Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-29, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. mai 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 101 - 29. mai 2006 ] Kreppa í Rosenborg Tíðin er farin, tá ið Rosenborg var nógv tað sterkasta felagið í Noregi. Í fjør hevði Rosenborg eitt hálvvánaligt kappingarár, og aftur í ár eru úrslitini ikki til vildar. Í gjárkvøldið tapti Rosenborg eyðmýkjandi 3-0 á heimavølli ímóti Ham-Kam, og hetta er annað tapið í ár á heimavøllinum í Trondheim, sum plagdi at verða nakað heilt serligt. VG skrivar, at kreppufundur skal verða í felagnum í dag, og har skulu venjari og spælarar tosa um støðuna, nú liðið hevur fingið 14 stig í 10 dystum. Í fjør fekk Per Joar Hansens sekkin sum venjari hjá Rosenborg, eftir at liðið fekk 15 stig í 10 teimum fyrstu 10 dystunum. Nú eitur venjarin hjá Roseborg Per-Mathias Høgmo. Koyrdir av landsliðnum Chilenska landsliðið vann um vikuskiftið 1-0 á Írlandi í einum venjingardysti undan HM- endaspælinum í Týsklandi. Men sigurin fekk avleiðingar fyri tveir av spælarunum hjá Chile. Landsliðsvenjarin Nelson Acoste sendi Mark Gonzales úr Liverpool og Reinaldo Navia úr Monterrey heim, tá ið hann fekk at vita, at teir báðir høvdu havt vitjan av konufólki á teirra hotelrúmum eftir sigurin á Írlandi. Hetta vildi venjarin ikki hoyra talan um og sendi teir úr landsliðsleguni. Sendi ómøddar mans á vøllin Talan var um eina hampuliga alternativa uppstilling, sum Petur Mohr hevði sent á vøllin, tá GÍ tók móti VB/Sumba. At spælarar sum Magni Jarnskor, Gunnar Nielsen, Áslakur R. Petersen og Sam Jacobsen brádliga vóru at síggja á beinkinum, loypti í øllum førum hvøkk á nógvar áskoðarar, men venjarin tóktist tó sjálvur vera púrasta avkláraður um hetta. – Eg valdi so ta loysnina, sum onkrir aðrir kanska ikki vildu gjørt. Støðan var jú tann, at vit høvdu spælt 120 minuttir hósdagin, og tá vit samstundis høvdu frískar menn á beinkinum, var tað náttúrligt at geva teimum møguleikan. Fingu teir hann ikki nú, so veit ikki rættiliga nær ein slíkur møguleiki skal gevast, heldur Petuyr Mohr. Og hann duldi ikki fyri, at hann eftir dystin var serstakliga fegin um valið. – Eg ivaðist sjálvandi undan dystinum, hvørt hetta var rætt, og eg tók á ongan hátt lætt upp á uppgávuna. Men nýggju menninir gjørdu tað gott. Teir stríddust sera væl, og tað eri eg sera fegin um. Ikki minst tann sannroynd, at tað eisini styrkir felagsskapin á liðnum, tá allir eru við í hitanum, at kalla. Við sigrinum vann GÍ seg upp á silvur-plássið í Formula-deildini, men hetta fær tó ikki roynda venjaran at leypa upp frá í ovfarakæti. – Sjálvandi royna vit altíð at koma longur upp á talvuna. Tú spælir jú fyri at vinna. Men vit taka framvegis ein dyst í senn. Talan er um langa kapping, og so mugu vit bara fáa at síggja, hvussu langt tað fer at bera, heldur hann. -mørk ÍF hevði ikki marginalirnar á sínari síðu í 1. hálvleiki, og tá ið teir fram móti dystarenda royndu at koma afturíaftur, vórðu mistøk í verjupartinum sektað Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Eftir vónbrotið í fjórðingsfinaluni á Skála hósdagin, var tað kærkomið hjá NSÍ, at tað á heimavølli eydnaðist at vinna trý stig. NSÍ hevur fyrr í ár vunnið stórsigur móti ÍF. Ta ferðina var stórur munur á liðunum. Soleiðis var tað