mánadagur 29. mai 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 101 - 29. mai 2006 ]
aadlfkj
alæksdfj a kasd ælka
dælk assd fælk jaæslld
jfæll lasd fælkaj sdlkff
asdf ads fælakjm asd
asdf asdf ass fass assdf
ælkajs sdffl a d s asd f
asd fkjasdfæl
Eingin ivi var um,
at norðoyagestirnir
vóru væl betri fyri,
enn heimamenninir,
sum løgdu rygg til
fyrsta tapið í ár
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Fyrsta triðingin av hesum
kappingarárinum megnaði
KÍ hvørja ferð at fara av
vøllinum við í hvussu
so er einum stigi. Tá ið
sjøtul leygarkvøldið varð
settur á næsta triðingin av
2006 kappingarárinum,
gekk tað ikki longur hjá
klaksvíkingum.
Heimamenninir tóktust
tungir og uttan stóra
íblásturin, sum higartil
hevur borið so mikið at
stigum við sær, at teir undan
leygarkvøldinum vóru á
triðja plássi.
Bæði
KÍ
og
B36
spældu fjórðingsfinalu í
steypakappingini hósdagin.
Tað kundi sæð út sum um,
at klaksvíkingar vóru væl
meiri tyngdir av tí stríðnum,
enn gestirnir vóru tað.
Spurningurin er so, um tað
var hálvi tímin, sum teir
vóru noyddir at brúka eyka
fyri at vinna rættin at halda
fram í steypakappingini,
sum sat serliga tungur í
kroppunum.
Langt og høgt
Norðoyastevnu konseptið
hjá KÍ var, sum tað hevur
verið higartil. Tað gongur
út upp á, at bólturin
– uttan mun til hvar hann
verður vunnin á vøllinum
– beinanvegin skal lyftast so
langt fram á vøllin, sum tað
ber til. Setningurin er so hjá
fremsta manninum at vinna
bóltin og at stýra honum út
í annað borðið. Uppgávan
hjá miðvallarunum er í
uppspælinum avmarkað til
við høvdinum at snitta bóltin
longri fram á vøllin og til at
vinna returbóltarnar.
Tá ið konseptið ber mál
og stig og viðhvørt sigrar
við sær, er tað eingin orsøk
at umhugsa broytingar. Tá
ið tað hilnast so illa, sum
tað gjørdi leygarkvøldið,
sigur tað seg sjálvt, at fokus
verður sett á. Ikki minst tá
ið fremsti maðurin tóktist so
mikið skaddur, at hann ikki
var førur fyri at spæla!
Í hátalaranum varð boðað
frá, at flogbóltslandsdystur
skuldi vera í ítróttarhøllini
í Klaksvík seinnapartin
sunnudagin.
Soleiðis
sum heimaliðið royndi
at fáa bóltin at ferðast
leygarkvøldið, kundi tað sæð
út sum um, at teir vóru undir
ávirkan av flogbóltinum.
Tað var høgt, men mótsatt
flogbóltinum einki hugflog,
og eingin roynd varð gjørd
at broyta uppstillingina,
fyrrenn vanliga leiktíðin
var farin.
KÍ hevði í 1. hálvleiki
ein møguleika at fáa mál.
Í 22. minutti endaði álop í
vinstru við innleggi, sum
Harley Bertholdsen var
ov stuttur fram til. Eftir
steðgin høvdu Hjalgrím
Elttør og Heðin á Lakjuni,
sum royndu at arbeiða nógv,
onkra góða skotroynd, og í
einstøkum førum kundu
deyðbóltsstøður borið mál
við sær, men stútarnir fóru
í tveimum førum dygst við
síðuna av.
Kristoffur Jacobsen, sum
hóast tvey mál hósdagin
noyddist
at
vera
á
vongverjanum í 1. hálvleiki,
var fram móti dystarenda
tætt við.
Skilagóðir gestir
B36 hevði lisið upp á
lektiuna, áðrenn teir fóru
á Norðoyastevnu. Verjan
helt seg aftarlaga, so einki
rúm var aftanfyri teir hjá
klaksvíkingunum at leggja
langar sendingar at renna
eftir í.
