Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-29, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. mai 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 101 - 29. mai 2006 17 ymsum skapi altíð hava hórað undan, tá ið á hevur staðið. Hetta eiga vit ikki at gloyma, tá ið til dømis Manhattan verður flutt í Mansgjógv. T unnilin hevur latið upp fyri iljahvítum, mentanarligum/íd- naðarligum gummiskóm í ymsum støddum, sum fara at standa í durunum her í Klaksvík og fara at flyta seg um tún og stræti, men brúka vit vit og skil í kosmiskum anda, so er hugsandi, at nádd verða tey mál, sum vit seta okkum fyri. Okkara lítla samfelag er eitt liðiligt, lítið samfelag. Her er rúmsátt, og tá ið norðbúgvarnir í Grønlandi tóku við evropeiskum móta fyri 600 árum síðani og elduvíkskonan tók ímóti gummiskómum fyri 70 árum síðani, so er lagamanni at taka væl ímóti tí avbjóðing, ið tunnilin gevur. Tunnilin fer at flyta mørk........ ja, kanska fer Fuglafjørður og Klaksvíkin at vera ein kommuna, og tá verða gummiskógvar? Nei eg veit ikki, men eitt veit eg: “ Tað krimar í Klaksvík, og tað er well!” Fýrverkið í Vágsbøi hevur sjáldan verið vakrari enn í dýrdarveðrinum leygarkvøldið Í midnáttarrøðuni hugleiddi Frits Johannesen, lærari og listamaður úr Fuglafirði, um gamlar og nýggjar tíðir, um tað stóra í tí smáa í alheimsgerðini Klaksvíkar Hornorkestur fekk eina serstaka heilsan í midnáttarrøðuni hjá Frits Johannesen