Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-31, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mai 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 [ Nr. 103 - 31. mai 2006 ] Bert eitt heiðursmerki Hóast ensku áskoðararnir vanliga hava hug at rópa lið sítt sum HM-favorittar, so er tað sjáldan, at tey hava havt nakað at halda seg til í hesum. Hagtølini staðfesta, at tað bert eina ferð hevur eydnast Onglandi at vinna heiðursmerki, og tað var, tá gullið kom til høldar á heimavølli í 1966. Bert eina aðru ferð – í 1990 – er Ongland komið millum tey seinastu fýra. -mørk Ættargransking sum sergrein Tað er væl lýddi Leo Beenhakker, sum er venjari hjá Trinidad & Tobago. Umframt evnini sum venjari, hevur hann higartil eisini sýnt góð evni innan ættargransking. Soleiðis hevur tað honum at styrkt um liðið við fleiri spælarum, sum í nógv ár hava gjørt um seg í lægru ensku røðunum. Eitt nú er Fulham-málverjin, Tony Warner partur av hópinum, hóast hann bert eina ferð hevur verið í landinum. Hetta var fyri 11 árum síðani. Passið hjá Warner er tó í lagi, tí pápi hansara flutti til Onglands fyri 44 árum síðani. -mørk Hóast Ongland og Svøríki mugu roknast sum favorittar at koma víðari, so skal Paraguay als ikki avskrivast í bólki B, sum í Trinidad & Tobago eisini telur tað á pappírinum veikasta liðið í HM- endaspælinum HM Bólkur B Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Roque Santa Cruz úr Baeryn München, Melson Valdez úr Werder Bremen og ruti­ neraða José Cardozo. Tað eru tey trý nøvnini, sum Paraguay mest sannlíkt hevur á toppinum, tá spælt verður í Týsklandi, og hetta eigur í sjálvum sær at vera nóg mikið til at halda bæði Ongland og Svøríki árvakin. Hóast fjallalandið í Suð­ ur­amerika ikki telist mill­ um HM-favorittarnar, so er eingin ivi um, at talan er um eitt lið, sum á sínum góðu døgum kann spæla upp ímóti teim­um allarbestu. Nærum av siðvenju spælir liðið við einum verjukendum út­gangs­støði, har ein væl skipað verja tekur broddin úr flestu álopum, og við skjóta umstillingsspælinum kann ganga heilt skjótt, til møguleikar verða skaptir til teir tríggjar á toppinum. At liðið hevur vunnið seg víðari úr bólkaspælinum tríggjar tær seinastu ferðirnar, sum teir hava tikið lut í HM, er enn eitt faktum, sum týði­ liga undirstrikar álvaran í hóttanini. Henke og Zlatan – vit og óskil Tað skal tó ikki valda ivi um, hvørjir favorittarnir í bólk­inum eru. Hóast Ong­land, sum nevnt aðra staðni á síðuni, hevur sínar trupulleikar at dragast við, so vil alt annað enn víðari luttøka í HM vera ta rokna sum ein veldug katastrofa fyri fótboltsins móðurland. Og frálíka rákið, sum Svøríki hevur upplivað í skjótt nógv ár, skal heldur ikki tileinkisgerast. Eins og Parahuay, so hevur granna­ tjóð okkara eitt frálíkt álop, har tað serstakliga eru skila­góði Henrik Larsson og – til tíðir – skilaleysi Zlat­an Ibrahimovic, ið gera um seg. Ikki minst er Zlatan lykil­ in, sum kann opna mót­støðu­ verjurnar. Freka persón­lig­ heitin og stóra ego’ið hjá svianum við bosniskum rót­ um, er eisini altíð eitt áhuga­ vert fyribrigdi hjá fjøl­miðl­ unum, men spurningurin er, hvørt hetta eisini kann skapa órógv í annars harmonisku svensku landsliðsleguni. Afturat teimum báðum kunnu leggjast krútsterkir spælarar sum Andreas Isak­son í málinum, Olof Mell­berg í verjuni og Fred­rik Ljungberg á mið­ vøllinum. Saman við sterka kollektivinum, sum altíð hevur eyðkent svenska lands­liðið, eru hetta spæl­ ar­ar, sum hava bæði viljan og evnini til at røkka langt. Men um tað verður somikið langt, sum liðið kom við bronsumerkjunum í USA fyri 12 árum síðani, er ein opin spurningurin. Prügelknabe Seinasta liðið í bólki B er Trinidad og Tobago, sum av nógvum verður mett sum veikasta liðið í HM yvir­ høvur. Tað skal tó havast í huga, at liðið hóast alt eisini telur nøkur nøvn, sum hava ein góðan klang í altjóða fót­ bóltshøpi. Shaka Hislop hevur eftir hondini nógv ár á baki sum málverji í fremsti ensku deildini. Stern John hevur til tíðir víst stórar møguleikar sum álopsspælari, og so er tað sjálvandi Dwight Yorke. Skjótt 35 ára gamli fram­herjin rakk absoluttu tindunum, tá hann í 1999 var við á søguliga treble- vinnandi liðnum hjá Man­ chester United, men síðani hevur tó gingið skjótt skeiva vegin. Sveimandi lívs­ førsla hansara hóvaði ikki stranga Sir Alex Ferguson í Manchester United, og umvegis eina minni væleydnaða millumstøð í Blackburn, er spælarin nú at finna í australska FC Sydney. Men hóast alt kann hann breggja sær av, at tað í ár eydnaðist teimum at vinna australska meistaraheitið. Zlatan Ibrahimovic er kanska mest gávaði spælarin, sum sviar eiga. Men vil illa til, er hann eisini maður fyri at skapa órógv í annars harmonisku leguni hjá Svøríki Mynd: Scanpix Paraguay er jokarin