Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-29, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. mai 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 101 - 29. mai 2006 Stýrisskipanarlógin sigur, at løgmaður hevur eftirlit við, at hvør einstakur landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt. Sambært ákærunum frá Dagmar Joensen, so hevur Bjarni Djurholm slett ikki uppfylgt hesar treytir STÝRISSKIPANAR­ LÓGIN Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Kortini hevur hann ikki nakrar viðmerkingar til mál­ ið, annað enn tað, hann segði við Útvarpið fríggjadagin, har hann vísti ákærunum aftur, sum heilaspuna og konspiratiónsteoriir. Bjarni Djurholm hevur heldur ongar viðmerkingar til spuringin, um hans­ara trúvirði sum lands­stýris­ mað­ur hevur tikið skaða av hvøssu atfinningunum frá Dagmar Joensen, sum millum annað ganga út uppá, at hann skal hava hótt hana í samband við søluna av Faroe Seafood. Hesar ákærurnar váttaði Árni Dam, sum var næstformaður í framtaksgrunninum í fleiri ár, í Útvarpinum fríggja­ dagin, at hann hevði verið vitni til. Dagmar Joensen sigur, at hon ikki fær prógva ákærurnar, hon setir móti landsstýrismanninum. Men greitt er, at tað ber til at staðfesta, um telefonin hjá Bjarna Djurholm hevur ringt til Dagmar, hvussu ofta og nær. Eisini ber til at staðfesta, hvør eigur telefonina, um talan hevur verið um dult nummar. Hetta skal gerast við rættar­ loyvið. Tingið skal ikki viðgera málið Í §33 stk. 3 stendur greitt, at løgmaður hevur eftirlit við, at hvør einstakur lands­stýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt. Passa skuldsetingarnar, so hevur Bjarni Djurholm ikki upp­ fylgt hesar treytirnar. Men løgmaður hevur ikki aðrar viðmerkingar til málið, annað enn tað, sum hann segði í svarið sínum 16. mars til Dagmar, har hann sigur: ”Aftaná at hava lisið kæruna og ummælini av henni, eri eg komin til ta niðurstøðu, at einki tykist at vera at finnast at í viðgerð Vinnumálaráðsins av málinum. Edmund Joensen, løg­ tings­formaður, boðaði í dag frá, at hann ikki fer at ganga áheitanina frá Miðflokkinum á møti, um at kalla tingið saman at viðgera málið. Stýrisskipanarlógin: Løgmaður eftirlit við landsstýrismonnum Bjarni Djurholm hevur ongar viðmerkingar til málið, annað enn tað hann segði við Útvarpið fríggjadagin, har hann afturvísti øllum ákærunum sum heilaspuni og konspiratiónsteoriir