Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. mai 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 101 - 29. mai 2006 Tú varð fødd í Sumba,dóttir Jensiu og Jacob Eystaná. Varð í Grønlandi nøkur ár, men flutti til Føroyar aftur. Tá eg skal skriva minn­ ing­arorð um mína góðu mostur, sum so brádliga varð tikin frá okkum, koma minnini fram fyri meg um allar tær stuttligu løturnar í Sumba og allar teir stuttligu túrarnar vit vóru úti og koyrdu í Eysturoynni,Vágum (Gása­dali) og í Leynum hjá Marjun o.s.fr. Tá eg ringdi til tín, at spyrja um tú kom við, vart tú altíð glað og skjótar vóru vit á ferð. Ærað verður minni um mostur mína. Reidi Jastrid M. Jacobsen til minnis * 27. apríl 1933 ✞ 16. apríl 2006 Sambandsflokkurin hevur valt Rósu Samuelsen í nevndina fyri øktum kvinnuleikluti í politikki. Berið Petersen, sum Sambandsflokkurin fyrri í ár valdi í nevndina fyri øktum kvinnuleikluti í politikki, hevur boðað frá, at hon vegna økta arbeiðsbyrðu, ynskir at verða loyst úr hesum sessi. Sambandsflokkurin hevur tí valt nýtt umboð í nevndina. Nýggja umboðið er Rósa Samuelsen úr Sandavági. Rósa er borgarstjóri í Sandavágs kommunu, og hon hevur eisini í eitt stutt tíðarskeið í vár havt sæti á tingi fyri Sambandsflokkin. Rósa Samuelsen í kvinnupolitisku nevndina Týsdagin hin 30. mai, verður Marita Askham seksti ára gomul. Marita er fødd og uppvaksin við Hoydalsvegin í Havn. Foreldrini vóru Thur­id, fødd Lauritsen úr Sør­vági og Thomas Juul Askham, vanliga nevndur Ullaba, ið hevði smiðju við Hoydalsvegin. Hon hevur fýra systkin, Trygvi, Kinn, Símin og Tove. Marita er gift við Hans Paula Poulsen, ættaður úr Ljósáum. Tey eiga synirnar Jóanis, ið er giftur við Kiru Hendriksdóttir, Tórður, ið er giftur við Brynhild Bláhamar Poulsen, og Magnus, ið býr saman við Gullborg G. Jacobsen, í Danmark. Ommu­børnini eru 10 í tali. Tey eru, eftir aldri: Kristian 18, Eva Maria 16, Djóni 15, Barbara 15, Boas 12, Heidi 12, Linda 11, David 9, Jónas 9 og Rakul, sum er 8 mánaðir. Aftaná at Marita hevði gingið í Sankta Frans Skúla, royndi hon ymiskt, m.a. var hon ørindagenta hjá Skipafelagnum, á eftir­skúla í Danmark, ar­beiddi í vøggustovuni hjá Franciskanarasystrunum, stóð í handlinum hjá Hanse­ mann og nógv ár sum dag­ røktarmamma. Seinastu ár­ini hevur hon vaskað hjá Tórshavnar Musikkskúla, har hon nú starvast sum Oldfrú. Altíð hevur hon dugað væl við børnum, og síðan ommubørnini komu, hava tey verði hennara eitt og alt. Frítíðina brúkar hon m.a. at svimja við Morgun­ frúunum, lesa, spáka við hund­inum Harly og at kamp­era. Eisini má nevnast hennara stoltleiki, hesturin Sólvindur, sum hevur vunnið fleiri Føroyameistarasteyp í húsið. Dagurin verður hildin týs­ dagin í heiminum, Vættra­ stígur 7. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Marita Askham 60 ár 30. oktober 2005 andaðist Frits Witt brádliga í 75 ára gamal. Frits Witt kom úr Danmark til Føroya í 60’unum. Hann giftist við Onnu Marin Har­aldsen úr Miðvági og búsettist seinni í Miðvági. Frits var timburmaður og verk­aði í nógv ár hjá Phil og Søn, síðan nøkur ár sum sjálvstøðugur og seinni ar­beiddi hann hjá nógvum ymiskum byggifyritøkum. Hesin fryntligi danskarin við kepp­inum og pípuni varð skjótt ein bygdarmynd í Miðvági, hann hevði stóran áhuga í fótbólti, og raskur sum hann var, komu vøllur, MB- húsið, fótbóltsliðini, klæði, bóltar og annað tíð­liga at njóta gott av