Í 1. hálvleiki dusaðu
B36arnir – og ikki minst
Santos - sær í stóru víddunum,
sum teir fingu at spæla í, tí
KÍ verjan lá so aftarlaga –
ivaleyst tí teir ikki vildu fara
at kapprenna við Sylla, Obi
og Símun. Liðformaðurin,
Klæmint Matras, hevði
nógvar nærdystir við Símun
Joensen og Oddmar á
Lakjuni, og lættbeintu Jóhan
V. Gunnarsson og Hanus
Thorleifsson megnaðu ofta
at leggja góðar sendingar
til Sylla Ahmed og hinar í
fremstu røð.
Sylla átti at havt fingið
mál í 18. minutti, tá ið hann
gjørdist púra blankur mitt
fyri, men jánkasliga skotið
fór við síðuna av. Nógv tað
mesta gekk fyri seg á KÍ
hálvuni í 1. hálvleiki. B36
hevði álop í báðum borðum,
og málið spøkti leingi. Í 35.
minutti blokeraði Høgni
Madsen, tá ið Sylla hevði
fína roynd, og í 38. minutti
skoraði Sylla, eftir langt
útspark frá Magnusi Poulsen,
sum var tryggur avloysari hjá
Jákupi Mikkelsen. Bólturin
varð snittaður í vinstra borð,
Obi sneiddi seg leysan,
kontra kom á innleggið,
og so var Sylla blankur í
brotsteiginum og mitt fyri.
Eftir steðgin og serliga sum
2. hálvleikur leið var luturin
hjá B36 at verja, og tá ið KÍ
smátt um smátt flutti aftastu
menninir longri fram, vóru
fremstu menninir hjá B36
nakrar ferðir í góðum støðum
at gera mál. Serliga Sylla
hevði gyltan møguleika,
men liðfelagarnir mundu
ivaleyst fyrigeva honum, at
hann ikki økti um leiðsluna.
Tað vísti seg, at eitt mál var
nóg mikið at seta KÍ upp á
pláss við!
Holst tapti toppdystin
Christian Holst Lamhauge og liðfelagarnir í Lyngby
taptu toppdystin í næstbestu donsku fótbóltsdeildini
sunnudagin. Lyngby spældi á heimavølli ímóti Vejle,
og við einum sigri kundi Lyngby toga seg upp á javnt
við Vejle á næstfremsta plássinum. Men tað gjørdist
Vejle, sum vann dystin 4-2. Vejle legði seg á odda
2-0, men so javnaði Lyngby til 2-2 fyri hálvleik.
Lyngby gjørdi sjálvmál ein minutt seinni, og móti
endanum av dystinum økti Vejle til 4-2. Christian
Holst Lamhauge spældi allan dystin í álopinum hjá
Lyngby, men hann skoraði ikki hesaferð.
Eingin Andrew í dramatiskum dysti
Fremad Amager stóð fyri einum ordans avriki í donsku 1. deild í gjár.
Felagið, har Andrew av Fløtum er ein av spælarunum, spældi á heimavølli
ímóti Lolland Falster Alliancen (LFA), og tað gekk illa í hond stóran part
av dystinum. LFA kom á odda 2-0 í fyrra hálvleiki, og so sá einki út hjá
Fremad Amager. Men felagið hjá Andrew gjørdi eitt rimmar comeback,
tí frá 55. minutti og 13 minuttir fram skoraði teir tríggjar ferðir. Dysturin
endaði tí 3-2 til Fremad Amager. Andrew av Fløtum, sum hevur skaða at
dragast við, var ikki á vøllinum í hesum dystinum.
Spildur-
nýggj
miðverja
helt tætt
Herbert í Lon
Jacobsen fegnast
um, at tað í
tveimum teimum
fyrstu royndunum
í samanspælinum
við Bárð H.
