mánadagur 29. mai 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 101 - 29. mai 2006 ]
ÍF Føroyar vann oddadyst
Føroyska útisetafelagið í Keypmannahavn, ÍF Føroyar,
leikti í gjár ímóti FB (Frederiksberg Boldklub), sum
er oddalið í Københavnsserien, og føroyingarnir í
Keypmannahavn vunnu dystin 1-0. Einasta málið í
dystinum skoraði Jørgin Meitilberg, tá hann varð
hægstur eftir fríspark frá Heina í Skorini. Málið kom í
93. minutti, og tí var sjálvsagt stór frøi á føroyingunum
á Frederiksberg Idrætspark.
1.lið hjá ÍF Føroyum liggur í løtuni á fimta plássi,
men bert trý stig eru upp til oddaliðið, sum also er
dagsins mótstøðulið av Frederiksberg.
Claus fær sekkin
Dagarnir hjá føroyska landsliðsspælaranum Claus Bech Jørgensen í
Coventry í næstbestu eingilsku deildini tykjast at vera taldir. Venjarin,
Micky Adams, hevur boðað Claus frá, at hann ikki roknar hann millum
spælararnar, sum hann fer at dúva upp á næsta kappingarár. Claus og
Coventry eru sáttmálabundin í eitt ár afturat, men Micky Adams hevur
sagt við Claus Bech Jørgensen, at hann einki hevur ímóti tí, at Claus fer úr
felagnum.
– Eg eri ikki púra ovfarin av hesum. Síðani á jólum havi eg havt eina
kenslu av, hvønn vegin tað hevur borið. Eg havi møguleika at halda meg
til sáttmálan og at stríðast fyri mínum møguleika, sigur 30 ára gamli Claus
Bech Jørgensen, sum fyri stuttum hevur keypt hús í Coventry, við danska
dagblaðið BT.
Føroyska landsliðið
hevur higartil ikki
staðið seg serliga væl
í talvolympiaduni í
Torino
Talv
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Carl_eli@hotmail.com
Eftir sjey umfør í 37. talv
olympiaduni í Torino í
Italia hava Føroyar 14 stig.
Seks umfør resta í.
14 stig kundi ljóðað sum
eitt higartil gott úrslit, men
hyggja vit at mótstøðuni, er
úrtøkan einki serlig at reypa
av. Stórsigurin sunnudagin
ímóti Macau er tó sjálvsagt
nakað at fegnast um og
somuleiðis ein ábending
um, at vend er komin í
heldur soltnu úrslitini. Før
oyar eru styrkismettar nr.
80 og eru í løtuni á deildum
75. plássi. 148 lond telva
við í OL.
Favorittarnir úr Russlandi
(Vladimir Kramnik (2729)
mannar 1. borð) eru á
2. plássi við 20 stigum,
meðan Armenia – við
Levon Aronian (2756) – er
fremst við 21 stigum. Kuba
er nr. 3 við 19,5 stigum.
Sviar og danir standa
seg higartil væl við 18,5
stigum og deildum 8. plássi.
Magnus Carlsen og hansara
norsku liðfelagar hava 17
stig, meðan íslendarar ein
ans hava 14 stig.
Helgi mest brúktur
Liðleiðarin
á
føroyska
landsliðnum er Finnbjørn
Vang. Hann er somuleiðis
varaforseti í Talvsambandi
Føroya. Finnbjørn hevur
fyrr roynt seg sum liðleið
ari, nevniliga í 1998, tá ið
OL varð telvað í Elista í
Kalmykia.
Helgi Dam Ziska hevur
sum tann einasti á føroyska
liðnum telvað øll sjey talv
ini. Hann hevur 3,5 stig,
og tað er á heilt góðari
leið. Helst hevur Finnbjørn
givið Helga fullan stuðul
og møguleika at telva øll
umførini orsakað av góða
viðrákinum seinasta árið og
orkuni hjá 15 ára gamla
stórtalentinum.
Maðurin á 1. borði, John
Arni Nilssen, hevur ikki
havt eina serliga góða fyrru
helvt. Men sigurin í 7.
umfari hevur ivaleyst givið
honum sjálvsálitið aftur.
John Arni hevur 2,5 av 6
møguligum.
Føroyameistarin Martin
Poulsen hevur kanska skuff
að mest. 1,5 stig av 5 er ikki
nøktandi. Miðalmótstøðan
hevur tó verið hørð, nærum
2400 í rating.
Mr. OL
John Rødgaard er topp
skorari við 4 stigum av 6.
John hevur altíð, síðani
hann fyrstu ferð umboðaði
Føroyar í 1984, havt góðar
OL-kappingar, og tíbetur
tykist góða gongdin at halda
fram. Eftir eina trilvandi
byrjan, hevur John vunnið
seinastu trý talvini og hevur
nú telvað omanfyri sína
væntaðu skoru.
Hans Kristian Simonsen
er sloppin ofta fram at
talvborðinum
í
hesari
olympiadu. Eykamaðurin
hevur sanniliga tikið av
møguleikanum, tá ið føstu
telvararnir hava snávað.
Hans Kristian hevur 2,5
stig av 4.
Í 8. umfari mánadagin
hitta Føroyar Tatjikistan,
ið er styrkismett nr. 106.
