Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-29, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. mai 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 101 - 29. mai 2006 ] Nr. 101 • mánadagur • 29. mai 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Sáttmálastríðið millum Kringvarpið og ÍSF er langt ífrá liðugt. Leygardagin slapp framleiðsluliðið hjá SvF ikki inn á vøllin í Klaksvík, og so vil Sjónvarpið ikki spæla við meira Sendirættindi Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo »Tit sleppa ikki inn á stadion«. Somikið greið vóru boðini, sum framleiðsluliðið hjá SvF fekk, tá tey komu til vøllin við Djúpumýru í Klaksvík leygardagin. Sum vant, so hevði Sjónvarpið her sítt egna framleiðslulið við til dystin, soleiðis at samrøður við spælarar og venjarar kundu gerast kring uppgerðina. Men tað var tó av ongum. Føroysku fótbóltsfeløgini hava gjørt av, at so leingi sum SvF ikki góðtekur tær treytir, sum feløgini seta til upptøkurnar – serstakliga viðvíkjandi sponsorering, so skulu ongar upptøkur gerast. Og má SvF ístaðin taka til takkar við teimum uptøkum, sum feløgini sjálvi senda. Hetta seinasta verður tó av ongum, og tí stendur stríðið, sum var so sjónligt í sáttmálasamráðingunum, enn í ljósum loga. –Vit hava tikið hendingina í Klaksvík til eftirtektar, og sum vit hava skilt tað, so eru somu treytir galdandi við aðrar leikvøllir, sigur Høgni í Jákupsstovu, vertur og redaktørur á 3-2. – Tað er komið hartil, at fólkini hjá okkum verða beinleiðis chikanerað, tá vit eru til dystir, og somikið stuttligt er tað nú heldur ikki at gera sjónvarp. Hetta snýr seg altso um at gera eina ítróttasending og ikki nakra krígsreportasju, sigur Høgni. Grundað á grein 6 í sáttmálanum millum Kringvarpið og ÍSF hava FSF og føroysku fótbóltsfeløgini gjørt eina serstaka reglugerð fyri, hvussu tey vilja hava upptøkur kring dystirnar framdar Sendirættindi Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Grein 6 í sáttálanum staðfestir, at fyriskipari, felag- og ella sersamband, hevur ræðisrætt á ítróttarøki sínum – ítróttahúsi ella leikvølli – har Kringvarpið ætlar at taka upp ella at senda frá, og at allar upptøkur/ sendingar frá tiltakinum verða gjørdar í samráð við fyriskiparan framman undan. Ógjørligar arbeiðsumstøður Í reglunum verður millum annað staðfest, at sjónvarpssamrøður bert kunnu gerast á ávísum stað og framman fyri ávísar lýsingarveggir, har feløg kunnu seta navn og búmerki hjá sponsorum sínum. Somuleiðis er staðfest, at sjónvarpssamrøður skulu vera avtalaðar við felagið undan dystinum, og tað eru treytir, sum SvF sigur seg als ikki kunna liva við. »Vit mugu sleppa at arbeiða« staðfesti Øssur Winthereig, tíðindaleiðari í Sjónvarpinum, í samrøðu við Sosialin fyri nøkrum vikum síðani. Í hesum meinti hann millum annað við, at tað er vónleyst hjá framleiðslufólkunum at vita undan dystinum, hvørjar samrøður verða aktuellar eftir dystin. Somuleiðis er tað fatanin hjá Sjónvarpinum, at tað ikki kann vera rætt, at allar samrøður skulu gerast framman fyri ávísar veggir. Ikki minst, tí hetta frátekur teimum møguleikan at viðgera tað, sum fyriferst í ofta heitu løtunum beint eftir dystarlok. Ymsar fatanir Hjá ÍSF/FSF tykist støðan tó ikki at vika. Ikki minst hevur tað gjørt trupulleikan enn størri, at Sjónvarpið enn tykist hava eina greiða fatan av, at sponsor-nøvn ikki verða nýtt, tá stigatalvur v.m. verða sýndar á skíggjanum. Hóast avtalan millum Kringvarpið og ÍSF innibar eina orðing um, at Kringvarpið viðurkennir rættin hjá feløgum og sersambondum at nýta sponsor-nøvn til kappingar, so er fatanin av hesi orðing rættiliga ymisk. Í ÍSF er fatanin heilt greitt, at orðingin millum annað ber við sær, at bæði út- og sjónvarp skulu siga eitt nú »Formula-deild, Sunset- kappingin og Statoil-kring Føroyar«, tá sagt verður frá kappingum, men hetta hevur enn ikki verið fatanin hjá Kringvarpinum. Her verður hildið fast um, at tað er frælsið hjá einstaka journalistinum, sum í hvørjum einstøkum føri ger av, hvat verður sagt ella skrivað, og tí røkist í løtuni einki fyri, at trætumálini kring varpingar verður loyst í bræði. Útvarpið hevur ikki viðgjørt støðuna Jóhann Mortensen, tíðindaleiðari, sigur, at tey als ikki hava viðmerkingar til trætuna millum SvF og FSF Kringvarpið Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast Sjónvarpið í løtuni mest sum hevur boykotta fótbóltin, so tykist hetta ikki hava stórvegis ávirkan á hin partin av Kringvarpinum. Sunnudagin var »bólturin« í øllum førum sum vant á skránni, og enn er ósemjan millum SvF og ÍSF als ikki umrødd í Sortudíki. Nú kenni eg sum so einki til akkurát hesa ósemjuna, og tí fari eg ikki at taka støðu til, hvørt vit eisini gera nakað við hetta, sigur Jóhann Mortensen, tíðindaleiðari í SvF. – Eg kann bara svara fyri okkum, at vit hava umrøtt sáttmálan millum Kringvarpið og FSF her hjá okkum. Tá vórðu vit kunnað um, at fatanin hjá Kringvarpinum av sáttmálanum var, at vit kundu brúka sponsorheiti, tá hetta varð mett hóskiligt og náttúrligt. Hinvegin hava vit samstundis ta støðu, at tíðindafólk í Útvarpinum ikki skulu lesa handilslýsingar, og tí hava vit í sera lítlan mun nýtt slík sponsorheiti. Men avtalan við ÍSF er gjørd við Kringvarpið, sum jú umfatar bæði út- og sjónvarp. Er tað hugsandi, at tit kanska eisini gerast partur av trætuni? –Tað fái eg sum sagt ikki gjørt viðmerkingar till. Fyrst og fremst, so er spurningurin als ikki umrøddur her hjá okkum. Og hartil, so er talan um tvær sjálvstøðugar tíðindaredaktiónir, sum liva púrasta hvør sítt lív, sigur Jóhann Mortensen. 3-2 sleppur fótbóltinum SvF slapp ikki at gera egnar upptøkur, tá KÍ og B36 spældu á norðoyastevnu, og tað vil Sjónvarpið ikki finna seg í. Fyribils er avleiðingin, at føroyskur fótbóltur als ikki verður á skíggjanum, tá 3-2 verður sent Mynd: Álvur Haraldsen Krøvini frá feløgunum