mikudagur 31. mai 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 103 - 31. mai 2006
Hóast boðskapurin
var heldur ovur
týðiligur í løtum,
gjørdu framúr
góðu leikararnir
“Lille Eyolf” til eina
sjónleikauppliving av
teimum heilt stóru
Sjónleikur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
Leikurin “Lille Eyolf ”,
ið leikarar á Kongaliga
Leikhúsinum
spældu
í
Norðurlandahúsinum í gjár
kvøldið, er eitt gott dømi
um, hvussu viðkomandi
leikirnir hjá Henrik Ibsen
framvegis eru. Hóast 100
ár eru liðin, síðani Ibsen
doyði, er lívslygnin tann
sama,
men
leikskaldið
gevur framvegis onki svar
– bara eina røð av spegils
myndum, har vit kunnu
hyggja at okkum sjálvum
– um vit tora.
Livani áminning
“Eg eri líkaglað við tínum
inniligleika. Eg vil hava
teg fult og heilt. Og heilt
fyri meg sjálva! Soleiðis,
sum eg hevði teg fyrstu
undurfullu tíðina. Eg finni
meg ikki meg ikki í at skula
taka til takka við avlopi og
leivdum”.
Orðini eigur tann heit
blóðuga Rita Allmer í “Lille
Eyolf ”, sum er enn ein av
kvinnunum hjá Ibsen, ið
ikki megnar at temja sína
erotisku trá. Maður hennara
Alfred livir hinvegin í einum
meir andligum luftlag –
meir høvd enn kroppur og
støðugt í holt við at skapa
stórar, gyklandi ætlanir,
heldur enn at geva seg
til kærleikan, sum liggur
beint framman fyri honum;
longsulin hjá konuni og
trúskapin hjá hálvsystrini
Astu.
Ímillum hjúnini stendur
harumframt lítli Eyolf,
sonur teirra, ið er lammaður,
tí hann sum heilt lítil datt
av einum borði, tí foreldrini
ikki gáaðu eftir honum í
teirra
villa
ástarleiki.
Sitandi í sínum koyristóli,
hevur lítli Eyolf soleiðis
altíð verið ein livandi og
syrgilig
áminning
um,
hvørjar avleiðingar tað
kann hava, at geva eftir
fyri síni girnd. Meðan hjún
ini ikki megna at tosa um
hendingina, sleppur skuld
arkenslan at gnaga seg long
ur og longur inn, til Rita
í vónloysisøði skríggjar,
at hon vildi ynskt, at lítli
Eyolf ongantíð varð føddur.
Alfred í sínum lagi roynir
at køva samvitskubitið við
at leggja stórar ætlaninr
um, hvussu lítli Eyolf skal
fullgera hansara lívsverk, at
skriva bókina lidna um “Ta
menniskjaligu ábyrgdina”.
Er tað nakað,
sum gnagar?
Speisemið svíður, meðan
tey bæði íðin royna at seta
orð á, hvussu vend nú skal
koma í, uttan at vita, at
Ibsen er í ferð við at avdúka
tey so náðileyst, at tað
stendur eftir. Her skrivar
“Lille Eyolf ” seg rættiliga
týðiliga inn í tátíðarinnar
“borgarligu sjónleikir”, sum
fyrst av øllum settu sær fyri
at avdúka lívslygnina, sum
tað betra slagið yvirlivdi
uppá og í kraft av. Og tað
var eisini hetta temaið, ungi
leikstjórin Jo Strømgren í
“Lille Eyolf”
Ibsen gnagar í lívslygnini