mánadagur 29. mai 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 101 - 29. mai 2006
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Heini Sigfred Jacobsen,
ættaður úr Klaksvík,
búsitandi í Hirtshals,
andaðist leygardagin
27. mai, 55 ára gamal.
Jarðarferðin
verður
kunngjørd seinni.
Malvinus Joensen, van
liga nevndur Malvinus
í Brekkuni, andaðist á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi
sunnudagin, 77 ára
gamal. Jarðarferðin verð
ur kunngjørd seinni.
Hans Kristian Mikkels
en, Tórshavn, andaðist
á Landssjúrkshúsinum
sunnudagin 28. mai, 58
ára gamal. Bønarhald
verður á Landssjúkrahús
kapellinum týsdagin kl.
17. Jarðaferðin verður úr
Ebenzeer mikudagin kl.
13.
Kistan við Fridu Sólheyg
fer úr kapellinum heim
í Christianskirkjuna týs
dagin 30. mai kl. 18.
Jarðarferðin verður úr
Christianskirkjuni miku
dagin 31. mai kl. 13.
Sungið verður úr sálma
bókini
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýndu samkenslu og
hjálpsemi, tá kæri maður, pápi, verpápi, abbi og
langabbi okkara
Hans Petur Olsen
Skála
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk fyri troystarrík orð í kapellinum og í kirkjuni.
Tøkk til sangarar, gravarar og øllum, sum hjálptu
til við ervinum.
Tøkk fyri kransar, blómur og peningagávur til
Sambýli fyri Autistar undir Gráasteini 4.
Hjartans tøkk øll somul.
Vegna tey avvarðandi
Kona,
børn, svigarbørn, abbabørn og langabbabørn
27. mai 2005 andaðist Torfinn Johan
sen brádliga einans 48 ára gamal í
Danmark, har hann starvaðist sum
timburmaður.
Torfinn leikaði við MB øll 70’ini og
langt upp í 80’ini. Øll, sum minnast
tað ”gamla” liðið hjá MB, sum spældi
seg upp í 1. deild í 1977, minnast
eisini henda fima miðvallarleikaran,
sum hevði eina formidabla bóltføring,
ein, ið altíð hugdi upp, áðrenn hann
spældi bóltin, altíð vakin og klárur at
gera sítt besta.
Tað, ið sermerkti Torfinn, var hans
ara lítillætni á vøllinum, ið gjørdi
hann ómissandi fyri áleyparar sum
Sámal, Harry, Árna, Jón Eirik og aðr
ar, sum altíð fingu bóltarnar aftur frá
Torfinni.
Torfinn var tann perfekti banda
leikarin, allir, sum leika fótbólt vita,
hvussu týdningarmikið tað er at hava
ein góðan bandaleikara.
Tá Torfinn gavst at leika fótbólt, fór
hann til Danmarkar, har hann ímillum
annað starvaðist sum timburmaður.
Torfinn hevði so nógvar ymiskar
eginleikar, hann gekk á ymiskum
skúlum, har hann nam sær kunnleika
til síni ítriv, ið vóru gittarspæl og
tekning.
Tað tók hart uppá Torfinn at missa
fyrst pápan og síðan, nøkur ár seinni,
mammuna av hesi heviligu sjúku, ið
rakar so mong. Men stutt áðrenn hann
andaðist, var hann eydnusamur fyri
fyrstu ferð í nógv ár.
Hóast Torfinn hevði búð í Danmark
í nógv ár, vitjaði hann fleiri ferðir um
árið aftur til Miðvágs og ongantíð
gloymdi hann MB.
Nú, tá ið MB aftur stóð á egnum
beinum fyri fyrstu ferð í 11 ár, var
eingin so glaður sum Torfinn, sum
veitti MB sín fasta stuðul øll árini.
Vit í MB fara ongantíð at gloyma
teg, Torfinn.
Miðvágs Bóltfelag
Torfinn Johansen til minnis
* 11/8-56 ✞ 27/5-05
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og
kenningum, at kæri maður, pápi og verfaðir okkara
Hans Kristian Mikkelsen
Tórshavn
andaðist á Landssjúkrahúsinum sunnudagin
28. mai, 58 ára gamal.
Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum
týsdagin kl. 17.00.
Jarðarferðin verður úr Ebenezer mikudagin
kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Arnhild, Mariann, Katrin og Silja
Tey, ið ynskja at minnast Hans Kristian við blómum, kunnu ístaðin
lata eina gávu til Kristnastovu. Konta í peningastovnunum.
Sunnudagin 28. mai 2006
fylti Margretha Egholm á
Lágargarði í Havn 103 ár.
Hóast høga aldurin er
Margretha hampuliga væl
fyri og kundi hugna sær
saman við gestunum á føð
ingardegnum.
Margretha er ættað úr
Miðvági. Foreldrini vóru:
Henrietta,
f.
Joensen,
við Kirkjar, og Jóannes
Niclasen, í Skálalonini, bæði
úr Miðvági. Hon var nr. 5 av
11 systkjum.
Margretha
fór
sum
ung til Hvalbiar at tæna í
bóndagarðinum í Stórstov
uni, seinni kom hon til
Havnar at tæna. Hon fór
eisini á húsarhaldsskúlan
„Haraldsborg“ í Roskilde.
Í 1928 giftist hon við
Petur Egholm (1898-1954)
úr Havn. Tey búðu í J.C.
Svabosgøtu, við síðuna av
gamla Sjómansskúlanum,
og í mong ár búðu sjóman
skúlanæmingar hjá teimum.
Tey høvdu t.d. neyt uppi við
Kongaminni, og Margretha
gekk hvønn dag niðan har
at mjólka.
Margretha og Petur fingu
sonin Jens Petur, sum eisini
býr í Havn.
Fyri átta árum síðan flutti
Margretha á Lágargarð at
búgva.
Margretha Egholm 103 ár