Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-29, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. mai 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 101 - 29. mai 2006 ] Hóast HB fekk eina dreymabyrjan viðå skjótari 2-0 leiðslu, so fullu gestirnir ikki í fátt. Í kanska besta fótbóltsdystinum higartil í ár stríddu teir seg aftur, soleiðis at teir kortini fingu eitt stig norður við sær Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Høg leikferð. Intensitetur, sum sømdi seg tveimum oddaliðum. Hópin av málmøguleikum í góðveðrinum. Og fram um alt: Tvey lið, sum vildu vinna. Tvey lið, sum ikki óttaðust vandan fyri tapi, og sum tí løgdu doyðin á framrættaða spælið. Buldrandi HB-byrjan Tað er í stuttum tað, sum er at siga um toppdystin í Gundadali millum HB og EB/Streym. Í góðveðrinum sunnudagin hevði stór mannfjøld leita sær oman í Gundadal. Ikki óvæntað, so rúgvaðu áskoðarar hjá báðum liðum heilt nógv upp, og fyri HB mundi tað ikki koma illa við, at B36 hevði spælt longu leygardagin. Í øllum førum togaði tað helst fleiri floksmenn oman í Gundadal, har hesir vildu síggja, hvussu leikur fór í oddadystinum, sum eisini hevði sína avgjørdu ávirkan á støðuna hjá B36. Áskoðararnir høvdu ikki meira enn sett seg, áðrenn bólturin lá í EB/ Streyma málinum. Eftir frísparksinnlegg fekk EB/Streymur ikki ruddað bóltin reiðiliga burtur, og so fann Jákup á Borg við eini millimetur-neyvari sending høvdið á Páll M. Joensen, ið stútaði í kassan. Rómurin var øgiligur, og tað skuldi bara ganga eitt korter, áðrenn heimaáskoðararnir aftur lupu uppfrá. Aftur hesa ferð var væl upplagdi Jákup á Borg upp á spæl. Heldur lætt slapp hann at reka fram við trimum mótstøðumonnu, og so kelaði Rókur bóltin upp í hornið frá brotsteigarmarkinum, tá Jákup rullaði tvørturum. Noktaðu at gevast Soleiðis sum HB hevur spælt seinastu vikurnar, var illa hugsandi, at gestirnir upp á nakran máta skuldu vinna seg aftur í dystin. Eina løtu tóktust teir eisini at vera hálvgum groggy. Men teir noktaðu at geva seg. Tvørtur ímóti so løgdu teir skjótt heilt nógv fyri, soleiðis at spenningur skuldi fáast aftur í dystin. Fleiri ferðir royndu teir at spæla seg upp í síðunum, soleiðis at bóltar kundu sendast innfyri, og vandastøður íkomu eisini. Ein deyðbóltur skuldi tó til, áðrenn munurin minkaði. Rafal Kwiecinski varð tikin, tá hann royndi at bróta ígjøgnum í vinstru. Bárður Olsen sendi frísparkið væl móti handara stólpa, og tó at tað ikki var meira enn akkurát, so fekk Arnbjørn Hansen við høvdinum stýrt bóltinum inn um strikuna. Dýrt málmansspæl Málið tóktist vera júst tað, sum skuldi til, soleiðis at dysturin nú gjørdist víðopin. Í øllum førum kom EB/ Streymur inn til seinna hálvleik við eini vón um, at uppgávan kundi loysast, og HB hevði avgjrøt ikki í kvittanunum bert at grava seg niður. Heldur tvørtur ímóti, so hildu vertirnir støðugt nógv fólk frammi á vøllinum, og hvørja tí einastu ferð, at møguleiki beyðst, royndu teir at spæla skjótt móti EB/Streyma- málinum. Størsta møguleikan av øllum fingu teir, tá Jákup á Borg dróg seg leysan í høgru. Men heldur enn at rulla til púrasta leysa Tór-Ingar, smekkaði hann til bóltin, og so var Tór-Ingar einar tveir-tríggjar sentimetrar ov stuttur. Í hinum endanum royndu gestirnir støðugt at trýsta. Sorin Anghel var ta einu ferðina um at gerast heilt vandamikil, men vinkulin gjørdist dekan ov spískur, so Bárður kundi bjarga. Tað gjørdi hann tó ikki, tá Ronnie Samuelsen løtu seinni javnaði. Heldur stóð málverjin tá í eini keðiligari støðu, tá hann ferðaðist langt út í brotsteigin, uttan at fáa neva bóltin serliga langt burtur. Ronnie gjørdi skjótt av, og tó at skotið ikki var av teimum harðastu, so ferðiast bólturin í manntóma málið til javnleikin. Opið kríggj Restina av dystinum varð talan nærum um opið kríggj. Fótbóltskríggj í orðsins besta týdningi. Tí hóast gestirnir helst vóru best nøgdir um javnleikin, sum nú stóð á talvuni, so mundu partarnir ikki halda, at hetta var nóg mikið. Báðir spentu teir álopsbogan, soleiðis at langt