mánadagur 29. mai 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 101 - 29. mai 2006 ]
Aðru hvørja ferð
spæla tey fremstu
javnt í innanhýsis
uppgerðum, og
higartil hevur tað
bara verið javnleikur
fýra ferðir, tá ið tey
fremstu hava spælt
móti teimum aftastu,
sum enn eiga fyrsta
sigurin á ímóti
teimum ovastu
FORMULADEILDIN
10. UMFAR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað gongur við strúkandi
ferð. Sum umfar dettur av
umfari boðar stigatalvan
frá, at tað í toppinum gerst
alt meiri spennandi.
EB/Streymur var fremst
eftir 9. umfar, og saman
setta liðið fer at halda sær
á toppinum í hvussu so
er inntil um eina viku. Í
11. umfari, sum verður 2.
hvítusunnudag, verður topp
uppgerð á Mølini, tá ið B36
fer at vitja.
Áhugavert er at staðfesta,
at nógvar av uppgerðunum
millum tey fremstu enda
við javnleiki. Higartil hava
tey seks, sum fyribils kapp
ast um fremsta plássið og
harvið FM heitið, dystast
seytjan ferðir innanhýsis.
Javnleikurin millum HB
og EB/Streym var tann
níggjundi millum tey seks
ovastu. Tað vil við øðrum
orðum siga, at higartil er
tað eitt sindur meiri enn
aðru hvørja ferð endað
javnt, tá ið toppuppgerðir
hava verið á skránni.
Tá ið trý stig verða latin
fyri at vinna og bara eitt
fyri at spæla javnt, so
sigur tað seg sjálvt, at tað
er dýrt at vera partur av
javnleikum. Higartil hevur
KÍ, sum leygarkvøldið legði
rygg til fyrsta tapið í ár,
oftast verið annar parturin
av javnleikum. KÍ hevur
fimm ferðir spælt javnt, og
tað hevur kostað nógv í
plaseringini sammett við
t. d. EB/Streym, sum – á
sama hátt sum KÍ – bara
hevur tapt eina ferð. EB/
Streymur hevur 21 stig, og
KÍ hevur 17 stig.
Tá ið so nógvar av innan
hýsis uppgerðunum millum
tey fremstu enda javnar,
hevur tað stóran týdning,
hvussu feløgini standa seg
móti teimum fýra, sum
higartil hava víst seg at vera
upplagdastu boðini upp á
niðurflytingina.
Higartil hava EB/Streym
ur og B36 fingið 100 pro
sents úrtøku burturúr fýra
dystum móti teimum 4
lægststaddu. GÍ og NSÍ
hava fingið 13 stig burturúr
5 dystum, og HB og KÍ
hava fingið 10 stig burtur
úr fýra uppgerðum ímóti
teimum fýra, sum eru lægst
á talvuni.
Í 26 uppgerðum, sum
tey fremstu hava spælt
móti teimum aftaru, hava
tey aftaru ongantíð vunnið.
Fýra ferðir hevur tað verið
javnt. Tað hevur kostað
nógv hjá KÍ og HB at spæla
javnt ímóti Skála, og tað
hevur kostað nógv hjá GÍ
og NSÍ at spæla javnt ímóti
B68.
Í innanhýsis uppgerðun
um millum tey fremstu hava
EB/Streymur (HB og GÍ) og
HB (NSÍ og B36) vunnið
tvær ferðir. GÍ (HB), B36
(KÍ), NSÍ (EB/Streymur)
og KÍ (NSÍ) hava vunnið
eina ferð. Hesin veruleikin
ber við sær, at B36 sigurin í
Klaksvík leygarkvøldið var
serliga søtur.
Úrtøkan burturúr topp
dystunum hevur hjá EB/
Streym verið 9 stig í 6
dystum, HB hevur fingið
8 stig burturúr 6 dystum,
B36 og KÍ hava fingið 7
stig burturúr 6 dystum, GÍ
hevur fingið 6 stig burturúr
5 dystum, og NSÍ hevur
fingið 5 stig burturúr 5
toppuppgerðum. GÍ og NSÍ
hava ikki vunnið á útivølli
ímóti øðrum oddaliðum,
og B36 og KÍ hava ikki
vunnið á heimavølli ímóti
øðrum
oddaliðum.
HB
hevur vunnið á heimavølli
ímóti NSÍ og á útivølli í
Gundadali ímóti B36. EB/
Streymur hevur vunnið
á útivølli ímóti HB og á
heimavølli ímóti GÍ.
Tvær oddauppgerðir og
harvið ikki so lítið sannlíkir
javnleikir verða á skránni 2.
hvítusunnudag. Talan er um
EB/Streym-B36 og HB-
NSÍ. Hóast tættleikin er
stórur millum tey fremstu,
so er bara møguleiki hjá
trimum at verða oddalið
eftir 11. umfar: EB/Streym
ur, B36 og so GÍ, sum
aftur skal royna seg á
Svangaskarði, har teir fyrr
í ár spældu javnt. GÍ verður
nýtt oddalið, um teir vinna
á Toftum, og um tað verður
javnleikur á Eiði.
Hinir báðir dystirnir í 11.
umfari eru VB/Sumba-KÍ
og ÍF-Skála.
John og Christian skoraðu
Bæði John Petersen og Christian Lundberg skoraðu, tá
ið Skive við 5-0 sigri á Viborg kom nærri uppflytingini
til donsku 2. deild. Hjálparvenjarin á landsliðnum
skoraði eitt av málunum, og tað sama gjørdi nýggi
álopsspælarin hjá KÍ. Skive skal spæla útsettan dyst
hósdagin, og ætlanin er, at Christian Lundberg eftir
hendan dystin fer til Klaksvíkar at royna seg í álopinum
hjá KÍ restina av hesum kappingarárinum.
Toppliðini spæla oftast javnt
móti hvørjum øðrum
Aftur sunnudagin gjørdist talan um javnleik, tá oddauppgerð stóð á skránni. Hesa ferð millum HB og EB/Streym
Mynd: Álvur Haraldsen
Símun dagsins maður í Keflavík
Føroyski miðvallarin Símun Samuelsen skoraði síðsta málið, tá ið Keflavík á
heimavølli vann 3-0 á KR, og hann varð eftir dystin valdur til besta spælara
á vøllinum. Beinanvegin í 2. hálvleiki varð tað greitt, at Keflavík fór at fáa
øll stigini ímóti gestunum úr KR. Seinna umfarið var ein minutt gamalt, tá ið
Keflavík økti til 2-0. Fyrra málið høvdu teir fingið í 3. minutti. Símun Samuelsen
legði upp til fysta málið, og hann var málskjútti, tá ið Keflavík átta minuttir undan
leikloki staðfesti trivaliga 3-0 sigurin. Símun var eisini nær við at økja til 4-0,
áðrenn hann varð skiftur út fimm minuttir fyri leiklok.
Rógvi Jacobsen varð skiftur inn eftir steðgin, men tað var torført at vera
álopsspælari hjá KR hendan dystin.