mánadagur 29. mai 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 38 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 101 - 29. mai 2006
Norðoyastevnan í ár
var tann fyrsta eftir
Norðoyatunnilin.
Kenslan av eini
samanrenning
millum gamalt og
nýtt hekk í luftini
og fekk sett nøkur
tankavekjandi
orð á seg, tá Frits
Johannesen, lærari
og listamaður, í
midnáttarrøðuni
hugleiddi um
alheimsgerð og
gummiskógvar í
ymsum skapi og
støddum
Norðoyastevna
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Burtursæð frá kappróðrinum,
man stóra hæddarpunktið á
Norðoyastevnu vera mid-
náttarsamkoman í Vágstúni.
Og løtan leygarkvøldið var
onki undantak í so máta.
Heilt fitt av fólki høvdu
longu leitað sær í Vágstún, tá
Klaksvíkar Hornorkestur um
hálvgum tólv tíðina legði fyri
við tónleiki. Úti í Klaksvík
vóru skótarnir byrjaðir
at ganga kyndlagongu og
komu teir beint fyri midnátt
í Vágstún, sum tá var mest
sum fullsett av fólki.
Eftir røðuna hjá Frits
Johannesen, lærara og
listamanni í Fugafirði,
varð farið oman í Vágsbø
at hyggja at fýrverki, sum
í dýrdarveðrinum neyvan
hevur verið vakrari. Løtan
endaði við felagssangi, har
fólk munda halda á at syngja
í ein góðan tíma ella meir.
Við tað gamla – og tó
Í so máta var alt við tað gamla
á Norðoyastevnu. Og tó.
Eftir midnáttarsamkomuna
var tað ongin, sum nýttist at
skunda sær til síðsta eykatúr
hjá Dúgvuni ella fara á gátt
hjá vinum og kenningum at
biðja sær song. Og eins og
gestirnir á Norðoyastevnu,
komu og fóru eisini
kappróðrarbátarnir sum
teir vildu – í trailararum!
Ongin tysjan av spentum
kappróðarfólki á ferjuleguni,
sum tá kappróðrarbátarnir
plagdu at koma við Dúgvuni
ella Smyrli.
Aðrar tíðir og nýggir
møguleikar eru í ferð við
at broyta Norðoyastevnuna,
og í Vágstúni tók Frits
Johannesen sera hóskandi
tráðin upp í síni hugleiðing
um, hvussu vit menniskju
altíð hava verið nakað
illgrunasom mótvegis tí
nýggja.
Men fyrst bar Frits
Klaksvíkar Hornorkestri,
sum so mangan hevur
givið ljóð í Vágstúni, eina
heilsan.
– Ljómurin í hesum
orkestri er eitt kosmiskt ljóð,
sum er millum Borðoyavík
og Klakk. Hetta er teimum til
mikla tign og miklan sóma
og okkum øðrum at gagni,
sum Frits tók til, áðrenn
hann helt fram við røðuni
A
lheimsgerðin er um
okkum, og kemur
hetta orðið ofta fyri í
fjølmiðlunum. Føroyingurin
hevur altíð verið forvitin og
tikið til sín av útlendskum
– bæði í orð og talu og
eisini av meira ítøkiligum.
Vit tosa um ensk lániorð
í móðurmálinum og um
franska katalogið Printemps
(vár), har føroyingar millum
krígsárini bestiltu mótaklæði
úr París. Tá gingu tær ungu
kvinnurnar her á landi um tún
og stræti í síðsta skríggi frá
alheims mótapallum. Samd
kunnu mannfólkini vera, at
snøgg var føroyska kvinnan
í hesum búna í hesi alheims
mótagerð í 20inum.
M
ótan hava vit altíð
tikið til okkum.
Hetta er í kjøtinum
borið.Vit vilja fylgja við
hesum streymi. Á ytstu
útskerum kunnu vit síggja
fólk draga upp á kroppin
eftirgjørdar mótabúnar.
