Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mai 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 103 - 31. mai 2006 Formaður Tjóð­veld­ isfloksins heldur ikki, at løgmaður hevur skilt hvat tað merkir at hava eina eftirlitsskyldu í landsins hægsta embæti. Harnæst ivast hann eisini í, hvussu Jóannes Eidesgaard kann endurvinna sítt trúvirði sum løg­ maður LØGFRØÐILIG KANNING Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, segði við Sosialin í gjár, at Jóannes Eidesgaard hevði avsagt alla rættartrygdina hjá borgarunum, við sínum útsagnum í sjónvarpinum mánakvøldið, har løgmaður segði, at hann vildi síggja ítøkiliga dokumentatión, áðrenn hann fór at gera nakað sum helst við málið. Hetta segði løgmaður klokkan átta mánakvøldið, men 16 tímar seinni kú­vendur hann, tá hann á miðdegi týsdagin sendir út tíðindaskriv, har hann boðar frá, at hann setir eina løgfrøðiliga kanning í verk. Spurdur um, hvat hann heldur um, at løgmaður nú setir eina kanning í verk, er Høgni Hoydal ikki lítið bersøgin. – Jóannes Eidesgaard er eftir mínum tykki vassaður so mikið langt út, at eg ikki dugi at síggja, hvussu hann kann endurvinna sítt trúvirði sum løgmaður, sigur formaður Tjóðveldisflokksins. Í viðmerking til Sosialin í gjár, segði løgmaður, Jóannes Eidesgaard, at hann ikki metti seg vera trýstan í nakran hátt, til at seta kanningina í verk. Hesar útsagnir heldur formaður Tjóðveldisfloksins lítið um, tí sambært Høgni Hoydal, so var løgmaður trýstur av anstøðuflokkunum og landsstýrismálanevndini at handla í málinum. Løgmaður hevur nú av­gjørt at seta eina kanning í verk. Men hetta er ein máti hjá løgmanni at vinna sær tíð í, soleiðis at málið kann leggja seg, vil Høgni Hoydal vera við. Dagmar uppiborið rós Tá Høgni Hoydal verður spurdur um, um hann hev­ ur nakað boð uppá, hvussu arbeiðssetningurin hjá løg­­frøðiliga bólkinum, ið skal gera kanningina, skal ljóða, sigur Høgni Hoydal, at hann ikki metir málið at vera løgfrøðiligt í so máta. – Spurningurin er ikki løgfrøðiligur, men held­ur er tað ein spurn­ingur um løgmaður hevur skilt hvat tað merkir at hava eina eftirlitsskyldu í landsins hægsta embæti, og tað haldi ikki at hann hevur, heldur formaður Tjóð­veldis­ floksins. – Hinvegin haldi eg, at tey fólkini, sum nú hava trakkað fram í málinum hava rós uppiborið. Klagan frá Dagmar til løgmann, er fyrsta dømi har ein borg­ ari setur orð á tær fólka­ floksmetodirnar, sum vit altíð hava kent, og sum vit brúktu ómetaliga nógva orku at forða fyri í farnu samgongu, staðfestir Høgni Hoydal, formaður Tjóð­ veldisfloksins. Løgmaður má svara fyri, um hann hevur fjalt sannleikan og valdsmisnýtsluna hjá Djurholm, sigur Høgni Hoydal í viðmerking, sum varð send føroysku miðlunum týskvøldið Dagmar-málið Jákup Mørk Tíðindaskrivið, sum Høgni Hoydal sendi, er soljóðandi: »Avdúkingarnar um valdsmisnýtsl­ una hjá landsstýrismanninum í vinnu­málum mótvegis Framtaks­ grunn­in­um eru so greið­ar, at løg­ maður sjálvsagt langt síð­ani átti at havt tikið avleiðingarnar mótvegis varaløgmanni sínum. Men løgmaður hevur lopið undan, og hevur ístaðin kravt prógv frá teimum, ið hava verið fyri órætti. Alment hevur hann sagt, at hann tók málið upp í 2004 og at rímiligur friður hevur valdað síðani tá kring Framtaksgrunnin. Eftir trýst frá andstøðuflokkunum roynir løgmaður í dag at bólta rút og tosar um at gera løgfrøðisligar kanningar. Men í Dimmalætting í kvøld vísir fyrrverandi formaðurin í Framtaks­ grunn­inum, Dagmar Joensen, á,  at løgmaður hevur verið persónliga kunnaður um fram­ferðarháttin hjá Bjarna Djurholm bæði í 2005 og í 2006. Eisini beint upp undir søluna av United Seafood, tá formaður og nevndarlimir aftur vórðu trýstir og skiftir út. Løgmaður gjørdi onki við málið og hevur sambært hesum ikki sagt sannleikan um sín