Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-29, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. mai 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 101 - 29. mai 2006 ] Súni í hálvfinaluni Súni Olsen er komin í hálvfinaluna í Viasat Cup. AaB spældi í gjár seinnu fjórðingsfinaluna ímóti AGF, og hóast tað endaði við einum tapi, kom AaB víðari í kappingini. AaB vann fyrra dystin 3-0, og tí skuldi AGF rættiliga venda gongdini á heimavølli. Teir gjørdu eina heilhjartaða roynd, og eftir 25 minuttir hevði AGF skorað tvær ferðir. Men so minkaði AaB um munin, og úrslitið av dystinum gjørdist at enda 3-2 til AGF. Harvið vann AaB samanlagt 5-3. Súni Olsen spældi á miðvøllinum hjá AaB frá dystarbyrjan, og hann spældi í ein tíma, áðrenn hann varð skiftur út. Hóast spælið ikki var heilt so gott, sum tað onkra tíð hevur verið í ár, so gjørdu gøtumenn sítt arbeiði sunnudagin Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fótbóltsfepurin er í hæddini í Gøtu. Sunnudagin var VB/Sumba á vitjan, og við 2-0 sigrinum hevur GÍ nú togað seg upp á næst ovasta plássið í Formula-deildini. At mótstøðan so ikki var tann allar mesta hesaferð, man á ongan hátt draga lagið niður, tí slíkir dystir skulu eisini vinnast, og ta uppgávuna loystu gøtu­ menn. Báðu megin steðgin Tað gekk tó rættiliga striltið hjá heimaliðnum at fáa hol á móti VB/Sumba. Gestirnir høvdu í øllum førum sett sær tað málið, at avrikið hesa ferð skuldi vera betri enn tað, sum teir vístu í 3-0 tapinum í Gøtu fyrr í vár, og tað megnaðu teir so ruddiliga. Við dentinum á verju­part­ in megnaðu teir fyri tað nógva at halda vertun­um frá teimum stóru møgu­ leikunum, og við Marcin Dawid í búrinum, høvdu teir eisini ein góðan skansa, sum eisini hevði onkra framúr bjarging. Liðini mundu mest sum hava sett seg til sættis við, at fyrra umfarið skuldi gerast málleyst, tá Niclas Niclasen brádliga hevði sníkt seg framvið. Stóri klaks­vík­ingurin megnaði eis­ini at fáa seinasta fótin á, tá bólturin varð sendur inn í brotsteigin, og so stóð 1-0 á talvuni. Og beint eftir steðgin varð at kalla leyst og liðugt. Í fyrsta álopinum fekk GÍ hornaspark, og tá hetta varð sent innfyri, kundi Sverri Jacobsen púrasta ótarnaður stýra bóltinum inn. Kunnu leypa heilt upp Eftir seinna GÍ-málið dovnaði spælið rættiliga nógv. Gøtumenn vildu ikki leggja ov nógv fyri, nú teir mest sum høvdu greitt setningin, og VB/Sumba tók sær heldur eingi óráð fyri, nú dysturin kortini var mest sum avgjørdur. Ein risa-møguleika áttu teir tó, tá Birgir Jørgensen brádliga stóð púrasta blank­ ur eftir misskiljing, men tá skotið varð sent væl við síðuna av málinum, mundi tað standa teimum flestu greitt, at her vendist ikki. Um tað ger tað komandi vikuskifti, er ilt at siga, men tað fer skjótt at standa á hjá VB/Sumba, koma ikki nøkur stig til høldar. Komandi vikuskifti skulu teir á heimavølli royna seg móti KÍ, og hóast uppgávan er trupul, so er setningurin uttan iva, at nakað skal fáast burturúr. Gøtumenn fara tá út á Toftir at spæla, og havandi í huga, at nummar eitt og trý á talvuni eisini dystast, kann sjálvur oddasessurin í deildini tá vera í eygsjón. Ein sess, sum gøtumenn ikki hava sæð seinastu fimm árini. Fyri fyrstu ferð í seks landskappingardystir eydnaðist Skála at fara av vøllinum við øllum stigunum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir at hava mest sum vant seg við tilveruna sum oddalið, hevur smakkurin á Skála verið nakað øðrvísi hetta kappingarárið. Síð­ ani trivaliga sigurin á VB/Sumba longu í øðrum umfari, hevur liðið bara fingið tveir javnleikir, með­ an ikki færri fimm dystir eru taptir. Ikki minst mundi tapið fyri ÍF fyri eini viku svíða fast hjá skálamonnunum, og hjá onkrum av áskoðarunum mundu tankar frá teirri uppgerðini fara at spøkja aftur sunnudagin. Dysturin var nevnliga bara fáar minuttir gamal, tá Jónhard Frederiksberg legði vertirnar á odda, eftir at Pauli G. Hansen legði innfyri Og tó at málið vakti frøi, so mundu heimaáskoðararnir eisini hava tankarnar afturi móti ÍF-dystinum, har líknandi støða varð søplað burtur í 2-1 tapinum. Misnýttu brotsspark Fyri steðgin var tó sjáldan, at B68 veruliga gjørdi um seg. Fitta lotið, sum lá eftir vøllinum, var við Skála, og við skjótum álopsfótbólti løgdu teir stórt trýst á Tofta- málið, har Tórður Thomsen fleiri ferðir sýndi síni góðu evni. Eftir steðgin kom tó vend í. B68 legði nógv fyri, og fleiri ferðir var Skála- verjan um ein háls av væl stríðandi B68-liðnum. Heimaliðið royndi at dúva upp á kontra, og eft­ir 20 minuttum tóktist