mikudagur 31. mai 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Fyri einum ári síðani avgjør-
di 22 ára gamli Magnus
Debess Madsen í Havn at
fara á ferðaleiðaraskúla hjá
Service & Co í Spania:
– Eg var júst liðugur á
Handilsskúlanum í Havn
og vildi royna okkurt nýtt
og øðrvísi. Eg hugsaði
um at fara at fjakka,
men hevði ikki rættiliga
hug til at ferðast við
ryggsekki. Tá eg so hoyrdi
um ferðaleiðaraskúlan í
Spania, helt eg alt fyri eitt,
tað ljóðaði spennandi og
var ein góður møguleiki
at sleppa at ferðast á ein
øðrvísi og bíligari máta,
sigur Magnus við Planet.fo.
Slapp ikki at vera smæðin
Magnus fór einsamallur úr
Føroyum niður til Spania
á ferðaleiðaraskúlan, og at
byrja við tordi hann illa at
fara avstað:
– Eg eri smæðin av natúr,
og helt eg fór at kenna meg
einsamallan. Men longu
tá eg kom á flogvøllin í
Keypmannahavn, legði
eg til merkis, at øll vóru í
somu støðu sum eg. Tískil
tóku øll við opnum ørmum
ímóti hvørjum øðrum, sigur
Magnus glaður.
Á ferðaleiðaraskúlanum
slapp Magnus í roynd og
veru ikki at vera smæðin,
tí allir næmingarnir vórðu
mettir frá fyrsta degi av
øllum lærarunum:
– Í fyrstuni var tað
stressandi, men tá ein tíð
var liðin, hevði eg vant meg
við tað, var sera sjálvsikkur
og tordi at kalla alt, sigur
Magnur og skoytir uppí, at
tað fyrsta, tey skuldu gera
á skúlanum, var at fara á
pallin og fortelja um seg
sjálvan í tríggjar minuttir
framman fyri øllum hinum:
– Teir tríggir minuttirnir
vóru sera langir, men
øll vóru glað, og eingin
dømandi.
Magnusi dámdi sera væl
á ferðaleiðaraskúlanum og
helt undirvísingina vera
sera góða, fjølbroytta og
spennandi:
– Á ferðaleiðaraskúlanum
fekk eg eitt gott og
grundleggjandi innlit í
starvið sum ferðaleiðari,
sigur Magnus.
Magnus var millum
tey hepnu og fekk prógv
handað sum ferðaleiðari
í mai 2005. Sama dag fór
hann til starvsfólkasamrøðu
hjá Ung Rejs:
– Nógv søktu um arbeiði
hjá Ung Rejs, og tí var
stuttligt at fáa at vita, at eg
var millum tey fáu, ið fingu
arbeiði hjá felagnum, sigur
Magnus.
Magnus fór heim til
Føroya í tvær vikur at løða
battarí’ini og helt síðan
leiðina út aftur í heim og
suður til Callela, ið liggur
norðan fyri Barcelona í
Spania:
– Vit vóru seks
ferðaleiðarar frá Ung Rejs
í Callela. Hvørja viku komu
bussar og flogfør við tvey
hundrað 16-26 ára gomlum
nýggjum ferðafólkum, ið vit
høvdu ábyrgdina av.
Stór ábyrgd
Magnus ásannar, at stóra
ábyrgdin var heldur trupul
at bera at byrja við:
– Ferðafólk halda altíð,
at ein ferðaleiðari veit alt
100%. Men í veruleikanum
var eg bara ein 21 ára
gamal føroyingur, ið
skuldi vera á heimavølli í
Spania. Eitt nú vóru nógvir
spurningar um sponsku
mentanina, og tað var
trupult at svara uppá, sigur
Magnus og leggur afturat,
at innast inni var hann ofta
nervøsur, tá okkurt serligt
og álvarsamt var á skránni:
– Tá var tað sera
umráðandi at »halda
maskuna« og at royna at
hjálpa ferðafólkunum so
væl sum gjørligt, so tey ikki
gjørdust fjálturstungin. Á
ferðaleiðaraskúlanum lærdi
eg eisini at lesa fólk av,
greiðir Magnus frá.
