Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-29, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. mai 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 101 - 29. mai 2006 ] Frakland saknar stuðul Fronsku landsliðsspælararnir í fótbólti gremja seg nú um, at áskoðararnir á heimavøllium í Paris ikki stuðla liðnum nóg væl. Um vikuskiftið spældi Frakland ímóti Mexico og vann 1-0, men fronsku áskoðararnir vóru ikki serliga væl nøgdir við sigurin. – Vit ivast í, um áskoðararnir yvirhøvur vilja hava okkum at vinna dystir. Í Onglandi stuðla áskoðararnir altíð liðnum hjá sær, men her klappaðu fólk, tá málmaðurin hjá okkum fekk gult kort, segði Thierry Henry eftir dystin, har hann sæt á beinkinum allar 90 minuttirnar. Eftir tilsaman 26-1 tvær tær seinastu ferðirnar, skal nýggja oddaliðið, B71, nú spæla í Leirvík og á Tvøroyri 1. DEILD Jóannes Hansen B71 er nýtt oddalið í næstbestu deildini. Leyg­ar­dagin fingu teir fulla úr­tøku, meðan LÍF, sum higartil hevur verið fremsta liðið, ikki fekk meiri enn eitt stig burturúr á heimavølli ímóti TB. Um tað er LÍF ella B71, sum er allar besta liðið í næstbestu deildini, verður avgjørt í Leirvík í annaðkvøld. Tá verður dysturin spældur frá 9. umfari, sum dómarin var so skilagóður av blása av, tí hann metti, at líkindi ikki vóru at spæla. B71 hevur 24 stig, og LÍF hevur 23 stig. AB er við 22 stigum rættuliga væl við í oddastríðnum, með­an FSV04 við tapi í lokaluppgerð misti týdn­ing­ armikil fet í strembanini at sleppa upp í part, har tað er mest spennandi at kappast. KÍ-B71 Sandoyingar hava saman­ spælt nýtt lið, og tað er farið rættuliga at líkjast hjá teimum. Men tað hevur ikki verið serliga hugaligt hjá teimum tvær tær síðstu ferðirnar. Fyrst vunnu teir 16-0 á heimavølli ímóti VB/ Sumba, sum segðist ikki at vera fullmannað á Sandi, og á Norðoyastevnu fóru teir úr Klaksvík við 10-1 sigri! Tað er ikki serliga hugaligt. KÍ helt tørn í 19 minuttir, áðrenn toppskjúttin Clayton Soares fekk hol á. Hann gjørdi trý mál, nýggi danski spælarin hjá B71, Asbjørn Hvelplund, skoraði fyrsta málið fyri nýggja felagið hjá sær. Aleksander Djordjevic hev­ur ábyrgdina av næst­ besta KÍ liðnum, sum hesa ferð so at siga bara var mannað´av ungum spæl­ arum. Eftir steðgin setti ábyrgdarmaðurin seg sjálv­ an á vøllin, og hann fekk átta minuttir undan leik­loki loyvi at pynta um Norð­ oyastevnuna. SÍ-FS Vágar Í fyrsta umfari vóru sør­ vingar vónbrotnir, tá ið teir fóru úr Sandavági við 3- 2 tapi, eftir at teir tvær ferðir høvdu verið á odda. Hesa ferð vann SÍ 2-1, eftir at einki mál var komið í 1. hálvleiki. Gestirnir úr Sandavági mistu í 1. hálv­ leiki Birgir Joensen, sum fór út við skaða, og teir gjørdu sær fyritreytirnar und­an seinna umfarinum uppaftur torførari, tá ið Karl Johan Djurhuus varð rikin av vøllinum í síðstu sekundunum av 1. hálv­ leiki. SÍ hevði gott pláss í 2. hálvleiki, og undanvindurin gjørdist betri, tá ið Messias Perreira tveir minuttir eftir hvíldina setti krúllin undir hornasparksinnlegg. FSV svaraði aftur, tá ið Jógvan Holm, sum var komin á vøllin stutt eftir steðgin, javnaði eftir frísparksframlegging. Átta minuttir undan leikloki tryggj­ aði Marcello Mar­cellino SÍ øll stigini. Hann var heilt leysur og sneiddi framvið málverj­an­ um Trygva Askham, áðrenn hann trillaði bóltin í málið. Royn-AB Argjamenn komu úr Hvalba við fullari úrtøku. Umstøðurnar vóru einki serligar á grasvøllinum, og í 1. hálvleiki kom einki mál. Eingin ivi var kortini um, at tað vóru gestirnir, sum høvdu størri tyngd