Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-31, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mai 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 103 - 31. mai 2006 11 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Jacobina Olsen, Skála, vanliga nevnd Bina, andaðist í heiminum 29. mai, 88 ára gomul. Kistan fer úr heiminum mikukvøldið kl. 19. Jarðarferðin verður úr Skála kirkju hósdagin kl. 14. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Binu, kunnu lata Pensionistafelagnum Kumlá eina gávu. Konto í Føroya Banka. Katrina Larsen, fødd Meitilberg, andaðist 27. mai í Holstebro, 82 ára gomul. Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá elskaða kona mín, mamma, vermamma, omma og langomma okkara Alice Hansen Rituvík andaðist og varð jarðað. Tøkk til Svenning á Lofti fyri góð orð í kapellinum. Tøkk til prestin, Meinhard Bjartalíð, fyri troystarík orð í kirkjuni. Tøkk fyri blómur, kransar og telefonsamrøður. Ein stór tøkk til Lauru og øllum tykkum, sum bakaðu, og tøkk fyri gott smyrjibreyð. Tøkk til tykkum øll, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Gimmi, Finnbjørn, Kristianna, Jan, Hjartvard, Hervør og Agnar Tøkk Hjartans tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt gleddu okkum á silvurbrúðleypsdegnum 23. des. 2005. Tøkk fyri heilsanir, gávur og eitt ógloymandi gott kvøld í HB-húsinum 28. jan. 2006. Ein serlig tøkk til tykkum í Mækjugøtu, Ide Møblar, Fimmboga, Ludvíg, Dreingjakórið, Britu og Eli. Heilsan Marianna og Ingmar Í morgin, hósdagin 1. juni, hevur Malvinus Hansen í Klaksvík arbeitt í 40 ár hjá Shell. Tey fyrstu árini, Malvinus koyrdi tangabil, var tað J. F. Kjølbro, sum umboðaði Shell í Klaksvík. Tá ið felagið sjálvt yvirtók virksemið, og oljutangarnir vórðu fluttir av Kósini og norður á Grønaból, har góðs­havnin nú er, fylgdi Malvinus við. Nógvu tey fyrstu árini kundu tað vera boð eftir Malv­inusi og oljubilinum allan sólarkringin og bæði gerandis og heilagt. Malv­inus hevur verið sera trúgvur á arbeiðsplássinum. Dagarnir, sum hann hevur verið burturi frá, eru ikki nógvir. Hann hevur altíð verið stundisligur, og tað hevur ikki verið klokkan men uppgávan, sum hevur gjørt av, nær arbeiðsdagurin var liðugur. Malvinus er røkin, still­ førur og fryntligur. Hetta eru eginleikar, sum koma væl við, tá ið tú í arbeiðnum hevur nógv við fólk at gera. Nú eru tað longu nógv ár síðani, at Malvinus gavst at koyra oljubil. Hann var deildarleiðari fram til 2003, og nú fæst hann við aðrar uppgávur hjá Shell í Klaksvík. Malvinus er føddur 14. september í 1941 og verður sostatt 65 ár í heyst. Hann er giftur Petru fødd Jacobsen og ættað av Morskranesi. Hon búði eisini á Strondum, áðrenn hon flutti til Klaks­víkar. Í fleiri enn 40 ár hevur hon arbeitt á Sjó­mans­heiminum, og har er hon framvegis. So ikki kann sigast annað, enn at tey bæði hava verið trúgv móti sínum arbeiðsplássum. Petra og Malvinus búgva í Víkunum, og tey eiga fimm børn. Høgni, Atli, Eli, Sús­ anna og Marta. Høgni býr í Oyndarfirði, Alli, Eli og Marta búgva í Klaksvík, og Súsanna býr í Slagelse. Abbabørnini eru níggju í tali. Malvinus plagdi at dáma væl at vera á floti, eftir at hann var lagstur uppi og í eitt ár hevði koyrt kol, áðrenn hann fór í starv hjá Shell. Frammanundan hevði hann verið til skips við Skálabergi. Hann lærdi til skipara, og í eitt ár var Malvinus besti­ maður við línubátinum Nón­ hamri (nú Helena), sum Innistovumenninir áttu, og sum Jaspur Klakkstein førdi. Børnunum og barna­børn­ unum verður stórur ansur sýndur, og tey bæði Petra og Malvinus síggjast ofta at ganga túr við hundinum. Foreldrini hjá Malvinusi vóru Sanna og Heini Hansen. At arbeiða hjá Shell gongur aftur í familjuni. Heini koyrdi oljubil, nú hevur Malvinus arbeitt í 40 ár hjá Shell, og sonurin, Eli, koyrir oljubil hjá Shell í Klaksvík. 