Í starvinum sum
ferðaleiðari upplivdi
Magnus nógvar hektiskar
løtur og var í heilum á
sjúkrahúsi við ferðafólki,
ið komu illa fyri. Eitt nú
fann hann eina ferð eina
gentu á einum vesi uttan
vit, og eina aðru ferð var
ein drongur vorðin so illur
inn á ein vinmann, at hann
í øðini hevði sligið hondina
ígjøgnum eina glashurð. Tá
Magnus fann dreingin inni
á kamarinum, gjørdist hann
bangin.
Drongurin hevði skorið
allar vøddarnar av, mist
nógv blóð og var sera
sløvur. Magnus fór í
skundi á sjúkrahúsið við
dreinginum. Drongurin
varð lagdur undir skurð og
hevði tað betri nakrar dagar
seinni.
– Í slíkum førum noyðist
ein bara at halda høvdið
kalt og royna at hjálpa so
væl sum til ber. Henda
upplivingin var ótespilig
og hørð, men bert tveir
tímar seinni, noyddist eg
longu at fara á flogvøllin
eftir 200 nýggjum glaðum
ferðafólkum og lata sum
einki. Tað var eitt sindur
frustrerandi, sigur Magnus
og heldur samstundis, at
nógv eru púra teymaleys, tá
tey fara á »charterferðir« og
at kalla leggja heilan eftir
heima:
Strævin arbeiðsdagur
Ein arbeiðsdagur hjá
Magnusi sum ferðaleiðari í
Spania byrjaði sum oftast
klokkan níggju um morgu-
nin við »hotelltreffi« í
móttøkuni á hotellum:
– Vit skuldu sita í
móttøkuni í ein tíma og
loysa ymsar trupulleikar,
ferðafólkini høvdu. Eftir
hetta royndu vit at selja
útferðir og »partypakkar«
til ferðafólkini. Vit skuldu
royna at selja so nógv sum
gjørligt, og um vit megnaðu
at selja eina ávísa mongd,
fingu vit bonus. Onkuntíð
hevði eg ringa samvitsku,
um eg hevði prangað eina
veitslu ella eina útferð á
onkran, ið kanska veruliga
ikki hevði hug til at keypa,
sigur Magnus.
Kapping um, hvør
megnaði at selja
mest, var stór millum
ferðaleiðararnar. Og sølan
var rættiliga alternativ:
– Um eg lokkaði onkran at
keypa, var svarið ofta: “ja,
um tú svimur út á handan
bátin á sjónum” ella “um
tú »bungyjumpar«...”
Og so gjørdu vit tað ofta
til stuttleika. Genturnar
høvdu sínar fyrimunir í síni
sølu, tí tær gingu í bikini á
strondini, sigur Magnus.
Klokkan fimm seinnapartin
varð sølan steðgað og farið
var undir at fyrireika rimmar
veitslurnar: »Grillveitslu«,
»Beachparty«, »Mexican
Night«, »Pupcrawl« og
stórar konsertir:
– Í veitslunum vóru vit
altíð miðpunkt. Um lív ikki
var í veitslunum, settu vit
ferð á. Vit høvdu loyvi til at
drekka, men altíð vóru tveir
ferðaleiðarar blanka edrúir
og høvdu ábyrgdina av
neyðtelefonini.
Stuttligt at vera í býnum...
Magnus heldur, tað var
sera stuttligt at hugna sær
saman við ferðafólkunum í
býnum fyrstu vikuna. Men
sum vikurnar gingu, varð
tað harðari og harðari at
verða í býnum hvørja nátt:
– Veitslurnar vóru ikki
lidnar fyrr enn klokkan fimm
um morgunin, og so skuldu
vit upp aftur til arbeiðis
klokkan níggju. Men hóast
hetta, noyddust vit at vera
100% við upp á alt. Tað bar
ongantíð til at siga: “Nei,
í kvøld orki eg ikki at fara
í veitslu!” Tí hvørt kvøld
stóðu tvey hundrað garvillir
ungdómar og bíðaðu
spentir eftir okkum. Tað
hevði eisini verið órættvíst,
um tey, ið komu síðst á
sumri, fingu eina rotna ferð,
bara tí ferðaleiðararnir vóru
troyttir, heldur Magnus.