Joensen hevur
eydnast at hildið
tætt
B36
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Í B36 leguni var
lagið
avbera
gott
leygarkvøldið. Hóast
fleiri at teimum, sum
verða
roknaðir
at
vera stuðulsspælarar,
ikki høvdu verið við í
Klaksvík og í steypa-
dystinum á Toftum
hósdagin, so hevði
tað
eydnast
báðu
ferðirnar at vinna og
samstundis at halda
mótstøðumonnunum at
gera mál.
– Hetta eru fyrstu
ferðirnar yvirhøvur, at
eg og Bárður H. Joensen
hava spælt saman í
miðverjuni. Tað gekk
væl, og tú kanst ætla,
at sigurin í Klaksvík
smakkaði serliga søtur,
nú venjarin aftur hevur
proklamera, at teir
fara at vinna FM í ár,
staðfestir Herbert í Lon
Jacobsen, sum fegnast
um, at hann var førur
fyri at spæla:
– Eg spældi 90
minuttir
hósdagin,
og aftur 90 minuttir
leygardagin. Hetta er
fyrsta ferðin, at eg havi
spælt fulla tíð á besta
liðnum síðani í august í
fjør, tá ið eg breyt beinið.
Orsaka av trupulleika
við herðablaðnum var
eg burturi frá venjing
í tríggjar vikur, og eg
hevði bara vant tíggju
dagar undan hósdegnum.
Men tað hevur gingið
fínt hjá okkum, og nú
eru vit spentir at fara
norður á Mølina, sigur
miðverjin, sum heldur,
at B36 átti allan 1.
hálvleik, og at teir duttu
óneyðuga langt aftur í 2.
hálvleiki.
– Serliga hugaligt var
tað at síggja, hvussu væl
ungu menninir stóðu
seg, nú tað rættuliga varð
roknað við teimum.
Verjuálitið hjá KÍ
staðfestir, at tað nú
fleiri ferðir hevur
verið tung mótbrekka,
tí mótstøðuliðið
leggur seg á odda
KÍ
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
KÍ stendur seg sjáldan væl
í landskappingardystunum
á Norðoyastevnu. Tað var
sama lagið hesa ferð, og Atli
Danielsen, sum í yvirtíðini
varð fluttur úr aftastu ódnini
og í fremstu røð, staðfestir,
at hetta var ikki gott:
– Vit hvørki spæla væl
ella megna at seta teir undir
trýstið, sum vit ofta hava
megnað at leggja fyrr í ár.
Í 1. hálvleiki vóru vit ov
aftarlaga. Tað bar við sær,
at B36 fekk ov nógv pláss
at spæla á. Tað er altíð
vandamikið at renna aftaná
mótstøðumonnunum. Tað
gjørdu vit hesa ferð.
Tað er vorðið vani, at
mótstøðuliðið leggur seg á
odda?
– Á Eiði komu hinir
framum.
Móti
GÍ
í
landskappingini
mistu
vit leiðsluna í síðstu
sekundunum, og móti HB
í landskappingin og móti
GÍ í steypakappingini fóru
vit frá 1-0 og til 1-2, men
tá megnaðu vit at koma
afturíaftur. Felags fyri fleiri
av hesum dystunum hevur
verið, at vit koma ikki nóg
skjótt í gongd. Soleiðis
var tað eisini hesa ferð, og
hetta mugu vit gera nakað
við, heldur Atli Danielsen
hjá KÍ.
Í Klaksvík bíða tey nú
eftir Christian Lundberg.
Spurningurin er, hvat teir
skulu gera við hann, og
um hann skal standa fyri
álopsspælinum, ella um fleiri
skulu taka lut í spælinum
longri frammi á vøllinum,
enn tað hevur víst seg tær
seinastu ferðirnar.
B36
KÍ
KÍ-B36 0-1 (0-1):
B36 setti KÍ upp á pláss
Kvika B36-álopið legði stórt trýst á KÍ-verjuna fyrstu trý
korterini, og tað var eisini uppiborið, tá Sylla stutt fyri hálvleik
skoraði einsamalla málið í dystinum
Mynd: Álvur
Vaknaðu ov seint