ikki hesa ferð. Óli Hansen legði miðskeiðis í 1. hálvleiki heimaliðið framum, eftir at Christian Høgni Jacobsen hevði staðið fyri uppspælinum. Men tað var ikki fyrrenn nakrir fáir minuttir vóru eftir, at NSÍ fekk næsta málið og harvið tryggjaði sær øll stigini. Munurin á liðunum var landsliðsspælarin Christian Høgni Jacobsen. Hann hevur ofta fyrr í ár havt vánaligar fyritreytir, tá ið viðspælararnir við longum sendingum hava roynt at funnið hann heilt har frammi. Hesa ferð var Christian Høgni Jacobsen í útgangsstøðuni ytsti miðvallarin í vinsta borði. Andy Olsen var í hinum borðinum, og viðhvørt skiftu teir um. Óli Hansen hevði Sonna L. Petersen undir liðini á sær í fremstu røð. At Christian Høgni hevði útgangsstøðu longri afturi á vøllinum bar við sær, at hann var væl meiri við í spælinum. Í staðin fyri at renna eftir bóltinum eftir ikki serliga neyvar sendingar, var leikluturin hjá Christian Høgna at fara longri aftur á vøllin fyri at fáa fatur á bóltinum, seta ferð á og samanspæla við liðfelagarnar. Tá ið hetta eydnaðist, vóru álopini hjá NSÍ vandamikil. ÍF sýndi góðan hugburð, og í 1. hálvleiki, tá ið teir høvdu fríska lotið undan, vóru teir fleiri ferðir um reppið at fáa mál. Hanus Eliasen, sum var í høgru álopssíðu, hevði góða roynd á samankomingina, Atli Petersen, sum var í álopinum í høgru, var tvær ferðir í góðum støðum. Aðru ferðina sendi hann eftir innlegg úr høgru langt upp um málið, og í hinum førinum var kósin tann sama. Alexander Jovovic, Eyðun Ryggshamar og Høgni Zachariasen góvu mótstøðumonnunum ein skarpan gang á miðvøllilnum. Helgi L. Petersen var á NSÍ beinkinum. Hann varð skiftur inn fyri Dánial Hansen miðskeiðis í 2. hálvleiki, men steðgurin gjørdist stuttur. Eftir tríggjar minuttir noyddist hann av aftur vøllinum eftir samanbrest. Í NSÍ vóru teir bangnir fyri, at beinið var brotið, men sunnukvøldið drógu teir andan eitt sindur lættari, tí so illa visti kortini ikki við. Síðstu fimm minuttirnar var Christian Høgni Jacobsen aftur tvær ferðir upp á spæl. Fyrru ferðina fór hann sjálvur úr vinstru og inn í brotsteigin. Skotið small dygst inn við nærra stólpanum, og so var NSÍ á odda 2-0 og harvið var avgjørt, at stigini skuldu vera í Runavík. Fýra minuttir seinni staðfesti Óli Hansen trivaliga sigurin. Christian Høgni Jacobsen streyk ígjøgnum í høgru, fimm reyðir høvdu tveir gular at taka sær av, men kortini var Óli púra leysur, tá ið hann mitt fyri málinum stýrdi bóltinum í málið. – Avrikið var ikki so polerað, men eg eri nøgdur við hugburðin og úrslitið. Onkra ferðina hava vit spælt betri og einki fingið burturúr. Eg eri ikki í iva, hvat eg velji, at spæla væl og tapa ella ikki at spæla so væl, men at stríða seg til trý stig, staðfestir Trygvi Mortensen, NSÍ venjarin. – Hugburðurin hjá mínum monnum var góður. Munurin á liðunum var Christian Høgni Jacobsen. Høvdu vit og ikki teir havt hann, so rokni eg við, at vit høvdu fingið úrtøku burturúr. Tíverri megna vit ikki at fáa mál, tá ið vit hava møguleikarnar, og tíverri vóru mistøkini í verjupartinum kostnaðarmikil, sigur ÍF venjarin Trygvi Mortensen. NSÍ-ÍF 3-0 (1-0): Christian Høgni er ógvuliga stinnur Runavíkingar høvdu fyri tað nógva tamarhald á, men tað var ikki fyrr enn í seinastu minuttunum, at ivin um úrslitið varð beindur til viks savnsmynd ÌF NSÌ