Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-31, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mai 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 103 - 31. mai 2006 7 Jenis av Rana er burtur­ staddur og fær tí ikki gjørt viðmerkingar til málið. Tað fær næstformaður floksins, Bill Justinusen, hinvegin gjørt, og hann heldur tað vera gott, at løgmaður nú hevur broytt meining, og setur eina kanning í verk. Næstformaður Miðflok­ sins sigur, at tað eru skuld­ set­ingarnar móti lands­­stýr­ ismanninum, sum fyrst og fremst skulu kann­ast, tí tað er kjarnin í málin­um. – Eg haldi, at málið er so mikið einkult, at tað ikki eigur at taka meiri enn tríggjar vikur at kanna, og at uttan­veltaðir løgfrøðingar eisini skulu vera partur av kanningini, sigur Bill Justinussen. Men aftrat tí haldi eg, sigur Bill Justinussen, at Bjarni Djurholm eigur at setast úr spælinum, með­an kanningin fer fram. – Bjarni Djurholm er jú vara­løg­maður, og ímynda tær, hvat hendir um løgmaður fer í feriu. So verður tað Bjarni Djur­ holm, sum tekur yvir, og kemur hann at hava ábyrgd at kanningini av sær sjálvum, og tað kunnu vit als ikki góðtaka. Eisini bara í leiklutinum sum vara­løgmaður hevur hann ávirkan á kanningina, og tað er heldur ikki rætt, stað­ festir Bill Justinussen. RWD Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, held­ur, at tað var so smátt við at verða pínligt hjá løgmanni, og at hann átti at tikið ein avgerð í málinum beinanvegin. – Løgmaður átti langtsíðani at havt handla, heldur hann. – Sjálvandi er tað rætt at seta eina kanning í verk, men eg eri við teimum sum siga, at tað skal vera ein skjóttvirkandi nevnd, tí kanningararbeiðið má ikki draga út, sigur Kári P. Højgaard Annars heldur Kári P. Højgaard, at málið fekk eina margháttliga vending upp sera stutta tíð, og at trúvirðið og virðingin fyri løgmanni hevur verið størri, enn hon hevur verið í løtuni. – Tað, sum eg meti, at løg­frøðiligi kanningar bólk­­urin nú skal gera, er mill­um annað at fara út og tosa við nevdina í Fram­ taksgrunninum, lands­stýris­ mannin sjálvan og fólkið hann hevur kring seg, sigur Kári P. Høj­gaard, for­maður í Sjálv­stýris­flokkinum. RWD Málið koyrdi allatíðina og við so nógvum ymsum vinklum, at eg haldi tað vera rætt av løgmanni at seta eina kanning í verk. Tað sigur Kristian Magnussen, formaður í tingbólki Javnaðarfloksins, um avgerina hjá løgmanni at seta eina løgfrøðiliga kanning í gongd nú. – Við kanningini fáa vit stað­fest, um lands­ stýris­maðurin hevur gjørt ímóti teimum reglum grunn­urin virkar undir, og tað meti eg vera týdn­ ingarmikið, staðfestir Krist­ian Magnussen, for­ mað­ur í tingbólki Javn­ aðar­floksins í stuttari við­ merking til Sosialin. RWD Kaj Leo Johannesen, for­ maður í Sambands­flokk­ inum, heldur, at tað er í lagi at ein kanning verður sett í verk. – Tað slepst heldur ikki undan við eini kanning av hesum slagnum, tá ivi verður sáddur um landsstýrismannin, tá hann sigst at hava blandað seg upp í avgerðir hjá Framtaksgrunninum. Eg meti, at hetta er neyðugt, soleiðis at vit øll kunnu fáa at vita, hvat hetta er fyri nakað, staðfestir Kaj Leo Johannesen. Nei ikki nakran arbeiðs­ setning at geva kann­ingar­ bólkinum, hevur Kaj Leo ikki, men hann heldur at kanningin avgjørt er upp á sítt pláss, og at tað kanska hevði verið rætt at hugt eftir, hvussu kanningarnar vóru gjørdar, tá ið Anfinn Kallsberg gjørdi kanningar av sínum landsstýrismonnum. RWD Fyrrverandi løgmaður og núverandi formaðurin í fólkaflokkinum, Anfinn Kallsberg, svarar, at tað er skyldan hjá løgmanni at halda eftirlit við sínum landsstýrismonnum, og at tað tí er í lagi, at ein kanning verður gjørd, tá hann beinleiðis verður spurdur um, hvørja við­ merking hann hevur til, at Jóannes Eidesgaard nú setur eina kanning í gongd. – Tað er ikki serliga heppið, at slíkar ákærur sleppa at vera hangandi, so tí er tað gott við eini kanning, soleiðis at vit kunnu koma víðari, heldur formaður Fólkafloksins. Spurdur um hann hev­ur nakað boð uppá, hvussu ein møguligur ar­beiðs­setningur skal ljóða, sigur Anfinn, at tað hevur hann ikki, og tað er bara er løg­maður suverent sum hevur tað. RWD Bjarni setast úr spælinum Kári P. Højgaard: Trúvirðið hjá løgmanni hevur verið størri Øll mugu vita hvat hetta er fyri nakað Mugu koma víðari Løgmaður orðar kanningarsetning Hóast avgerð nú er tikin um at kanna skuldsetingarnar móti Bjarna Djurholm, er enn ikki greitt, hvør arbeiðssetningurin hjá kanningarnevndini verður Dagmar-málið Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Talan verður um eina kanning av embætisførsluni hjá Bjarna Djurholm, landsstýrismanni í Vinnumálum. Somikið stóð greitt, tá Løgmansskrivstovan í gjár sendi út tíðindabræv. Við Sosialin í gjár segði løgmaður, at hann ikki kendi seg kroystan at seta nakra kanning i verk, men at tað var hansara meting, at neyðugt var við eini løgfrøðisligari kanning. Enn er tó ikki greitt, hvat kanningin skal fevna um, ella hvørjir persónar koma at gera hesa. – Nú er avgerðin um kanningina tikin, og ikki fyrr enn nú verður farið í holt við at orða arbeiðssetningin fyri hesa, sigur løgmaður. Hann sigur víðari, at tað enn ikki er gjørt av, hvør skal vera kanningarstjóri, men at hetta sjálvandi eisini skal greiðast, nú arbeiðssetningurin verður orðaður. Rætt við eini kanning ur kann virði sítt