Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-29, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. mai 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 101 - 29. mai 2006 Á løgreglustøðini í Klaksvík lata tey væl at Norðoyastevnuni. Nógv fólk hava ver­ ið saman, og flest øll hava skikkað sær væl: - Nakrir bar­dagar hava tó ver­ið á skránni, og nøk­ur full fólk hava gjørt vart við seg, sig­ur vakthavandi á løgreglustøðini í Klaksvík. Løgreglutíðindi Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Klokkan eitt leygarnáttina fór ein bilur við tveimum fólk­um av vegnum við Árn­ a­­fjarðartunnilin. Eing­in fólk­a­skaði stóðst av hend­ ingini, men bilførarin verður væntandi skuldsettur fyri at koyra við kenning og ongum koyrikorti. Annars var leygarnáttin rætt­i­liga friðarligt í Klaks­ vík: - Vit vórðu boðsendir nakr­ ar ferðir – nakrir bardagar vóru á skránni, og tríggir mans fóru á skaðastovuna við smávegis snuddum, sig­ ur vakthavandi á løg­regl­u­ støð­ini í Klaksvík. Sunnunáttin var somuleiðis eyð­kend av friði. Smávegis herverk var framt á ein bil, og nakr-ar fráboðanir um ov full fólk vóru. Men klokkan 2.45 varð ein maður sligin niður og koyrdur á skaðastovuna. Hálvan tíma seinni varð gerningsmaðurin funnin. So sum heild hevur norð­ oy­astevnan verið friðarlig: - Vit hava sjálvandi havt meira at gjørt enn til eitt van­ ligt vikuskifti, men eg haldi, stevnurnar eru friðarligari nú enn fyri 15-20 árum síð­ ani. Eitt nú hevur eingin hús­ ó­friður verið fráboðaður, og bert ein maður hevur sovið rús av í brummuni. Tey sum hava havt kenning, hava klárað seg avbera væl, leggur vakthavandi á løg­regl­ u­støðini í Klaksvík at enda afturat. Norðoyastevnan stak friðarlig Klokkan eitt leygarnáttina fór ein bilur við tveimum fólkum av vegnum við Árnafjarðartunnilin. Eingin fólkaskaði stóðst av hendingini, men bilførarin verður væntandi skuldsettur fyri at koyra við kenning og ongum koyrikorti. Seinnapartin leygardagin gjørdi løgreglan í Havn seg til at fara í hagan at leita eftir tveimum monnum. Teir vóru við í eini kapping í at renna úr Kvívík til Havnar, men tá ið tað dró út, at teir komu fram, fóru onnur, sum vóru við, at stúra og ringdi til løgregluna. Løgreglan mannaði seg út og fekk leitingarhundar á støðina, men áðrenn farið var avstað, komu boðini um, at rennararnir tíbetur vóru komnir aftur í øllum góðum, og so var tann leitingin avblást. Tað vísti seg, at teir høvdu havt torført við at finna tveir av postunum, og tí hevði tað drigið út. Løgreglan í Havn hevur eisini tikið tveir mans fyri at rúsdrekkakoyring og tað, sum tað plagar at vera eitt vikuskifti. Gjørdu seg til at leita eftir rennarum Stjólu pening, sum varð ætlaður til væl­ gerð­andi endamál  Innbrot Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Náttina ímillum Kristi Himm­alsferðardag og fríggj­ adagin hava tjóvar brotið seg inn í kirkjuna við miklum harðskapi. Hóast Samuelskirkjan er væl vard við høgum múr­ um, brandhurðum, og pro­ jek­tørum, ið tendra av sær sjálvum, um okkurt rørir seg, hava tjóvarnir kortini megnað at bróta seg inn í kirkjuna. - Mangt bendir á, at teir vistu hvørjum, teir leitaðu eftir og hvar teir skuldu leita, tí brandtryggjaða skap-ið á deknaskrivstovuni er brotið upp, sigur Bergur Jacobsen, Prestur Hann sigur, at úr skápinum hava tjóvarnir stolið pen­ ing, sum var savnaður inn til ymisk vælgerðandi endamál. Peningur, sum er innsavnaður hesar seinastu 10 dagarnar, varð eisini stolin. Tjóvarnir hava eisini brot­ ið inn á skrivstovuna hjá sóknarmeðhjálparanum, ið stendur fyri stórum parti av vælgerðandi arbeiðinum í Samuels Sókn, og har hava teir tikið peningin, hon hev­ ur til hetta arbeiðið. Prestur sigur, at talan er um einar 