐ
soleiðis at vit havnafólk
kunnu
gleðast
til
summarið og at ferðandi,
tað verið seg føroyinga
ella ùtlendingar kunnu
ferðast við gleði í Havn,
og har er reint og pent.