varð millum keturnar á liðnum, og tí var undirhaldið í spælinum kanska størri enn góðskan. Tað gav hópin av kvikum kontra-álopum báðar vegir, og møguleikar spurdust eisini burturúr. Tann størsta átti Jákup á Borg, tá hann slapp leysur móti Rene Tórgarð, men havnarmaðurin í EB/Streyma-málinum helt høvdið kalt, tá Jákup royndi at finta. Og í hinum endanum var Gert Hansen sera nær við, tá hann og Sorin spældu eitt kontra eftir bókini. Men ta ferðina sneiddi bólturin sær beint út um handara stólparótina. Sum minuttirnir gin- gu, fóru kreftirnar hjá spælarunum at ganga undan, men ferðin varð hildin kortini. Hóast krampar fóru at gera um seg, vildi ikki ein av spælarunum geva seg, og tí helt spenningurin sær heilt fram til seinasta bríkslið av dystinum. Ein dystur, sum setti eina tjúkka striku undir, at tað so avgjørt ikki er av tilvild, at hesi bæði liðini eru partur av oddastríðnum í ársins útgávu av Formula- deildini. Als ikki. Tað gekk nógv fyri seg í báðum endum, tá tvey álopssinnað lið bæði vildu hava øll stigini. Her er tað Tór-Ingar Akselsen, sum roynir at fáa bóltin fram við Egil á Bø í EB/Streyma verjuni Mynd: Álvur Sagt um dystin Sjálvsálitið er í toppi Bárður Olsen, sum aftur hesa ferð var sentralur hjá EB/ Streymi, segði seg alla tíðina trúgva upp á, at tað skuldi bera til at fáa HB aftur Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Miðvallarin var tó skjó- tur at ásanna, at har stóð einki til, tá HB eftir bara 17 minuttum hevði skotið seg upp á 2-0. – Eg hugsaði við mær sjálvum, at nú er heilt galið. Men tað gekk tó ikki so leingi, áðrenn vit aftur komu við í dystin. Og eg haldi eisini, at vit allir trúðu upp á møguleikan. Ikki minst, tí vit fleiri ferðir í ár eru komnir aftur, eftir at hava verið aftanfyri. Tað eydnaðist eisini hjá EB/Streymi at fáa eitt stig við sær úr Gundadali, og Bárður dylur ikki fyri, at hetta eru teir á liðnum nøgdir um. – Soleiðis, sum dysturin gekk, so haldi eg, at vit eru øgiliga væl nøgdir. Og ivaleyst eru vit betri nøgdir enn mótstøðumenninir, sum jú mistu sína leiðslu. Dysturin í Gundadali var fyri tað nógva merktir av eini sera høgari leikferð. Ikki minst moti dystarenda, har báðir partar áhaldandi royndu at skapa sær møguleikar. Ein gongd, sum eisini gjørdi dystin ómetaliga strævnan viðgekk Bárður. – Vit royndu alla tíðina, men eg haldi tó ikki, at vit skaptu so nógv, eftir at vit høvdu javnað. Eg veit ikki, um vit duttu ov langt aftur, men í øllum førum gjørdist talan alla tíðina um øgiligt rennarí. So fyri okkara viðkomandi var talan heilt greitt um tann dystin í ár, har ferðin hevur verið hægst. Todi var besti maður á vøllinum Í gjár eydnaðist tað norska felagnum Start at vinna ein dyst í tippuliguni. Start spældi á heimavølli ímóti Stabæk, og Start fekk einasta málið í dystinum 10 minuttir fyri leiklok. Føroyski álopsspælarin Todi Jónsson spældi við allan dystin, og hann var virkin og vandamikil alla tíðina. Venjarin hjá Start, Tom Nordlie, segði eftir dystin við norska blaðið VG, at Todi var besti spælarin á vøllinum. Start fekk við sigrinum eitt sindur av luft, men felagið liggur framvegis triðniðast í tippuliguni. Lukasz skoraði aftur Lukasz Cieslewicz skoraði aftur hetta vikuskiftið fyri næstbesta liðið hjá Brøndby, sum spældi ímóti KB. Brøndby hevur í ár latið nógvar ungar spælarar manna liðið, sum felagið hevur í 2. deild, og tað hevur eydnast sera væl. Liðið hevur spælt 11 dystir uttan tap, og bert trý mál eru skorað ímóti liðnum. Lukasz Cieslewicz er ein av ungu spælarunum í Brøndby, og annan dystin á rað skoraði hann fyri 2. deildarliðið. Lukasz skoraði fyrsta málið í dystinum,sum Brøndby vann 3-0, og hann spældi allan dystin í álopinum. Moralurin er í toppi, heldur Bárður, nú EB/ Streymur enn einaferð megnaði at venda einum fótbóltsdysti Mynd: Álvur HB-EB/Streymur 2-2 (2-1): Oddaliðið noktar at geva HB EB/Streymur »Men eins og Jeppe vaknaði við kaldan dreym í himmalseingini hjá baronessuni í sínari tíð, so vaknaði HB eisini brádliga upp til veruleikan í 29. Minutti…« www.hb.fo