mikudagur 31. mai 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 103 - 31. mai 2006
Hóast hann sigur seg ikki kenna til nakað
trýst í málinum, so hevur løgmaður nú gjørt
av, at ein løgfrøðislig kanning skal gerast
av embætisførsluni hjá Bjarna Djurholm í
sambandi við sonevnda Dagmar-málið.
Enn hevur løgmaður ikki boðað frá, hvør
kanningarsetningurin verður. Men tað
stendur púrasta greitt, at skuldsetingarnar í
málinum eru av slíkum slag, at hesar mugu
kannast til botns.
Tá forkvinnan í einum av týdningarmestu
grunnunum í landinum setir fram somikið
grovar ákærur móti fleiri persónum í týðandi
almennum størvum og álitissessum, kann
Føroya Fólk ikki liva við, at bara partar av
málinum verða kannaðir.
Nú er kanningin ov drúgv at endurgeva
á hesum reglum, men millum tað, sum
Dagmar S. Joensen førir fram er: At lógin
um alment innlit er brotin. At hetta er
gjørt við sikti í sølutilgongdini av Faroe
Seafood. At trúnaðarupplýsingar við vilja
eru liknar til miðlarnar fyri skaða umdømi
hjá Dagmar S. Joensen. At navngivnir
limir í Framtaksgrunninum eru óálítandi
og arbeiða beinleiðis destruktivt. Og so
ikki minst, at landsstýrismaðurin skal hava
misnýtt embæti sítt, eins og hann hevur
trýst almennan leiðara úr starvi sínum.
Somikið grovar eru hesar ákærur, at einki
annað enn ein verulig greiða á øllum spurn
ingum kann metast sum nøktandi svar. Og
so er bara at vóna, at kanningin verður
framd skjótt og væl í verki, soleiðis at
ivamálini, sum helst skaða allar partar,
kunnu beinast av vegnum sum skjótast.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Varpið fult ljós á
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Vit eru ikki í aftara enda,
tí vit hava bygt vegir
ella tunlar. Sjálvandi
skal tunnilin til Sand
oyar setast í verk! Skála
fjarðartunnilin verður
sjálvberandi og ikki
landskassafíggjaður
Orsøkin til at eg havi valt
hesa yvirskriftina er, at tá
fólk siga, ”alt gott um tað”,
er vanliga eitt og annað hesi
hava verið ímóti, men sum
tó gjørdist til succes ella
fólkaogn og soleiðis vilja
tey kortini eiga nakað í tí.
Seinastu tíðina er staðfest,
at fólkaskúlafrálæran hevur
ligið í vanlagnu, eldrapoli
tikkurin á skeivum spori,
hægru skúlarnir, gransk
ingarførleikin og fróðskapar
setrið hava í áravís mett seg
at hava ov lítlan pening og
ikki minst at sosialu- og
heilsuviðurskiftini annars
rukku ikki mát.
Útbyggingar úti um
landið onga skuld
At vit eru í aftara enda
í so týðandi viðurskiftum,
sum verða hámett í londum
uttan um okkum, og sum
eisini eru tað hjá okkum,
fáa útbyggingar av landsins
undirstøðukervi, eitt nú
Norðoya- og Vágatunnilin
og at skjøtil verður settur á
Sandoyartunnilin, skuldina
fyri frá politikarum og
greinskrivarum úr høvuðs
staðnum.
Ein og hvør, ið fylgir við,
veit, at hetta fyri tað mesta
eru veik, einki-sigandi og
naiv uppáhald sum verða
sett fram, bara fyri at sleppa
sær undan ábyrgd fyri at
rakstrarøkini eru vorðin
ov dýr á omanfyrinevndu
tænastum eftir áralongum
eftirgevingum, sum fyri stór
an part eru komnar av mið
savningum og at raksturin
soleiðis gjørdist dýrari enn
væntað.
Tosaðu tey intelektuellu
alt til deyðis
Umráðandi er nú, at arbeiðið
við Sandoyartunlinum held
ur fram, og at politiski
myndugleikin,
Havnar
fjølmiðlarnir ella grein
skrivarar nú ikki aftur
sleppa at stinga forðingar
inn. Skálafjarðartunnilin
koyrir uttanfyri landskassa
íløgurnar, tað kunnu vit
eisini fegnast um.
Eru vit aftarlaga í fyrr
nevndu málum, so kunnu vit
tó takka hugsjónar-politik
arum og sterkum kreftum
í kommunupolitiska kervin
um fyri, at vit í dag standa
hampuliga sterkir í vega-
og
tunnilsútbyggingum
fyri at savna allar Føroyar.