40 ára starvsdagin hjá Malvinusi verður móttøka í Klingruni millum klokkan 15 og 17. H Hósdagin 1. juni hevur Petur Gaardbo starvast í Havn­ar Timburhandli í 30 ár. Petur Gaardbo er toftamaður, og hann hevur alla sína tíð búð í Brekkum í heimbygdini burtursæð frá, tá ið hann hevur verið burturi í útbúgvingar- og arbeiðsørindum. Sum 13 ára gamal fór Petur til Havnar at ganga í preliminerskúla, og hann leyk prógv í 1944. Síðani fór hann inn aftur til Toftir, har hann í hálvt annað ár var í starvi hjá D. P. Højgaard, sum var størsta felagið í bygd­ini. D. P. Højgaard hevði eitt nú skip og fiska­virki, timburhandil og eisini krambúð. Í livandi og fjøl­broytta umhvørvinum fekk Petur gott innlit í føroyska vinnulívið. Dreymurin hjá Peturi var at fáa lærupláss. Tí fór hann til Danmarkar at læra til prentara. Lærutíðin var fimm ár, og tá ið Petur var komin aftur til Føroya, fór hann í prentarastarv hjá H. N. Jacobsens Bókhandli. Í hesum starvinum var hann inntil í 1953. Tá fór hann innaftur á Toftir til D. P. Højgaard at arbeiða. Petur var í hesum starvinum í 23 ár. Arbeiðið fevndi um skipaavgreiðslu, innkeyp til krambúðina og so mangt annað. 1. juni í 1976 fór Petur í starv í Havnar Timburhandli. Her hevur hann verið síðani, og hóast hann nú er 77 ára gamal, so er hann framvegis eins trúgvur og drúgvur. Tey fyrstu árini, Petur arbeiddi her, helt Timburhandilin til á Eystaru bryggju, og síðani 1978 hevur arbeiðsplássið verið á Hálsi. Petur hev­ ur øll 30 árini verið í bók­ haldinum. Petur er sera friðarligur, fryntligur, arbeiðssamur og røkin. Hann ger ikki nógvan háva burturúr sær sjálvum, og eingin nýtist at fara aft­ur­ um aftur í tí, sum Petur hevur avgreitt. Tað er tiltikið her á arbeiðsplássinum, hvussu væl Petur hevur møtt upp. Tey fyrru árini sigldi hann til og frá arbeiði hvønn dag við Trónda og síðani við Dúgvuni. Seinnu árini hevur hann ferðast ímillum við bussi. Hann er fyrsti maður til arbeiðis hvønn morgun, og dagarnir, sum hann hevur verið burturi frá hesi 30 árini, kunnu teljast á aðrari hondini. Petur er giftur Kirstin, sum er ættað at Selatrað. Tey eiga sonin Rúna, sum er lærari. Vit ynskja Peturi hjarta­ liga tillukku við 30 ára starvs­degnum, og vit vóna at eiga nógv góð ár á saman við honum í Timburhandlinum. Leiðsla og starvsfólk í Timburhandlinum Dagurin í morgin 1. juni. Nikomedes, deyður umleið ár 300. Rómverskur borgari ið gjørdist kristin og tí varð tikin av døgum. Malvinus Hansen 40 ár hjá Shell Petur Gaardbo 30 ár í Havnar Timburhandli Hennebeth Højgaard Runavík andaðist sunnudagin 28. mai á Suðuroyar Sjúkrahúsi 76 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Glyvra kirkju hósdagin kl. 14. Tey, ið ynskja at minnast Hennibeth, kunnu lata missións-og ung­ dómshúsinum á Glyvrum eina peningagávu á konto í peningastovnunum. Heini Sigfred Jacobsen, ættaður úr Klaksvík, búsitandi í Hirtshals andaðist leygardagin 27. mai, 55 ára gamal.