Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-31, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mai 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 103 - 31. mai 2006 9 Stjórjn í IRF er fullgreiður yvir trupulleikan, men har gerst onki annað, sigur hann Ruskinnsavning Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Hjá øllum teimum, sum hava føðingardag í summar, er tað kanska eitt gott hugskot at ynskja sær eina klemmu í føð­ingar­ dagsgávu. Eina klemmu at seta á nøsina, tí tað er ongin ivi um, at tað fer at lukta illa í Føroyum í summar. Orsøkin er, at IRF er komið í so stórar trupul­ leikar, at tað verður neyð­ ugt at leggja brennistøðina á Haga­leiti í Leirvík stilla í eitt tíðarskeið í summar. Væntandi fer brenni­ støðin at liggja still í einar 14 dagar. Samstundis verður held­­ur onki rusk savnað inn kring landið, hvørki frá húsar­haldum ella av bingju­plásssum. Orsøkin til, at brenni­ støð­in liggur still, er, at stórar umvælingar skulu gerast á brennistøðina og í hesum sambandi verður ongin ruskinnsavning í tvær vikur í summar frá 12-25 juni. Eitt nú skal eitt nýtt royk­filtur setast upp, so at brennistøðin kann fáa um­hvørvisgóðkenning. Filtr­­ið, sum nú er, tekur bara partiklar, men tað nýggja tekur eisini gass, tungmálm, dioxin o.s.fr. so tað er ein neyðug út­bygg­ing. Samstundis verður rusk, s­um skal brennast, heldur ikki heintað á bingju­pláss­ unum frá 8. til 25. juni. Men tá ið brenningin byrj­ar aftur, hevur nógv rusk hópað seg upp og tað fer at taka rúm tíð at koma uppundan aftur. – Vit skulu sostatt ikki vænta, at ruskinnsavningin verður reglulig aftur, fyrr­­enn í august, í fyrsta lagi, sigur Poul Andri­as Joensen, stjóri á brenni­ støðini. Hann sigur kortini, at húsarhaldsrusk fer at vera heintað, sum vanligt, men tað eru bingjuplássini og annað, sum ólag fer at vera á. Bíða við at rudda Nógvar kommunur hava ruddingardag um summar­ ið, men IRF hevur í hesum sambandi eisini heitt á kommunurnar um at bíða við at hava ruddingardag til seinni í ár, ella at avlýsa hann heilt í ár. Hann sigur, at tað, sum skal gerast við brenni­ støð­ina, er, at nýggj royk­ reinsi­skipan skal setast upp. Samstundis skal ein spreingiskaði gerast aftur, sum støðin fekk í vetur og rør í roykrørsketlinum skulu skiftast. Alt hetta fer at kosta einar 20 milliónir krónur. Men hví leggja innsavn­ ingini av ruski stilla á há­sumri, tá ið tað er heitt í veðrinum og ruskið fer at lukta nógv verri enn um veturin, tá ið kalt er. – Tað er sera einfalt tí, at tað ber ikki til at gera hesar umvælingarnar um veturin. Vit skulu upp í hæddina og tað er ongin møguleiki fyri tað um veturin, tá ið vindur er, sigur stjórin í IRF. Hann sigur, at hann er fullgreiðir um trupulleikan og tann ampa, sum hetta er hjá fólki, men tað er ongin onnur loysn. – Hetta er ein stórur trupul­leiki, men tað slepst ikki undan, sigur hann. Føroyar fara at lukta illa í summar IRF heitir nú á kommunur um ikki at hava ruddingardag enn og kanska ikki at rudda aftur fyrrenn næsta ár – Miðjað verður eftir at hava eitt so breitt úrval av handlum sum gjørligt, soleið­is at hesir kunnu ”supplera” hvønn annan og draga flest fólk til handilsmiðstøðina, sigur Poul Arne Jacob­ sen, sum er ein av fyrireikarunum til handilsmiðstøðina í Gøtudali Handil Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Týskvøldið varð av­tala undirskrivað á komm­unu­ skrivstovuni í Gøtu millum teir, sum standa aftanfyri ætlaðu handilsmiðstøðina í Gøtudali og Gøtu komm­ unu. Gøtu bygdaráð hevur frammanundan samtykt av­taluna, sum nú eisini er undirskrivað millum partar­ nar. Hetta er eitt avgerandi og stórt stig móti teirri ætlan, sum Gøtu kommuna og stigtakararnir til hand­ ilsmiðstøðina hava í Gøtu­ dali, eystan fyri landsvegin í Norðra­gøtu og norðanfyri tunnilsvegin oman úr Leir­ víkartunlinum. Tað vóru teir báðir, Hans Jørgen Djurhuus og Poul Arne Jacobsen, sum undirskrivaðu vegna stig­ takararnar og Páll Is­holm, borgarstjóri, vegna Gøtu kommunu. Gøtu kommuna selir stigtakarunum tilsamans 13.120 fermetrar av lendin­ um, sum kommunan fer at gera byggibúgvið sum skjótast. Ætlanin er, at økið verður klárt hjá stigtakarunum at fara inn á um einar 4-5 mánaðir. Økið norður gjøgnum Gøtudal, eystanfyri lands­ vegin, er fyri fleiri árum síðan lagt út til vinnuøkið, og Gøtu kommuna hevur leingi átt ein stóran part av hesum lendi. Páll Isholm segði í gjár­ kvøldið, at kommunan eigur einar 40.000 fermet­ rar av lendinum, og at møgu­leikar eru fyri at veksa vinnuøkið við um­leið 40.000 fermetrum aftrat, soleiðis at samlaða økið verður einar 80.000 fer­metrar stórt. Vakstrarmøguleikarnir eru serliga niðaneftir og suðureftir. 150 fólk Poul Arne Jacobsen segði, at teir, sum standa aftanfyri sjálva handilsmiðstøðina, fara at byggja ein bygning í tveimum hæddum, har hvør hæddin verður 2.900 fermetrar – ella 5.800 fer­ metrar tilsamans. Síðan fara P/F Leif Mohr og P/F Alu- Plast at byggja hvør sína høll upp á 1.240 fermetrar. Handilsmiðstøðin, sum fer at rúma umleið 10-12 handlum umframt skriv­ stovum og matstovu undir sama taki, verður bygd syðri á grundøkinum, og síðan verða hallirnar hjá LM og Alu-Plast bygdar norður úr handilsmiðstøðini. Mett verður, at eini 150 fólk fara at arbeiða í handlum, skrivstovum inn­ an tænastuvinnuna. Góð P-viðurskifti Stórur dentur verður lagdur á parkeringsviðurskiftini, og tilsamans verða 267 parkeringspláss til hand­ ilsmiðstøðina og hallirnar hjá LM og Alu-Plast. – Rættiliga stórur áhugi er fyri at sleppa inn í hand­ ilsmiðstøðina, men enn er eingin avgerð tikin um, hvussu samansetingin av handlum og øðrum verður. Poul Arne segði, at miðjað verður eftir at hava eitt so breitt úrval av handlum sum gjørligt, soleiðis at hesir kunnu ”supplera” hvønn annan og draga flest fólk til handilsmiðstøðina. Stóran týdning Páll Isholm, borgarstjóri, segði seg vænta, at hand­ ilsmiðstøðin í Gøtudali fer at fáa stóran týdning fyri Gøtu kommunu og økini rundan um kommununa. – Framtíðin krevur, at handilslívið verður savnað um viðskiftafólkini. Hann vísti á, at slíkt virksemi eisini setir krøv til kommununa, eitt nú við góðum umstøðum til fólk, ið ynskja at seta búgv, ansingarpláss og frítíðar­ aktivi­tetir. – Undir slíkum umstøðum hevur tað stóran týdning við góðari tilrættalegging, segði Páll Isholm, borgarstjóri. Tað er Teknistovan í Gøtu, sum hevur teknað hand­ ilsmiðstøðina í Gøtudali. Ætlandi stendur miðstøð­ in liðug um hálvt annað ár ella so. Gøtudalur karmur um handilslív og tænastu Her verður avtalan um økið til handilsmiðstøðina í Gøtudali undirskrivað, fv.: Hans Jørgen Djurhuus, Poul Arne Jacobsen og Páll Isholm, borgarstjóri Mynd: Vilmund Jacobsen Tað er á hesum øki norðan fyri tunnilsvegin úr Leirvík, at handilsmiðstøðin skal byggjast Mynd: Jens K. Vang