Danski fornfrøðingurin Poul
Nørlund var í fer við at grava
fyrst í 20. øld á Herjólvsnesi
sunnanvert Eiriksfjørð í
Grønlandi, tá ið hann rakti
við lík, ið vóru ílatin búnar,
sum týðiliga vístu sambandið
millum norðbúgvarnar og
meginlandi. Hetta sæst
á mótanum. Hetta plagdi
Sofus Joensen søgulærari
nema við, tá ið vit gingu á
Føroya læraraskúla. Men
tað liggur ein alheimur í
hesi tráan, ein globalsering
at vera sum hini, at tekkjast
einum ávísum skapi bæði í
list, arkitekturi, í skaldskapi
og móta. Hetta er ikki nýtt í
okkara lívsmynstri.
A
t lata listaliga heimin
í búnar og skap, sum
tulka okkara innastu
kenslur, gera listafólk.
Norðoyggjar eru einki
undantak. Vit kunnu nevna
millum onnur Hans Hansen,
Fritjof Joensen, Amariel
Norðoy, Olivur við Neyst,
Hans J. Glerfoss, Arnold
Vegghamar, Archibald Black,
Fridu Zachariasen, Poulinu
Joensen, Elinborg Lutzen
og Edward Fuglø. Nú ein
dagin segði borgmeistarin í
Reykjavík, Steinum Valdis
Oskardóddir, tá ið Reykjavík
Art Festival varð sett: Vit
skulu vera stolt av okkara
listafólkum!
Sanniliga
kunnu norðoyingar vera
stoltir av sínum listafólkum
bæði í myndlist, skaldskapi
og tónleiki, so tað stendur
eftir. Hesi tulka tað, sum er
millum Klakk og Borðoyavík
og tað, sum rørir seg millum
polarnar báðar.
T
að gongur bara so
skjótt nú á døgum, at
vit hava ilt við at fylgja
við. Sjálvandi eru tað fólk, ið
illkennast inn á hesa gongd
og andøva ímóti broytingum,
men sum frálíður, so verður
mangt og mikið góðtikið og
verður partur av tí dagliga.
Sjálvandi skulu vit vera
varin og sálda frá.
Elduvíkskonan, sum hevði
sonarkonu inngifta í Elduvík,
ið var ættað úr Gøtu,
illneittist inn á gøtufólk,
sum komu á gátt, at ikki var
friður av gøtufólki, síðani
gummiskógvarnir
vóru
uppfunnir. Hon dugdi illa at
venja seg við hesar nýggju
skógvar, sum nú stóðu í
durinum í Elduvík millum
húðaskógvar, klossur og
tuflur.
Hetta er ikki eindømið
um, at vit gerast eitt sindur
ótrygg, tá ið tað nýggja
kemur
inn
á
okkum.
Listin gevur seg altíð til
kennar, tá ið mørk verða
flutt
í
samfelagnum.
Tá íð impressionisman
tók seg upp, var hetta í
1870inum. Listafólk gjørdu
eina framsýning í Paris og
fekk henda framsýning
háðandi orðið: Impression,
har
málningurin
hjá
Monet:
Impression
– Soleil Levant(sólarris)
var
einkarbarnið
á
hesi framsýning, sum í
dópsgávu gav hesi list hetta
heitið. Hetta vóru aðrir
gummiskógvar, sum stóðu
í durinum til tann listaliga
heimin.
V
it vóru á gáttini til
ídnaðarsamfelagið
og
fyrstu
foto-
myndirnar sóu dagsins ljós.
Vit siga, at markið í listini
varð flutt. Hetta avspeglaðu
málningarnir eisini – ferð
var komin á. Hjólini mólu
skjótari, og spurningar
stungu seg upp, um fólk í
jarnbreytarvognum toldu eina
ferð upp á 50 km um tíman.
Hetta var óhoyrt. Ferðin var
í teimum impressionistisku
strokunum, sum avmyndaðu
sólina, ljósið og luftina
í
sterkum
avmáldum
ljósflatum í stuttum strokum,
har smálutir vóru burtur.
Fotomyndirnar
kundu
taka smálutirnar við, men
tað var løtan, sum hevði
týdning. Listin hevur altíð
tulkað tíðina, sum kemur.
Impressionisman var einki
undantak.