10.000-15.000 krón­ur, sum eru stolnar. - Somuleiðis tjóvarnir kunna fingið sær ókeypis hýruvogn heimaftur, tí allar ”taxabongirnar”, ið verða nýttar til at flyta eldri og ófullfør fólk til og úr kirkju, eru eisini stolnar. Men kirkjusilvurið hava teir ikki rørt, tað loysir seg ikki at stjala, tí tað sleppst ikki av aftur við tað. Í Samuelskirkjuni eru eisini teldur, sum eru van­ ligt tjóvagóðs, men heldur ikki tær vórðu stolnar. - Helst hava tjóvarnir vit­að, at tær kunnu ikki slejast aftur, tí tær eru á Kirkjunetinum, sum er eitt net fyri seg sjálvan og kunnu tí ikki brúkast til nak­ að annað, sigur prestur. Eisini tað styrkir um ill­ grunan um, at tjóvarnir vóru staðkendir. Løgreglan hevur sagt teim­um, at møguleikin at finna tjóvarnir, eru bara 2%. Samuelskirkjan hevur ikki tjóvaríávaring, tí tað eru so nógvir f elagsskapir, sum brúka kirkjuna og vandi fyri, at ávaringin fer í gongd uttan orsøk, er stórur og tað kostar eina bót. - Men nú mugu vit fáa okkum tjóvaríávaring, legg­ ur prestur afturat. Hann sigur, at hóast her­ verk er framt fyri at fáa fatur á peninginum, hevur sjálvt kirkjurúmið hevur fing­ið frið, og tí halda guðstænasturnar fram, sum vanligt.  Í eini kirkju í grann­a­ lagnum, Kingo kirkjuni, hava tjóvar eisini brotið seg inn, men har hava teir kortini onki tikið – helst tí okkurt hevur órógvað teir, sigur Bergur Jacobsen. Innbrot í føroysku kirkjuna í Keypmannahavn Føroyska kirkjan í Keypmannahavn, Samuelskirkjan, hevur havt ótýdligar gestir og teir hava stolið peningin, sum ætlanin var at gera vælgerðandi arbeiði fyri Um vikuskiftið høvdu Norð­sjóv­ ar­søvnini fund í Føroyum Altjóða Samstarv Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Og um vikuskiftið høvdu N o r ð s j ó va r s ø v n i n i ar­beiðsfund í Føroyum. Fyri tveimum árum síð­an vóru Føroya For­ n­minnissavn og Tórs­ havnar Býarsavn boðin upp í felagsskapin hjá sjóvinnusøvninunum kring Norðsjógvin, Talan er um søvn í bæði Skotlandi, Onglandi, Frak­landi, Belgia, Nið­ ur­londum, Danmark, Týsk­landi, Svøríki og Noregi og fleiri av teim­um teljast millum fremstu sjóvinnusøvn í heiminum. Á fundinum í Føroyum varð samráðst um felags framsýningar- og útgávutiltøk, um at menna samstarvið og um strategiina hjá felagsskapinum á fundi hjá felagsskapinum í alheims savns­fel­ag­s­ skap­i­num ICMM (Inte­ r­na­tional Congress of Maritime Museums). Eisini varð kunnað og kjakast um viðurskifti og umstøður hjá hvørjum øðrum. Sunnudagin hevði Tórs­havnar kommuna bjóð­að á útferð við slupp­ini Westward Ho, sum nýliga er umvæld og sum føroysku f­or­ nminnamyndugleikarnir hava góðkent sum varð­ veit­ingarvert skip. Útferðin bar kortini ikki til, tí veðrið varð so vánaligt. Ístaðin varð farið við bussi norður eftir. Millum annað varð vitj­að á hvalastøðini við Áir, sum er ein av teimum síðstu hvalastøðunum í heiminum, sum enn er til skjals. Seinasti hval­a­ báturin á støðini, Heyk­ ur, er eisini varðveittur. Hann er í varðveitslu hjá Deutsches Schiff-art­s­ museum og eitur nú Rau 9. Sambondini, ið Forn­minn­issavnið og Býarsavnið hava fingið við tey evropisku ­ sjó­ vinn­usøvnini ger, at vit kunnu fáa góð faklig ráð frá fremstu serfrøðingum í heiminum á hesum øki og innlit í, hvussu gjørt verður aðrastaðni, siga Býarsavnið og Forn­ minnissavnið. - Tað, ið útlendsku savns­fólkini sóu á ferðini í Føroyum, gjørdu tey ikki sørt bilsin. Umhvørvið við Vestaruvág í Havn, Føroya Fiskavirking – gamla Bacalao, Skip­ a­smiðjan, Müllers pakk­ hús, Skeiva pakkhús hjá Lützen og sluppin Westward Ho, hildu tey kundu verða karmur um okkurt stórt og serstakt, fyri ikki at tala um gomlu hvalastøðina við Áir. Meiri fæst at vita á www.northseanetwork. com Norðsjóvarsøvnini fund í Føroyum