mikudagur 31. mai 2006síða 3
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 103 - 31. mai 2006
Skúlin í Kollafirði
hevur verið ávegis
leingi. Í dag varð
skúlin so endaliga
liðugur, og tað skal
ikki skiljast sum
at tað er vorðið
summarferia,
men sum at nýggi
skúlabygningurin er
liðugur. Væntandi
kann skúlin takast í
nýtslu næsta skúlaár
KOLLAFJØRÐUR
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Í dag varð skúlin í Kolla
firði liðugur. Hetta er utt
an iva til stóra gleði hjá
kollfirðingum, tí at skúla
børnini hava havt sera vána
ligar hølisumstøður í ár.
Gamli skúlin var so illa farin
og skitin, at skúlagongdin
hevur verið í ymiskum
øðrum hølum. Tað hevur
gingið striltið at fáa skúlan
lidnan. Ymiskir trupulleikar
hava seinkað byggingini,
og tí er hann næstan eitt
heilt ár seinkaður.
Í Kollafirði hava tey ilsk
ast um, at skúlin og ítrótt
arhøllin hava verið so leingi
ávegis. Nógv hava havt hug
at givið býráðnum í Havn
skyldina. Summi hava enntá
sagt, at tað var eitt mistak at
gerast partur av Tórshavnar
kommunu. Heðin Morten
sen er borgarstjóri í Tórs
havnar kommunu, og hann
sigur seg vera nøgdan við
arbeiðið.
– Eftir teimum givnu for
treytinum kunnu vit bara
vera nøgd við úrslitið. Tað
vóru summi viðurskifti,
sum vit ikki heilt vóru
samd um, og tað gjørdi so,
at byggingin varð seinkað.
Eg haldi, at tað gekk væl,
tá ið býráðið kom inn í
myndina sum umsiting, og
ein bygginevnd varð sett,
sigur Heðin Mortensen
Fara at tosa um
trupulleikarnar
Heðin
Mortensen
vil
ikki úttala seg meira um
ósemjurnar í byggigongdini
enn. – Vit fara at seta okk
um niður og tosa um tær
ósemjur, sum vóru, ein av
komandi døgunum. Nú er
endamálið einans at fáa
ein góðan skúla til børnini
í Kollafirði, sigur Heðin
Mortensen.
– Skúlin er helst tann
mest framkomni í øllum
landinum. Har eru allir
hentleikar, so kollfirðingar
fara uttan iva at fáa gleði
burturúr skúlanum.
Okkurt smáputl er enn
eftir at gera, men tað kemur
ikki at órógva nakað. Lær
arnir kunnu byrja at flyta
yvir í skúlan aftur, so at
tað verður klárt hjá børn
unum at fara í skúla eftir
summarfrítíðina.
Høllin skjótt liðug
Byggingin
av
høllini
gongur eisini væl, og hon
verður skjótt liðug. Heð
in Mortensen sigur, at
meiningin er at byrja at
brúka høllina longu næsta
vikuskifti í samband við
Kollafjarðarstevnuna, men
hon verður ikki tikin alment
í nýtslu enn. – Vit vilja
fegin hava hana ordiliga
lidna, áðrenn hon verður
tikin alment í nýtslu. Hon
skal verða pakkað við
band og sløjfu um. Hon
verður helst vígd við einum
ordiligum braki av einum
hondbóltsdysti, sigur Heðin
Mortensen.
Kollafjarðar
skúli liðugur
langt um
leingi