hetta eisini geva úrslit, tá brotsspark varð dømt. Inn­ skifti Bogi Gregersen varð settur at skjóta, men hóast skotið var væl plaserað, so hevði Tórður Thomsen lúrt skjúttan av. Og so gjørdist tað – við Skála-eygum – óneyðuga spennandi seinasta hálva tíman. Toftamenn tóktust aftur fáa luft við misnýtta brotssparkinum, og seinasta korterið søktu teir støðugt á málið hjá vertunum. Talan gjørdist tó ikki um nakran heilt upplagdan møguleika í spentu støðunum, men tað er einki at ivast í, at heimaáskoðararnir mundu draga andan nakað lættari, tá dómarin hevði bríkslað fyri seinastu ferð. Skála fekk trý stig, kom úr botninum, og eftir tveir sigrar á rað er sjálvsálitið um at vera tað rætta á liðnum. Hjá B68 stendur hinvegin einki til. Teir hava nú tapt í seks dystum á rað, og tað speglast eisini aftur á stigatalvuni. Komandi viku­ skifti skulu teir royna seg á heimavølli móti GÍ, og tá verður neyðugt at fáa stig, skal liðið ikki søkka heilt burtur ímillum. Stutt sagt Skaðarnir spøkja aftur Hjá Skála hava skaðar ivaleyst havt sín stóra part av ábyrgdini fyri tungu byrjanina, sum liðið hevur havt í kappingini. Einki var tí at ivast í, at skálafólk gleddust um, at menn sum Pauli G. Hansen og Jónhard Frederiksberg nú aftur vóru tøkir hjá liðnum, og við einsamalla málinum sunnudagin prógvaðu teir eisini sítt virði fyri liðið. Men skaðarnir tykjast á ongan hátt at enda hjá Skála fyri tað. Sunnudagin máttu tríggir spælarar gevast, tí skaðar gjørdu um seg. Arnhold Berg tóktist fáa ein vøddaskaða, tá hann fór av vøllinum. Somuleiðis mátti Vlada Filipovic fara skaddur av vøllinum, og tað sama gjørdi Pauli G. Hansen, og so er spurningurin, hvussu verður við teimum trimum, tá Skála komandi vikuskifti skal til Fuglafjarðar at royna seg. -mørk Julian við aftur Síðani hann í sjeynda umfari í kappingini í fjør fór av vøllinum, hevur Julian Johnsson havt sítt heilt privata stríð at vinna. Tann 18. juni noyddist hann nevnliga av vøllinum, tá B68 spældi útidyst móti LÍF. Talan tóktist vera um lítlan knæskaða, men dómurin var harður. Krossbandið var farið, og so var ikki hugsingur um at fótbólt næstu nógvu mánaðirnar. Móti Skála var fyrrverandi miðvallarmotorurin á landsliðnum tó aftur tøkur, og hóast tað enn restar nakað av dystarvenjing í, so er einki at ivast í, at hetta er fongur hjá B68. Ikki minst, nú Øssur Hansen er farin av landinum í arbeiðsørindum. -mørk Brølari gav brotsspark Talan var um eina merkisvera avgerð, tá Jens Petur Brattalíð í seinna hálvleiki dømdi brotsspark til Skála. Skála kastaði langt innkast móti B68-brotsteiginum, tá dómarin av óvart kom at blása í floytuna. Síðani rópti dómarin »spæl víðari«, so mistakið kundu burturbeinast, men hetta hevði Ovi Magnussen hjá B68 ikki hoyrt. Hann helt dómaran hava bríkslað fyri umkasti, og tí skundaði hann sær at taka bóltin upp og tveita hann út aftur, so nýtt innkast kundi takast. Tað sektaði dómarin við brotssparki til Skála og gulum korti til B68. So tað var einki løgið, um gestirnir kendu tað rættvíst, tá Bogi Gregersen eftirfylgjandi misnýtti brotssparkið. -mørk Skaðarnir spøkja aftur Hjá Skála hava skaðar ivaleyst havt sín stóra part av ábyrgdini fyri tungu byrjanina, sum liðið hevur havt í kappingini. Einki var tí at ivast í, at skálafólk gleddust um, at menn sum Pauli G. Hansen og Jónhard Frederiksberg nú aftur vóru tøkir hjá liðnum, og við einsamalla málinum sunnudagin prógvaðu teir eisini sítt virði fyri liðið. Men skaðarnir tykjast á ongan hátt at enda hjá Skála fyri tað. Sunnudagin máttu tríggir spælarar gevast, tí skaðar gjørdu um seg. Arnhold Berg tóktist fáa ein vøddaskaða, tá hann fór av vøllinum. Somuleiðis mátti Vlada Filipovic fara skaddur av vøllinum, og tað sama gjørdi Pauli G. Hansen, og so er spurningurin, hvussu verður við teimum trimum, tá Skála komandi vikuskifti skal til Fuglafjarðar at royna seg. -mørk VB/Sumba GÌ B68 Skála Skála-B68 1-0 (1-0): Skála slapp av botninum GÍ-VB/Sumba 2-0 (1-0): Punkteraðu kring steðgin KÍ og AB í steypafinaluni Sunnudagin vóru seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum spældar, og úrslitið av dystunum hevði við sær, at KÍ og AB spæla finalu tann 1. juli. KÍ vann fyrra dystin ímóti GÍ 2-0, og tað eydnaðist ikki GÍ at venda gongdini í dystinum á heimavølli í gjár. KÍ vann dystin heili 6-0, og kom tí í finaluna við samanløgdum sigri á 8- 0. AB vann fyrru hálvfinaluna ímóti B36 á heimavølli við 3-1. Og tað eydnaðist AB at verja leiðsluna í Gundadali í gjár. Úrslitið av dystinum gjørdi 2-2, og harvið vann AB dystin samanlagt 5-3.