leiklut í málinum. Løgmaður hevur sambært stýris­ skipanar­lógini evstu ábyrgd av fyrisiting landsins og hevur vegna borgaran eftirlit við, at lands­stýris­ menn umsita lógliga og fullgott. Hevur løgmaður vitað um valds­ misnýtslu og hevur hann enntá fingið áheitanir frá ábyrgdarpersónum um at taka neyðug stig, men hevur onki gjørt, so er tað løgmaður, ið hevur trupulleikan og ábyrgdina av viðurskiftunum. Valdsmisnýtslan grevur alla rættar­ trygd burtur og hon kann hava kostað Framtaks­grunn­inum og samfelagnum stórar upp­hæddir. Hetta er so mikið álvarsligt, at tað nú er løgmaður, ið má svara fyri sín leiklut og síni ábyrgd í hesum máli. Ella ætlar løgmaður at seta løg­ frøðingar at kanna seg sjálvan?« Høgni krevur svar Høgni Hoydal: Ivist um løgmaðu endurvinna trúv Fyrrverandi nevnd­ arformaðurin í Faroe Seafood vil ikki hava sitandi á sær, at Dagmar S. Joensen í sínum skrivi sigur, at teirra boð upp á Fiskasøluna ikki hevði hald í veruleikanum Dagmar-málið Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo – Tað er tann svartasta lygn, tá Dagmar Joensen staðfestir, at fíggingin til ætlaða keypið av Fiska­ søluni ikki var í lagi. Soleiðis sigur Hákun Steingrímsson, táverandi nevndarformaður, sum sam­an við øðrum á Fiska­ søluni gjørdi eina roynd at keypa virkið á heysti 2004. Í brævinum, sum Dag­ mar S. Joensen tann 10. apríl sendi løgmanni, verð­ur millum annað ført fram, at talan ikki var um verulig boð, sum komu upp á Fiskasøluna og Fiska­­virking. Eitt brot í drúgvu frá­ greið­ingini ljóðar soleið­ is: »Hvussu nógvur egin­ peningur er aftanfyri ella um fígging, spyr eing­in. Men síðani tá hava Bjarni Djorholm, Jørg­en Niclasen, Heðin Zachariassen, fjølmiðlar og onnur endurtikið hesi sokallaðu “boð”, lagt afturat og drigið frá eini herferð móti nevndini í Framtaksgrunninum, og tí sølutilgongd nevndin setti í verk samsvarandi leiðreglunum hjá Føroya Landsstýri«‹ Dagmar átti sjálv orðingina Men hetta vil fyrrverandi nevndarformaðurin ikki hava sitandi á sær. – Vit fingu brádliga at vita, at ætlanin var at leggja Fiskasøluna og Fiskavirking saman. Sjálvir hildu vit tað vera skilabetri, um Fiskasølan varð rikin fyri seg, og tí løgdu vit eitt boð inn. – Fíggingin til hetta mátti fáast til vega yvir eitt vikuskifti, men vit megn­aðu so at skava nak­ að saman, og tí fóru vit á fund við grunnin. – Og tað einasta, sum vit her fingu at vita, var, at okkara boð var ov lágt. – Vit spurdu enntá eisini Dagmar, um hon var nøgd við dokumenteraðu fíggingina. Tað var hon part­víst, men hon vildi ynskt, at okkurt varð øðrvísi formulerað. Tí ringdu vit í bankan, soleiðis at Dagmar Joen­ sen sjálv slapp at diktera, hvat skuldi standa í bræv­ inum, og fáar minuttir seinni hevði hon brævið. So tað er als ikki í tráð við veruleikan, tá hon fleiri ferðir í sínum skrivi endurtekur, at fíggingin hjá okkum ikki var í lagi. Hon var í lagi, og tað páhaldið kann dokumenterast, slær Hákun Steingrímsson fast. Skuldi forða samanlegging Í skrivi sínum til løgmann sigur Dagmar S. Joensen, at hetta »boðið« saman við »boðnum« upp á Fiskavirking høvdu eitt greitt sikti – at forða fyri eini samanlegging. Boðið hjá leiðsluni á Fiskasøluni fyri virkið var um 45 mió kr. Boðið, sum ein bólkur av reiðarum gav upp á Fiskavirking, var tá um 115 mió kr. Boðini vórðu tó vrakað, og samanleggingin gjøg­ numførd. Í vár seldi Fram­taks­grunnurin 68% av samanlagda Faroe Sea­ food. Keypspeningurin fyri hesi 68% var um 75 mío kr. Dagmar fekk váttan fyri fíggingini Fyrrverandi nevndarformaðurin sigur, at Dagmar S. Joensen ikki sigur sannleikan, tá hon førir fram, at teirra boð upp á Fiskasøluna ikki var eitt veruligt boð Høgni Hoydal heldur, at løgmaður fær ilt við at endurvinna sítt trúvirði, nú hann er vassaður so mikið langt út í málinum