mikudagur 31. mai 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
23 ára gamla Rannvá
arbeiðir dagliga sum
strippari í Danmark
og strippar í miðal
tríggjar ferðir um
vikuna: - Eg veit væl,
tað ikki er loyvt av
tveita trussurnar í
Føroyum, og at strippa
kanska ikki samsvarar
væl við kristna
samfelagið, men eg
eri sannførd um, at
arbeiðið hjá mær ikki
er porno, men heldur
eitt listarligt »show«,
staðfestir Rannvá.
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Á pallinum ber Rannvá
heitið Miss Wild, og er
Miss Wild eitt kent navn í
stripparaumhvørvinum í
Danmark. Rannvá strippar
á diskotekum, í privatum
veitslum og letur seg
avmynda til plakátir. Í
Keypmannahavn hanga
í løtuni fleiri plakátir av
Rannvá uppi í samband
við eina stóra framførslu á
diskotekinum »The Rock«,
og á alnetinum eru alskyns
modellmyndir av føroysku
Rannvá:
– Eg leggi einki í, um eg
eri nakin framman fyri fólki.
Annaðhvørt menniskja sær
líka út sum eg, og tískil
havi eg einki at skammast.
Eg føli heldur ongantíð, at
eg vísi ov nógv av mær
sjálvari. Øll selja seg sjálvan
á ein ella annan hátt, bara
á ymiskar mátar. At vera
strippari tykist at vera
blást upp í Føroyum, men
í Danmark er tað bara eitt
vanligt arbeiði, staðfestir
Rannvá.
Planet.fo hitti Rannvá á
eini café mitt á »Strøgnum«
í Keypmannahavn ein
leygardag seinnapart.
Rannvá kemur gangandi
eftir gongugøtuni og sær
als ikki út til at vera ein
strippari, men heldur bert
ein púra vanlig genta. Hon
er í svartari rullukragablusu,
svørtum buksum, svørtum
hatti og einum gulum
leðurjakka. Hon smílist
fryntliga, setir seg við runda
café-borðið og bíleggur
eina kola.
Altíð verið ein dreymur
Rannvá dámar væl sítt
arbeiði og angrar onga løtu,
at hon hevur valt hetta yrki:
– Longu sum tíggju
ára gomul visti eg, at eg
vildi verða strippari. Og
tá eg var 18 ár, byrjaði eg
í smáum at gera ymiskt
arbeiði á palli. Eg var við í
fleiri sjónleikum, modell í
undirklæðum og dansaði
erotiskar dansir á nøkrum
dansistøðum. Somuleiðis
varð eg boðin at strippa
á nøkrum diskotekum í
Føroyum, men tað tímdi eg
ikki, tí tað varð tikið so illa
upp av nógvum.
Fyri tveimum árum síðani
flutti Rannvá til Danmarkar
at ganga á HF, men Rannvá
hevði ikki eittans í hyggju
at sita á skúlabeinki í
Danmark. Bert eina viku
eftir, hon var komin til
Danmarkar, ringdi hon til
eitt »stripparabureau« og
fekk arbeiði alt fyri eitt.
Rannvá varð upplærd
í tveir mánaðir, áðrenn
hon varð góðkend av
bureau’num sum strippari:
– Hesir báðir mánaðirnir
vóru rættiliga harðir. Eg
strippaði og strippaði
saman við einum lærara,
men tað gekk væl, og at
enda varð eg góðkend. Bert
fýra mánaðir eftir, eg var
byrjað, vann eg mær heitið
»Queen of strip«.
Loyniligt at byrja við
At byrja við vildi Rannvá
ikki fortelja familju og
vinum í Føroyum, at hon
strippaði, tí hon helt ikki,
tað toldi »dagsins ljós«.
Men skjótt hoyrdist tó
graml í Føroym um, hvat
Rannvá tókst við í Danmark:
– Eftir eitt hálvt ár
vistu at kalla øll um tað í
Føroym. Tey sóu myndir á
alnetinum, og somuleiðis
hitti eg nógvar føroyingar
í Danmark. Men eg segði
tó við øll, áðrenn eg fór
til Danmarkar, at eg fór at
ganga í skúla og strippa.
Flest øll tóku tað helst í
skemti, men eg helt mítt
orð, sigur Rannvá.
Rannvá hevur ikki verið
aftur í Føroyum, síðan
hon fór at strippa. Dagliga
fylgist hon tó við sínum
føroysku vinum, men sum
heild er hon ikki nógv
saman við føroyingum:
– Eg tími ikki at fylgjast
við trongskygdum
føroyingum, ið hyggja
niður á mítt arbeiði. Tey
eru óvitandi og konservativ.
Eg veit væl, at tað ikki er
loyvt av tveita trussurnar
í Føroyum og at strippa
kanska ikki samsvarar væl
við kristna samfelagið
í Føroyum, men eg eri
sannførd um, at arbeiðið
hjá mær ikki er porno, men
heldur eitt listarligt »show«,
staðfestir Rannvá.
Rannvá sigur somuleiðis,
at tey, ið halda, at stripp og
narko hanga saman, fara
avgjørt skeiv:
– Eg eri altíð edrú, tá eg
eri til arbeiðis. Mítt arbeiði
er eitt arbeiði sum øll
onnur. Og tað er jú ørskapur
at fara ávirkað til arbeiðis.
Eg fari út, geri mítt »show«
og síðan heim aftur.
Men hvat siga vinfólk og
familja um, at tú strippar?
– Foreldrini eru rættiliga
frísinnað og respektera
meg fyri tann, eg eri. Men
tey siga tó ofta við meg,
at eg átti at fingið mær
eitt sokallað »vanligt«
lív við manni, børnum
og »vanligum« arbeiði.
