Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-31, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. mai 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 [ Nr. 103 - 31. mai 2006 ] Ítróttar-Sosialurin mannar Formulaliðið við spælarum, sum stóðu seg væl í 10. umfari av Formuladeildini um vikuskiftið. Finaludagur verður leygardagin Leygardagin verða steypafinalurnar hjá dreingjum, smá­dreingjum, smágentum og gentum spældar í Havn. Fót­bólts­sambandið savnar allar finalurnar hjá teimum yngru liðunum á sama staði sama dag. Lagt verðu fyri kl. 9.30, tá ið AB og Skála spæla finaluna hjá gentum. Kl. 11.30 spæla VB/Sumba og HB finalu hjá smágentum, kl. 13.00 er finalan hjá smádreingjum millum TB og B36, og dagurin endar kl. 15.00 við finaluni hjá dreingjum, sum er millum NSÍ og KÍ. Dómararnir, sum skulu taka sær av finalunum, eru Ørvur á Lag, Thorvald Petersen, Jan á Líðarenda og Vinjard Dam. Skála leigar Johan Johan Troest Davidsen skal næstu tíðina spæla fótbólt við Skála, skrivar heimasíðan hjá NSÍ. Johan kom tíðliga í vár heimaftur til NSÍ, eftir at hann hevði roynt seg í Everton, men higartil hevur hann ikki fingið so nógva spælitíð, sum hann kundi ynskt sær. Skála hevur havt nógvar skaðar í ár, og har kemur tað væl við, at felagið nú kann leiga Johan Troest Davidsen frá NSÍ. – Longu tá Jóhan valdi at koma heimaftur til føroyskan fótbólt, vístu fleiri feløg honum áhuga, men hann valdi tó barndómsfelagið, sum hann hevur sáttmála við til og við 2007. Men hópurin hjá NSÍ er breiður, og tí verður mett, at Jóhan kann fáa fult so nógva spælitíð aðrastaðni, skrivar heimasíðan hjá NSÍ. B71 megnaði at koma afturíaftur, eftir at LÍF hevði verið á odda við tveimum málum 1. DEILD MENN Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Oddauppgerðin í Leirvík millum LÍF og B71 endaði 2-2. Talan var um dystin, sum orsaka av illveðri varð av­blástur fyri tveimum vik­ um síðani. Í kvøld varð hann spældur í fagrastu lík­ indum. Magnus Skoralíð legði LÍF framum miðskeiðis í 1. hálvleiki, tá ið hann við hand­ ara stólpan stútaði í málið eftir innlegg úr høgru. Stutt eftir steðgin økti Andreas Lava Olsen um leiðsluna, tá ið hann gjørdist leysur, eftir at Magnus Skoralíð hevði lagt bóltin framímillum. So svaraði B71 tvær ferðir aftur. Á dómaraseðlanum varð tað skrásett sum sjálv­ mál, tá ið innskifti Jón­svein Thomsen umvegis heima­ mann eftir horna mink­aði um munin í 64. min­utti. Sjey minuttir undan leikloki javnaði toppskjúttin í næst­ bestu deildini, Clayton Soar­ es, til 2-2, sum eisini gjørdist úrslitið. Í hesum førinum vildu leirvíkingar hava tað dømt fyri rangstøðu, men tí vóru dómarin og hjálp­ ar­dómarin ikki samdir við teimum í. Eftir 10 umfør er B71 odda­lið við 25 stigum, LÍF hevur 24 stig, og AB hevur 22 stig. LÍF-B71 2-2 (1-0) 1-0: Magnus Skoralíð 26. 2-0: Andrias Lava Olsen 51. 2-1: Sjálvmál 64. 2-2: Clayton Soares 83. Fyrsta Grand Prix rennikappingin í ár varð hildin á Norðoyastevnu. Sam Vang vann kappingina hjá monnum, og hjá kvinnum vann Fríðunn Steinberg Renning Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Leygardagin var Føroya Bjór renningin hildin á Norð­oyastevnu í Klaksvík. Hetta var samstundis fyrsta av fleiri Grand Prix-kapp­ ingum, sum verða hildnar á summarstevnunum kring landið. Stór undirtøka var fyri kapp­ingini, og kappast var í fleiri bólkum hjá bæði kvinnum og monnum. Kappingina hjá monnum vann Sam Vang úr Bragd­in­ um. Hann rann teir 5 kilo­ metrarnar í tíðini 17 minuttir og 24 sekund. Honum á baki komu Sigurð Justinussen og Trygvi Hansen, sum báðir renna fyri Bragdið. 30 rennarar vóru við í opnu kappingini hjá monnum. Hjá kvinnunum vann Fríð­unn Steinberg úr Treyst­inum. Hon rann teir 5 kilometrarnar í tíðini 23,41 minuttir. Nummar 2 var Jóngerð Høgnesen úr Bragdinum, og nummar 3 var Durita Djurholm úr Bragdinum. 10 kvinnur vóru við í opna bólkinum. Veteranbólkar vóru hjá bæði monnum og kvinnum. Hjá monnum var tað Jósvein Herup Olsen, sum vann, og hjá kvinnum var tað Hanna Maria Niclasen. Eitt stig í part í Leirvík Sam vann fyrstu kappingina Kappingina hjá monnum vann Sam Vang úr Bragdinum. Hann rann teir 5 kilometrarnar í tíðini 17 minuttir og 24 sekund. Honum á baki komu Sigurð Justinussen og Trygvi Hansen, sum báðir renna fyri Bragdið Kringvarp Føroya viðger í løtuna støðuna, sum er íkomin eftir, at eitt sjón­ varpslið varð noktað at gera upptøkur til dystin millum KÍ og B36 í Klaksvík leygardagin. Av­leiðingin av hesum var, at sjónvarpssendingin 3-2 fyribils gavst at vísa føroyskan fótbólt. Stríðið stendur um, hvørt samrøður við spælarar skulu gerast frammanfyri lýsingavegg hjá feløgunum. Hetta vil Kringvarpið ikki binda seg til, og hetta hevði við sær, at KÍ noktaði upptøkufólki hjá 3-2 atgongd til dystin leygardagin. – Støðan er álvarsom, og í løtuni viðgera vit hana í Kringvarpinum. Enn eru vit ikki komin til nakra niðurstøðu, men væntandi koma vit út við onkrum seinni í vikuni, sigur Jógv­an Jespersen, stjóri í Kringvarpi Føroya. Kringvarpið viðger støðuna