Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-31, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mai 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 103 - 31. mai 2006 5 Frá “Lille Eyolf” í Norður­ landahúsinum í gjárkvøldið fyrstu atløgu gjørdist hug­ tikin av. – Eg var blivin vaksin, hevði fingið pengar, hús og barn, var blivin vana­ bundin. Tað er hetta, Ibsen lýsir við leikinum, sigur Jo Strømgren, sum viðgongur, at hann kendi seg sjálvan aftur í vantandi eginleikanum hjá Alfred at vera erligur. Í roynd og veru helt hann tað vera løgið, so ilt hesir persónarnir hava við at siga tingini beint út, hvussu nógv uttanumtos skal til, áðrenn tey eru før fyri at viðganga nakað sum helst. Í so máta sær Strømgren leikin sum eina kanning av, hvussu serliga teir báðir høvuðspersónar­ nir spakuliga treingja seg ígjøgnum allar tær borg­ ar­ligur fasadurnar og tanka­mynstrini, sum tey hava brúkt eitt heilt lív at byggja upp. Víst byrja tey at kvaklast við, tá Rottujomfrúin pikkar upp á dyrnar og spyr, um tað er nakað, sum gnagar her í húsinum, men tað skal ein vanlukka til, áðrenn tey bæði síggja, at alt ikki ruggar rætt. Ikki fyrr enn lítli Eyolf druknar, vakna tey sum við kaldan dreym, ikki bara av at hava mist sonin men eisini av at hava mist seinastu umberingina fyri ikki at hyggja at sær sjálvum ella at hvørjum øðr­um sum tað, tey í veru­ leikanum eru. Kynstrið at velja lívið Heldur óvanligt fyri Ibsen, snýr leikurin seg sostatt ikki bara um at missa og gera enda á onkrum, men líka nógv um at byrja umaftur, kynstrið at velja lívið, um tú vilt. Asta og unnustin velja at rýma úr bygdini og umboða harvið eina heilt ítøkiliga roynd at byrja av nýggjum. Hini bæði sita eftir, trilvandi eftir hvørjum øðrum og einum nýggjum møguleika. Hvussu heilt­ hjartað avgerðin móti end­ an­um er, um at víga sítt lív til at hjálpa heimleysum børnum, kunnu vit ivast í, men møguleikin liggur so opin um ikki annað. “Hvar skulu vit so fara?”, spyr Alfred móti end­an­um. “Uppeftir – ja, uppeftir”, svarar Rita og tekur samstundis samanum gjøgnumgangandi myndber­ ing­ina í leikinum, har all­ ar klárskygdu løturnar fara fram “har uppi”, með­ an alt “har niðri” er eitt dýki av lygn og skuld­ar­ kenslu. Ein heldur ovur­ týðiligur symbolikkur, kann ein siga, serliga við svimjihylstrappuni ímillum hæddirnar, men lat fara. Leik­urin var í mínum eyg­ um eitt dømi um sjón­leik, tá hann er allarbest og um, hvussu framúr góðir sjónleikarar megna at draga áskoðarnar inn í ein heilt annan heim, uttan onnur amboð enn sína rødd, síni andlitsbrá og sínar rørslur.