Hinvegin hava øll vinfólkini
virðing fyri tí, eg geri, og
stuðla mær 100%.
Eingin prinsur
Rannvá kundi ongantíð
droymt um at fingið sær eitt
»vanligt« lív í Føroyum við
manni og børnum:
– Eg eri ein genta, har
altíð ferð skal vera á. Sum
nú er, ætli eg mær ikki
at fáa mær børn og havi
ongan tørv á tí. Heldur fari
eg at njóta og liva lívið á
mín egna hátt: at ferðast,
uppliva verðina og hava tað
gott. Heldur ikki trúgvi eg á
prinsin á tí hvíta hestinum,
men heldur á nógvar hvítar
hestar við fleiri prinsum.
– Eg stóli ikki upp á
nakran uttan meg sjálva.
Í mínum arbeiði síggi eg,
hvussu illa nógv mannfólk
skikka sær. – Serliga teir við
gullringi á fingrinum. Um
eg skal hava eitt parlag, skal
tað vera eitt opið parlag,
har alt er loyvt og einki er
loyniligt, leggur Rannvá
dent á.
Hóast Rannvá fleiri
dagar um vikuna strippar
framman fyri eini rúgvu
av fólki, ávirkar hetta ikki
hennara sexlív:
– Eg havi ongantíð verið
saman við einum kunda,
hóast eg ofta eri boðin
heim við teimum eftir
»showið«. Fyri meg hevur
tað ótrúliga nógv at siga,
at eg kenni, dámi og eri
drigin at viðkomandi, eg fari
saman við.
Pengarnir einki at siga
Tað er eingin loyna, at tíma-
lønin hjá Rannvá er stór,
men enn hava pengarnir
ongantíð drivið verkið í
arbeiðinum:
– Eg elski at standa á
einum palli og vísa meg
fram. Somuleiðis er tað
ein deilig kensla at gera
eitthvørt øðrvísi enn
føroyingar flestir og at
bróta siðir og normar í
snævurskygda føroyska
samfelagnum. Eg livi
lívið við einum stuttligum
arbeiði, læri nógv nýggj
og spennandi fólk at kenna
innan »showbransjuna« og
fái enntá pengar fyri tað.
Vápn í taskuni
Tá Rannvá fer til arbeiðis,
hevur hon altíð sjaførin, ið
eisini er lívverji, við sær.
Sjaførurin fylgir henni altíð
til dyrnar og kemur eftir
henni aftur:
– Higartil eri eg ongantíð
komin í trupulleikar, men eg
havi altíð vápn – táragass
og jarnstong – við mær í
taskuni. Somuleiðis ætli
eg at fáa mær ein alarm,
so eg altíð kann ringja eftir
sjaførinum, um eg skuldi
komið í trupulleikar, sigur
Rannvá og leggur dent á,
at enn hevur eingin kundi
verið ov ónærisligur:
– Eg eri heldur ikki, sum
flest øll kanska halda, bara
saman við einum trimum
vamlisligum monnum. Í
minsta lagi eru 10-15 fólk,
har eg strippi.
Rannvá ásannar, at tað
er hart arbeiði at vera
strippari:
– Eg noyðist altíð at hugsa
um, hvat eg eti, fáa rættan
svøvn og somuleiðis at
venja minst ein tíma um
dagin fyri at vera nóg væl
fyri. Tað tykist kanska at
vera »a piece of cake«,
men tað er tað avgjørt ikki.
Eisini brúki eg nógva tíð,
pengar og orku til at finna
tónleik og keypa útgerð til
»showið« hjá mær, sigur
Rannvá.
Rannvá ætlar at halda
fram við at strippa so leingi,
hon heldur tað er stuttligt,
og kroppurin heldur til tess.
Men somuleiðis hevur hon
tó aðrar ætlanir við lívinum:
– Eg ætli mær at skriva
eina bók, syngja, at verða
»side 9 pige«, gera mína
egnu heimasíðu, har eg
fari at selja myndir av mær
sjálvari og somuleiðis
hevði tað verið stuttligt
at latið upp ein handil við
sexleikum o.ø. Men um
hesar ætlanirnar hjá mær
ikki eydnast, havi eg altíð
HF-útbúgvingina at venda
aftur til.
Ì føroyskum klæðum?
Spurd, um vit nakrantíð fara
at síggja Rannvá strippa á
føroyska pallinum, sigur
hon, at tað er ikki tað vert,
tí peningaliga hevði hon
fingið alt ov lítið fyri tað:
– Um eg eitt nú fari til
Grønlands at strippa, fái eg
ferð, uppihald og 20.000
krónur í lumman, og tað
hevði eingin goldið mær í
Føroyum. Men í roynd og
veru kundi eg væl funnið
uppá at komið aftur til
Føroya at strippa, tí eg havi
ein dreym um at strippa
í føroyskum klæðum – í
kýsa og øllum. Tað hevði
so avgjørt verið fyri at
provokera, men hvør veit
– kanska eg geri tað ein
dag, tá Føroyar eru til reiðar
til tess, sigur Rannvá við
einum skálkabrosi.
Klokkan er vorðin nógv
og vit avgera tískil at fara.
Vit fara gangandi oman eftir
Købmagergade og síggja
á vegnum eina plakát av
Rannvá hanga á einum
steyra og fara síðan oman
til metro’ina og heim.
Rannvá vil vera dulnevnd,
og tískil er Rannvá eitt
dulnevni. Sosialurin kennir
tó rætta navnið á Rannvá.
strippari í Keypmannahavn
“Eg havi ein dreym
um at strippa í
føroyskum klæðum
– í kýsa og øllum.”