Áhugaverdi spurningurin er
nú, vóru tað tey intelektu
ellu, ið tosaðu allan kvalitet
til deyðis uttan at handla?
Alt gott um tað
løgtingsmaður
Jógvan
við Keldu
Det glæder mig meget
at erfare, at det færøske
Lagting har givet grønt
lys for, at Færøerne søger
om medlemskab i Den
Europæiske
Frihandels
sammenslutning,
EFTA.
Der kan være delte meninger
om EFTA eller EU er det
rette sted for Færøerne
at søge om optagelse,
men det afgørende er, at
der er blevet truffet en
beslutning i Lagtinget. Og
da Folketinget for snart
et år siden vedtog loven
om Færøernes landsstyres
indgåelse af folkeretlige
aftaler, var det netop et
klart udtryk for et ønske
om få rigsfællesskabet
moderniseret. Muligheder
ne for at få det færøske
landsstyre og Lagtinget
inddraget endnu mere i de
politiske beslutninger, der
vedrører Færøerne, skulle
forbedres.
Med
vedtagelsen
af
loven fik Færøerne beslut
ningskompetence i inter
nationale
forhandlinger
indenfor områder såsom
fiskeri, handelsforhold, kul
tur, undervisning, sociale
forhold og andre lignende
områder, der har en særlig
interesse for Færøerne, og
det var en klar udvidelse
af landsstyrets kompetence.
Så at Lagtinget nu er
blevet enig om at søge
medlemskab i EFTA er et
udtryk for, at den ønskede
moderniseringen af rigs
fællesskabet begynder at
vise sig.
I denne forbindelse vil
jeg gerne slå fast, at den
danske regering på ingen
måde modarbejder færøske
bestræbelser
for
mere
selvstændighed – selvom
nogen måtte have den opfat
telse.
Udgangspunktet
for den danske regerings
politik skal derimod findes
i princippet om folkenes
selvbestemmelsesret.
Så
kommer der en dag et
folkeligt baseret ønske
fra Færøerne om fuld
selvstændighed, så er jeg
fuldstændigt
overbevist
om, at der vil blive støttet
op omkring et sådant ønske
fra hele Folketinget.
Et godt initiativ fra Færøerne
formand for Folke
tingets Færøudvalg
Pia Larsen,
MF,(V)
Eg kom úr kirkju Kristi
himmalferðardag. Áðrenn
eg sessaðist koyrdi eg radio
frá, tí at sunnudagar er
ofta góður lesnaður áðrenn
sendingina
hjá
Janusi
Mohr. Ja, nú er hann givin,
so hann eigur í minsta
lagi eina stóra tøkk frá
okkum føroyingum fyri tað
vælaverk, hann hevur ríkað
okkum við.
Men aftur til útvarpið
og lesnaðin. Tað, sum eg
hoyrdi, var ein lesnaður
við illbønum, við ljótum
orðum og við fúlum orðum.
Í kirkjuni hevði eg sjálvur
staðið og lisin ein av teimum
lestrunum hjá J. Dahl, sum
ríka okkum føroyingar, og
sum blíva við at passa til
hvørja tíð.
Eg trúði ikki mínum
egnu oyrum. Er hatta Kristi
himmalferðar
lesnaður,
sum
okkara
dýrabæri
mentanarmiðil hevur at bera
fram. Hvat sigur stjórin,
eigur hatta at vera soleiðis.
Tá ið eg var ungur, plagdi
eg at spæla sjónleik. Tað,
sum sagt varð við okkum,
var at vit skuldu ikki brúka
illbønir, ístaðin skuldu
vit bert seta onkur meira
kraftig orð inn ímillum, og
tað bar væl til. Og hetta
vóru eldri fólk higani av
Sandi, sum løgdu okkum
lag á. Eg meini at útvarpið
eigur at ganga undan við
at vanda sær um orðini,
tí ungdómar og óvitar eru
ofta skjótir at taka eftir.
Nú eru bert tveir mánaðir
eftir til ólavsøku, har tann
ríkasta mentanarløtan, vit
eiga, er tá ið skrúðgongan
við løgtingsmonnum og
øðrum fer í kirkju. Nú er
spennandi at vita, hvussu
væl teir lurta eftir í kirkjuni
um sátt og semju, ella teir
leypa aftur upp á borðið
eftir einum, sum ikki hevur
somu meining.
Sólvit
Simonsen
Til Útvarp Føroya