Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-31, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mai 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 103 - 31. mai 2006 – Nú fer IRF at nokta at taka rusk frá teimum, sum ikki vilja skilja ruski og hetta fer at raka bæði handlar, fyritøkur og húsarhald Ruskinnsavning Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo IRF fer nú at herða kósina ímóti teimum, sum ikki skilja ruskið nóg væl. Poul Andrias Joensen, sigur, at tað er ein heilt stórur trupulleiki hjá IRF, at pappír, sum skal endur­ nýtast, verður ikki skilt frá restini av ruskinum. – Tað gongur syndarliga illa við tí, sigur hann. Hann sigur, hetta er bæði galdandi fyri húski, handlar og fyritøkur. – Tað eru stórir handlar, sum koyra pappír og papp í tonsatali í ruskið, sum skal brennast, sigur stjórin í IRF. Hann sigur, at hetta ger, at tað er nógv meiri rusk at brenna, at tað eigur at vera. Nokta at taka ímóti Hann sigur, at nú fer IRF at taka stig til at steðga hesum, rætt og slætt. Í hesum sambandi fer IRF eftir summarfrítíðina at nokta at taka ímóti ruski, har ov nógv pappír og papp er í. Hann heldur, at hetta mugu fólk skilja, tí tað er so stórur trupulleiki. Poul Andrias Joensen sig­ur, at skipanin við at taka endurnýtslupappír frá, hevur verið síðani 2000. Tað er rættiliga stórur munur á, hvussu fólk hava tikið ímóti tí. – Summi leggja sær rætti­ liga nær at skilja pappírið frá, men nógv leggja ikki petti í tað og koyra alt í sama posa. Men tað er hendan líka­ sælan, sum ger, at brenni­ støðin klárar ikki at brenna undan. – Vit rokna við, at vit hava eini 6000 tons av end­ ur­nýtslu pappírið um ári, sum átti at verið sent av landinum. – Men vit flyta bara 1.800 tons av pappírið út um árið og tað er alt ov lítið. Sostatt eru yvir 4.200 tons, sum verða brend óneyð­ugt. Fyri at finna brenni­virðið av tí, skal tað faldast við 1,4. Sostatt eru tað yvir 5.800 tons um árið, sum verða løgd í ovnin óneyð­ugt. Kortini vísir stjórin Í IRF á, at í Havnini eru tey nógv raskari at skilja ruskið. Men hann ásannar, at tað kann vera, at skipanin í Havn, har fólk hava spann­ ir til pappír, er betri enn skipanin hjá IRF, har fólk hava hvítar posar til endamálið. Higartil hevur IRF klára støðuna við at lata brenni­ støðina í Havn brenna rusk frá IRF limunum um summarið. Men í ár er støðan heilt serlig, tí brennistøðin í havn fær eisini eina rættiliga yvir­ háling, so eisini har liggja eini 2000 tons á goymslu, so har er ongin hjálp at heinta í ár. – Stóri trupulleikin er, at brenniorkan hjá IRF er ov lítil. Tann trupulleikan loysa vit við at skilja ruskið, men tá ið tað ikki riggar, kemur sperðil í, serliga tá ið Havnin heldur ikki fær tikið ímóti. Hann metir, at tað er semja um, at táið hesar báðar brennistøðirnar, sum eru, eru slitnar upp, verða ikki tvær støðir bygd­­ar aftur, men ein stór, felags brennistøð, har allur avlopshitin kann brúkast til elframleiðslu og til fjar­ hita. – Næsta stóra kjakið verð­­ur so, hvar í landinum, hon skal vera, sigur Poul Andrias Joensen. Fara nú í hernað ímóti teimum líkasælu – Tað gongur syndarliga illa at fáa fólk, fyritøkur og handlar at skilja ruskið, men tann líkasælan skal steðgast nú, sigur stjórin í IRF Marknaðarrák Seinastu tvær vikurnar hava vit skrivað um lækkandi partabrævamarknaðir. Nú eru marknaðirnir aftur farnir at hækka. Sostatt sær út til, at lækkingin seinastu vikurnar var ein sonevnd rætting í marknaðinum. Hetta er ein minni lækking, sum varir stutta tíð. Langtíðar rákið er sostatt enn uppeftir, eins og tað hevur verið síð­ an 2003. Síðan tað lægsta í mai er evropiski parta­ brævamarknaðurin hækkaður 3%, meðan tann amerikanski og í Fjareystri eru hækkaðir um 2%. Harvið er umleið triðingurin av lækkingini í mai nú vunnin innaftur. Lánsbrøv støðug Lánsbrævarenturnar eru á sama støði sum fyri viku síðan. Danska 10­ára rentan er í løtuni 3,94%. Sum sæst á myndini, hevur hon verið uppi yvir 4,10% hendan mánaðin, og Kaupthing metir, at hon skal eitt sindur longur niður. Sostatt eru enn útlit fyri nakað av kursvinningi á lánsbrøvum. Japan kann ávirka Mánadagin var partabræva­ marknaðurin í USA afturlatin. Tískil byrjaðu norðurlendsku partabrævamarknaðirnir vikuna lutfalsliga stillisliga. Týsmorgunin varð merktur av japanska marknaðinum, ið lækkaði orsakað av vánaligum uppgerðum um japonsku privatnýtsluna. Hetta kann føra við sær nakrar ringar partabrævadagar í Japan, og tað kann ávirka eitt nú norðurlendsku marknaðirnar, tí japanski marknaðurin er tann seinasti at læta aftur áðrenn marknaðirnir um okkara leiðir lata upp. Hóast sveiggj kunnu vera teir næstu dagarnar er líkt til, at marknaðirnir aftur gera klárt til at fylgja rákinum, ið hevur valdað síðani 2003. Hesa vikuna Týdningarmesta hending­ in komandi vikuna verð­ ur amerikanska arbeiðs­ marknaðarfrágreiðingin fyri mai, sum kemur fríggja­ dagin. Um tað koma fleiri enn tey væntaðu 175.000 nýggju størvini, fer hetta at stuðla partabrøvum. Sjón­ eykan verður tó eisini sett á lønarvøksturin, sum eitt tekin um prísvøkstur. Partabrøv hækka aftur                             !. $ Þ  ).¥. Ù 2$ !- ! (!)$ Ù¥.[  !. (Ù.   !. !. $ ~ 2Ú.¥!.[                Vika 22 2006