og vóru nærri við at fáa mál. Nýggi stórskjúttin hjá AB fekk hol á. Uppspælinum stóðu veteranarnir fyri. Rúni Nolsøe spældi til All­an Mørkøre í høgru, og unglingaspælarin Dion Jacobsen setti innaru síðu á innleggið. Allan Mørkøre syrgdi sjálv­ur fyri seinna AB mál­ in­um. Uppspælinum stóð Rani Dal-Christiansen fyri. So ráddi tað mest um hjá AB at halda tørn. Tað kom spenningur í aftur, tá ið Royn fekk brotsspark, og Tórður Hentze hjá AB eftir horna hevði bjargað við hondini á strikuna og varð rikin av vøllinum. Liðformaðurin hjá Royn, Frits Eið, umsetti úr ellivu metrum, men Royn kom ikki nærri, og argjamenn fóru væl nøgdir til hús við trimum stigum. VB/Sumba-HB Eingin ivi var um, at gestir­ nir høvdu tað betra liðið. Teir á heimaliðnum vóru heldur ikki hepnir. Teir noyddust at gera allar út­skiftingarnar, og seinna partin av 2. hálvleiki spældu teir við tíggju monnum, tí fjórði skaddi maðurin var farin av vøllinum. Høgni Joensen gjørdi fyrsta HB málið eftir horna. So var tað áhugavert at staðfesta, at Hendrik Rubeksen, sum í næstan eitt ár var burtur frá fótbólti orsaka av brotnum beini, rættuliga tykist at vera við at koma fyri seg. Hesa ferð sá Popczynski, sum var á HB liðnum, við egnum eygum, at ungi maðurin er um at koma í dystarvenjing. Hendrik skoraði tríggjar ferðir. LÍF-TB Mál eru besta undirhaldi í fótbólti. Tí kann ikki sigast annað, enn at leirvíkingar og hinir áskoðararnir fingu undirhald fyri allar pengarnar, tá ið teir, áðrenn teir fóru undir fjørðin at halda Norðoyastevnu, vóru eygnavitni til átta mál í uppgerðini millum LÍF og TB. TB legði fyri sum eitt óløgi. Teir løgdu seg framum við tveimum málum, og serliga Óli Johannesen var væl upplagdur. Hann skoraði trý av málunum, sum TB fekk. Kaj Roest legði TB framum. LÍF megnaði at reisa seg eftir stóra skelkin, sum tað var, at TB eftir lítlari løtu hevði skorað tvær ferðir. LÍF var á odda 4-3, inntil Óli Johannesen í allar síðstu løtu javnaði og harvið tryggjaði sær eitt stig. Barcelona aftur til Århus Spanska stórfelagið FC Barcelona, sum fyri tveimum vikum síðani vann Champions League, kann aftur upplivast á donskum grasi í summar. Í fjør vitjaði felagið í Århus, og sambært upplýsingum av heimasíðuni hjá Barcelona, fer felagið aftur í ár eina ferð til Århus at fyrireika seg til nýggja kappingarárið. FC Barcelona skal ætlandi vitja í Århus frá 25. til 29. juli, og ivaleyst verður onkur dystur á skránni hesar dagar. Venjarin hjá Barcelona, Frank Rijkaard, var væl nøgdur við ferðina í Danmark í fjør, og hann segði tá, at felagið saktans kundi koma aftur til Danmarkar. Nú verður tað álvari hjá sandoyingum KÍ-B71 1-10 (0-4) 0-1: Clayton Soares 19. 0-2: Rasmus Nielsen 25. 0-3: Magnus Olsen 28. 0-4: Johannes Jensen 38. 0-5: Clayton Soares 49. 0-6: Clayton Soares 56. 0-7: Wellington Soares 59. 0-8: Asbjørn Hvelplund 74. 0-9: Magnus Olsen 77. 0-10: Johannes Jensen 80. 1-10: Aleksander Djordjevic 82. SÍ-FS Vágar04 1-2 (0-0) 1-0: Messias Perreira 47. 1-1: Jógvan Holm 67. 2-1: Marcello Marcellino 87. Reytt kort: Karl Johan Djurhuus Royn-AB 1-2 (0-0) 0-1: Dion Jacobsen 0-2: Allan Mørkøre 1-2: Frits Eið br Reytt kort: Tórður Hentze AB VB/Sumba-HB 0-6 (0-3) 0-1: Høgni Joensen 0-2: Hendrik Rubeksen 0-3: Krzystof Popczynski 0-4: Hendrik Rubeksen 0-5: Uni Arge 0-6: Hendrik Rubeksen LÍF-TB 4-4 (0-2) 0-1: Kaj Roest 13. 0-2: Óli Johannesen 15. 1-2: Andreas Lava Olsen 46. 2-2: Sølvi Vatnhamar 48. 3-2: Magnus Skoralíð 52. 3-3: Óli Johannesen 62. 4-3: Andreas Lava Olsen 70. 4-4: Óli Johannesen 90.