E
ftir 1900 er tað stóra
skriðulopið í listini.
Tá er tað fjøld av
marknaðarpelum,
sum
fluttir verða og nýggjar
listagreinir stinga seg upp.
Ongantíð hava verið so
nógvar flytingar í listini,
sum júst í dag. Alt er loyvt.
Gummiskógvarnir eru bæði
flatbotnaðir og høghælaðir,
men vit kunnu eisini siga, at
ongantíð hevur heimurin sæð
so stórar broytingar til dømis
í kt-tøknini og í ídnaðinum,
sum júst nú. Verksmiðjur
verða fluttar úr einum
heraðshorni í heiminum
í annað, og sálarleysir
robottar taka um endan á
fleiri verksmiðjum.
Vit flyta okkum – vit flyta
Manhattan í Mansgjógv
– tað stóra samfelagið í tað
lítla samfelagið. Næraberg
kom, Atlantic Navigator,
Skálaberg o. o. nýmótans før
við, sum hava flutt mørk, men
kanska er stórsta hendingin,
sum okkum hevur verið fyri í
seinastuni, Norðoyatunnilin.
Hann hevur heilt annað skap
enn tunnilin Norður í Sund.
Soleiðis verður tunnlagerðin
eisini broytt í sniði og
skapi.
H
vussu
fara
nú
gummiskógvarnir at
síggja út, sum fara at
standa í durunum í Klaksvík?
Sjálvandi vera tað fríggjarar,
sum koma á gátt í inn- og
útsúði og pikka uppá. Hugsi,
at klaksvíksingar eru tolnir
og taka væl ímóti teimum,
sum koma og ikki vísa fólki
durafjórðingin. Tað gjørdi
elduvíkskonan ikki, hóast
firtni hennara skakaði durin
í Elduvík henda dag, tá ið
hon sáð hesar høvuðsvørtu
skógvar standa í durinum.
Elduvíkskonan illneittist
eina
stund
inn
á
gummiskógvarnar, men
tók teir til sín og blivu
teir ein ekspressiv mynd í
gerandisdegnum – komu inn
i okkara mentan og gjørdust
rótføroyskir og oyðiløgdu
ikki okkara heimaverð, men
tvørturímóti. Ein maður
ella kvinna í gummiskóm
er ein sannur føroyingur.
Somuleiðis kunnu vit siga
um ulpurnar, sum vóru
seymaðar í Klaksvík. Tá
blivu føroyingar til livandi
føroyskar standmyndir, hóast
ulpan í sínum uppruna kom
úr Íslandi.
Tað er tað, sum vit eiga at
ansa eftir, tá ið tann stóri
heimurin kemur til okkara.
Vit eiga at taka væl ímóti
honum og ikki geva honum
durafjórðingin, men seta
hesar alheims gummiskógvar
rað á rað í tann føroyska
durin á ein skynsaman
hátt, so teir hava sítt pláss
í duraalheimsgerðini í
Klaksvík og her á landi.
V
it eru bygdafólk,
hóast Fuglafjørður
og Klaksvík eru býir,
men flestu okkara eru vaksin
upp í einum samfelag, har
havið dró. Christian Matras
skrivar í Leikur og loynd um
Bygdina... Barn, sum veksur
upp á bygd, verður kanska,
eins og býarbarnið á sín
hátt, ikki sørt heimføðisligt,
men samstundis hevur tað
eina kosmiska lívskenslu,
sum eg hugsi mær trýtur
hjá býarfólki. Hjá mær var
sjógvurin inni við land ikki
øðrvísi enn byrjanin á hinum
mikla endaleysa havi...
Nú síggja vit ikki havið,
meðan vit fara undir
Leirvíksfirði. Í so máta
er saknurin stórur, men
eg vóni, at tað kosmiska
havið, sum vit øll eru á,
altnar dagar okkara verður
ein lívssproti i tilveruni bæði
hvønndagsliga, í ídnaðinum,
í tónleika-, í skalda- og
listaheiminum. Hetta er
partur av okkara hugfari,
og kanska er tað orsøkin til,
at vit her í Atlantshavinum
Gummiskógvar og alheimsgerð í