Fritsi. Ígjøgnum skiftandi tíðir og ættarlið, var Frits tann sami, altíð til reiðar at taka eina hond í, har á stóð. Frits var sambandsmaður um ein háls, men bersøgin og konsekventur, sum hann var, so visti tú altíð, hvar tú hevði hann, um so talan var um politikk, fótbólt ella arbeiði. Hann sat eitt skifti í bygdarráðnum og sum for­maður í Handverkara­felagn­ um í nógv ár – og hjá MB hevur hann so altíð verið ein dyggur stuðul, um hann so var í nevnd ella uttanfyri. Seinnu árini hevði hann sett ferðina niður reint ar­beiðsliga, men verkaði tó so líka til hann doyði. Eg kann ikki lata vera við at nevna samarbeiðið ímillum Frits og Kaj Egon, tað var sum at sígga tveir ógvuliga góðar beiggjar, har tú sást annan var hin ikki langt burtur – teir vóru saman innan arbeiði hjá MB og harafturat stoyptu og smíðaðu teir saman. Saknurin er stórur hjá Kaj Egon, Hildifríð og børnunum nú Frits er farin. Frits kom í nógv harrans ár í undir­ húsið, altíð fyrst­ur saman við Jón Ed­vardi og Elidu at lata upp um morgnarnar í MB-húsinum, morg­ un­maður var hann burturav og altíð punktligur. Tað er ein ómetaligur saknur eftir Frits Witt bæði hjá MB og sjálvandi ikki minni hjá Onnu Mariu og døtr­ unum, sum Frits var ómetaliga góður við, ikki minst verður hann saknaður í undirhúsinum, har eingin gloymir angan av pípu, kaffi og tí stuttligu blandingina av føroyskum og jydskum máli, sum klingaði út úr MB-húsinum hvønn ger­andis­morgun. Jón Edvard Hansen and­aðist 2. februar 2006, 74 ára gamal, eftir at hava drigist við heviliga sjúku í mong ár. Eitt eyðkenni fyri Jón Edvard var, at tú ongantíð hesi ár, hann var sjúkur, hoyrdi hann klaga seg. Jón Edvard misti fyri stuttum konuna av hesi somu sjúku. Jón Edvard var ein ótrú­liga sterkur og raskur maður. Eftir at hava siglt uttanlanda í nógv ár, byrjaði hann at verka á landi, hetta var í 70’unum. Sum tann vandi trol­maðurin, hann var, komu hansara vitan og hegni bæði trolvirkinum og eisini málmeskunum hjá MB til góðar. Tað meða heldur ikki vera so fáir sjómenn í Vágum, sum hava fingið sína vitan um trol frá Jón Edvardi. So skjótt Jón Edvard legð­ist á land at verka, byrjaði hann at arbeiða við vøll og hús hjá MB, eisini arbeiddi hann innan nevndararbeiði og var hann so at siga har líka til tað síðsta. Nevnast kann, at dóttir Jón Edvard, Maud, hevur sitið sum for­maður í MB 2004-2005, og at døturnar báðar og eisini sonurin hava leikað við MB í fleiri ár. Jón Edvard gjørdist við tíð­ini ein ímynd av Miðvágs Bóltfelag, har hann hevði ein fingur við í øllum arbeiði, sum skuldi gerast bæði við vøll, mál, hús, girðing, klæðir, ið skuldu vaskast og bóltar, ið skuldu heintast inn. Við sínum smílandi, vin­ sama lyndi kom hann líkasum øllum við, og nú hann er farin, er saknurin vorðin meira eyðsýntur í tí dagliga, bæði í undirhúsinum og hjá MB. Tá MB 22. januar í 2005 hevði 100 ára føðingardag, fingu Frits Witt og Jón Ed­vard heitið heiðurslimir og fingu heiðurnálir fyri teirra ótroyttiliga arbeiði innan Miðvágs Bóltfelag í meira enn 30 ár. Miðvágs Bóltfelag fer altíð at minnast hesar báðar heiðurslimirnar við takksemi og stoltleika og samstundis drýpa høvur í samkenslu við teimum nærmastu, sum í sorg eftir sita. Friður verið við minn­in­um um hesar báðar heiðurs­menninar Frits Witt og Jón Edvard Hansen. Miðvágs Bóltfelag Tveir heiðurslimir hjá MB farnir Frits Witt Jón Edvard Hansen Lesið -so eru tit við!