Tatjikistan hevur ein stór
meistara og ein altjóða
meistara á liðnum, men
sum heild eru teir kortini
veikari enn føroyska liðið á
pappírinum.
Einkultúrslitini:
John Arni Nilssen
2,5 av 6
Martin Poulsen
1,5/5
John Rødgaard
4,0/6
Helgi Dam Ziska
3,5/7
Hans Kristian
Simonsen
2,5/4
Talvið hesa vikuna
Simonsen, Hans K. (2295) - Molina, Jorge L. (2239)
37. Olympiadan Torino (5. umf.), 25.05.2006
1.e4 c6 2.Ric3 d5 3.Rif3 Bg4 4.h3 Bxf3 5.Fxf3 e6 6.a3 dxe4 7.Rixe4 Rid7 8.b4
Rigf6 9.Bb2 Rixe4 10.Fxe4 Rif6 11.Ff3 Fd5 (Svartur tykist hava trygga og sunna
støðu) 12.Be2 Be7 13.Fc3 Rd8 14.0–0–0 0–0 (14…b5 sær sterkt út. Hans Kristian
slapp við lítla hvøkkinum og velur sjálvur at fara í álop) 15.Bc4 Fd6 16.g4! b5 17.g5
bxc4?? (Boliviumaðurin leyp beint í felluna. 17...Rie8 var einasti leikur) 18.gxf6
Bxf6
Støðumynd eftir 18…Bxf6
19.Fxf6! (Molina gavst orsakað av: 19...gxf6 20.Rhg1+ Kh8 21.Bxf6 skák og mát)
1–0
Føroysku dystirnir í Torino
Borð
80
Faroe Islands
Rtg
-
8
Netherlands
Rtg
0:04
1
IM
Nilssen John Arni
2356
-
GM
Tiviakov Sergey
2669
0 - 1
2
Poulsen Martin
2325
-
GM
Nijboer Friso
2584
0 - 1
3
IM
Rodgaard John
2344
-
GM
Van Den Doel Erik
2579
0 - 1
4
Ziska Helgi D.
2306
-
GM
L'ami Erwin
2565
0 - 1
Borð
119
Liechtenstein
Rtg
-
80
Faroe Islands
Rtg
0:04
1
Mannhart Marcel
2173
-
IM
Nilssen John Arni
2356
0 - 1
2
Ferster Fabian
2061
-
Poulsen Martin
2325
0 - 1
3
Guller Andras
2085
-
IM
Rodgaard John
2344
0 - 1
4
Schadler Martin
2170
-
Ziska Helgi D.
2306
0 - 1
Borð
80
Faroe Islands
Rtg
-
65
Austria
Rtg
1:03
1
IM
Nilssen John Arni
2356
-
IM
Neubauer Martin
2454
0 - 1
2
Poulsen Martin
2325
-
IM
Pilaj Herwig
2403
½ - ½
3
IM
Rodgaard John
2344
-
IM
Danner Georg
2402
0 - 1
4
Ziska Helgi D.
2306
-
IM
Alvir Aco
2382
½ - ½
Borð
108
Botswana
Rtg
-
80
Faroe Islands
Rtg
2½:1½
1
FM
Khetho Phemelo
2238
-
IM
Nilssen John Arni
2356
1 - 0
2
Gaealafshwe
2125
-
IM
Rodgaard John
2344
0 - 1
3
Njobvu Ignatious
2236
-
Ziska Helgi D.
2306
1 - 0
4
Pitlagano Tebogo
2161
-
Simonsen Hans
2295
½ - ½
Borð
77
Bolivia
Rtg
-
80
Faroe Islands
Rtg
1:03
1
IM
Zambrana Oswaldo
2425
-
Poulsen Martin
2325
1 - 0
2
FM
Berrocal Jorge
2343
-
IM
Rodgaard John
2344
0 - 1
3
IM
Cueto Jhony
2318
-
Ziska Helgi D.
2306
0 - 1
4
FM
Molina Jorge Luis
2239
-
Simonsen Hans
2295
0 - 1
Borð
80
Faroe Islands
Rtg
-
70
Italy B
Rtg
½ : 3½
1
IM
Nilssen John Arni
2356
-
FM
Ronchetti Niccolo
2419
½ - ½
2
Poulsen Martin
2325
-
FM
Brunello Sabino
2339
0 - 1
3
Ziska Helgi D.
2306
-
FM
Rombaldoni Denis
2322
0 - 1
4
Simonsen Hans
2295
-
FM
Cacco Christian
2322 0 - 1
7. umfar
Borð
125
Macau (MAC)
Rtg
-
80
Faroe Islands
Rtg
0:04
1
Silveirinha Jose
2126
-
IM
Nilssen John Arni
2356
0 - 1
2
Celis Solomon
2079
-
IM
Rodgaard John
2344
0 - 1
3
Fesalbon Rolando
2113
-
Ziska Helgi D.
2306
0 - 1
4
Mak Keng Kei
2040
-
Simonsen Hans
2295 0 - 1
5. umfar
6. umfar
3. umfar
4. umfar
1. umfar
2. umfar
Óstøðug úrslit í OL
Tað hevur verið sera misjavnt, hvussu úrslitini í Torino hava lagað seg