Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-29, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. mai 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 101 - 29. mai 2006 ] Dýr mistøk Jákup á Borg staðfesti eftir dystin, at iðranin um at missa tvey stig var sera stór hjá teimum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo – Sjálvandi eru vit ikki nøgdir, tá vit missa eina tvey-mála leiðslu. Ikki minst er tað irriterandi, at vit spæla somikið væl fyrsta hálva tíman, fyri síðani at lorka tvey mál burtur við personligum mistøkum, staðfesti Jákup alt fyri eitt eftir dystin. Men hóast iðranina, so dugdi týdnignarmikli kantspælarin tó eisini væl at síggja positiv elementir í spælinum hjá HB sunnudagin. – Serliga væl nøgdir eri eg um fyrstu 30-35 minuttirnar hjá okkum. Tá haldi eg veruliga, at vit spældu væl. Restin av dystinum hevur kanska verið sera undirhaldandi fyri áskoðararnar, men eg haldi so als ikki, at vit spældu nóg væl hesa løtuna. Men ferðin var sera stór at kalla allan dystin. Var hann tungur at spæla. – Eg rokni við, at hjá okkara miðvølli hevur talan verið um strævnasta dystin í ár. Bæði liðini royndu støðugt at leypa á, og tí gjørdist talan um ógvuliga nógva renning hjá miðvøllinum, sum hevði tað sera strævið. – Men fyri okkara viðkomandi, so stendur eftir, at vit heldur ikki hesa ferð megnaðu at koppa EB/Streymi. Og eitt stig í tveimum heimadystum móti teimum er ikki nóg gott. Hinvegin, so kunnu vit fegnast um, at vit framvegis ikki hava tapt í seks dystir, og tað er ein góð barlast at hava, nú vit hava trý sterk eysturoyarlið í komandi trimum uppgerðunum, sigur hann. Eitt stig í tveimum heimadystum er als ikki nóg gott, heldur Jákup á Borg, sum var alt annað enn nøgdur um seinasta lítla tíman av dystinum sunnudagin Mynd: Álvur Holbæk hevur kjansin enn Holbæk vann um vikuskiftið í donsku 2. deild eystur, og eftir dystirnar um vikuskiftið er tað greitt, at Næstved og Holbæk hava tryggjað sær uppflytingardystir til donsku 1. deild. Henrik Larsen hevur seinastu mánaðirnar verið venjari hjá Holbæk, og hóast úrslitini hava verið misjøvn, hevur felagið klárað at hildið fast um oddastøðuna. Í gjár vann Holbæk 4-3 ímóti Slagelse, og hóast ein dystur er eftir at spæla, er tað greitt, at Næstved og Holbæk enda á teimum báðum fremstu plássunum í 2. deild eystur. Eriksson hevur funnið liðið Enski landsliðsvenjarin í fótbólti, Sven Gøran Eriksson, veit longu nú, hvør byrjar á vøllinum í fyrsta dystinum hjá Onglandi í HM-endaspælinum í Týsklandi. Dysturin verður ímóti Paraguay. – Um allir spælararnir verða frískir, so veit eg nú, hvussu liðið fer at síggja út í tí fyrsta dystinum, sigur Eriksson við Sky Sports. Hann avdúkar ikki alt liðið, men miðvøllurin verður mannaður við David Beckham, Fram Lampard, Steven Gerrard og Joe Cole. – Liðið er sterkari enn fyri fýra árum síðani, og vit hava fleiri royndir enn tá, sigur Eriksson. seg »Okkara mans manglaðu eitt sindur av hugflogi í álopspartinum, men til okkara eydnu tóktist HB eisini at vera óeffektivir og óneyvir framman fyri málinum« www.eb-streymur.fo