Maturin, Magnus át,
meðan hann var í Spania,
var heldur ikki nakað at
rópa hurrá fyri, so orkan
varð minni og minni, og
búkurin gramdi seg meira
og meira fyri hvønn dag, ið
gekk:
– Vit ótu næstan altíð
bara »fastfood«, tí tað var
lætt, og vit høvdu ofta ikki
stundir til annað. So hvørt
minutt, ið tað bar til, hvíldi
eg meg.
Einki gullnám
Ferðaleiðarastarvið er
eingin dýrabarur fongur í
pengaseðlum, og Magnus
gjørdist ikki ríkur maður
sum ferðaleiðari í Spania:
– Tá eg skrivaði undir
sáttmálan við Ung Rejs,
játtaði eg at arbeiða 120
tímar um vikuna fyri 3.200
krónur um mánaðin, sigur
Magnus.
Men hóast arbeiðið sum
ferðaleiðari næstan er
24 tímar um samdøgrið,
angrar Magnus onga
løtu tíðarskeiðið sum
ferðaleiðari í Spania:
– Áðrenn eg gjørdist
ferðaleiðari, hugsaði eg
ikki, at tað fór at verða so
strævið. – Helt veruliga, eg
fór at hava góða tíð til at
njóta sólina, strendurnar
og havið. Men tað hevur
tó verið eitt framúr gott,
spennandi og avbjóðandi
tíðarskeið í mínum lívi.
Eg havi hitt eina rúgvu
av fólkum, ment meg,
upplivað og sæð sera
nógv. Somuleiðis fekk eg
nógvar góðar vinir og havi
enn regluligt samband
við fleiri. Eisini lærdi eg
nógv, ið eg somuleiðis
kann brúka seinni í lívinum
– bæði persónliga og innan
arbeiðið, sigur Magnus.
Kendi seg kongaligan
Í Spania varð Magnus eins
og hinir ferðaleiðararnir
viðfarin á bestan hátt av
íbúgvunum í Callela – ser-
liga av matstovum, barrum
og handlum:
– Eg kendi meg sera
týdningarmiklan, hóast tey í
høvuðsheitum kanska vóru
so blíð, tí tey vildu selja til
míni ferðafólk.
Í Spania vístu somuleiðis
genturnar Magnusi og
hinum ferðaleiðarunum
stóran ans:
– Tað er altíð stuttligt,
tá fólk geva einum gætur,
men tað varð onkuntíð ov
nógv av tí góða. Serliga
tá genturnar vórðu fullar,
og endamálið var at fáa
ein ferðaleiðara heim við
sær. Onkuntíð vóru eisini
lepar til mín frá gentum,
tá eg kom heim. Men Ung
Rejs hevur greiðar reglur
hesum viðvíkjandi, og
vit ferðaleiðarar sluppu
ongantíð at veita nøkrum
ferðafólki meira ans enn
øðrum. Men tá eg var í
Spania, var hetta eingin
trupulleiki hjá mær. Heldur
var tað stuttligt at siga
nei takk við hvørt, sigur
Magnus at enda við einum
smíli.
– At vera ferðaleiðari er annað enn at njóta
sólina, strendurnar og havið. Tú skalt vera
»standby« alt samdøgrið fyri lítla løn. Men
hinvegin hevði eg avgjørt ikki viljað verið
avbjóðandi tíðarskeiðið sum ferðaleiðari fyri
uttan, sigur Magnus Debess Madsen úr Havn.
Magnus Debess Madsen, ferðaleiðari í Spania:
– Ferðaleiðarastarvið
er bæði mennandi
og avbjóðandi
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo